Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 H ar uppií var broytingin av skatt­ingini av eftirlønunum hjá løn­tak­arunum. Frá at vera skattað við út­gjald sum ein framtíðartrygd undir eftirlønarútgjaldinum, so tók høgrasamgongan henda skattin at krevja inn beinanvegin við inngjald – og hækkaði samstundis skattin av eftirlønini. Havi í nøkrum tíðargreinum víst á, at tann serstaki vælstandurin í Norðanlondum - í Føroyum við - byggir á eina samhaldsfasta sam­ fe­lagsskipan, ið er eyðkend av javn­lík­indum í trygd og vælferð og jøvn­um inntøkubýti millum land­ sins borgarar. M.a. var ein niður­ støða í síðstu greinini, at “Tað skerst ikki burtur, at í altjóða saman­ber­ ingum liggja Føroyar í fremstu røð saman við hinum norðan­lond­ unum, tá tað snýr seg um tey mest avgerandi mátini fyri góðum lívs­ korum”. Seinni varð staðfest: “Enn er samhaldsmegin sterk í Føroyum. Tann stóri spurningurin er, hvussu hon kann vikna og undirgravast av asosiala spjaðingarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni.” Bill: ein bjørt framtíð við flatskattinum Kortini hendi tað margháttliga beint fyri jól, at í orðaskifti í løgtinginum tóku nøkur sam­gongu­ fólk, fremstur Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sær rætt til draga mínar útgreiningar og niður­støður fram sum verju fyri sam­gongu­poli­ tikkin. Bill segði m.a.: “Nøkur av hes­um lyklatølunum (úr míni grein, hps) siga okkum tað, at tann bú­skapar­ liga støðan viðvíkjandi væl­ferðar­ samfelagnum Føroyar er rættiliga góð og varðveitt, tá vit hugsa um, at vit ganga sterkt fram ímóti at fáa javnvág á fíggjarlógina aftur, so er tað absolutt eisini eitt sterkt tekin um ein sunnan búskap, og tá man hugsar um, at vit hava havt rúm fyri at lata ein nokkso kraftigan skattalætta...kunnu vit vera takksom fyri at liggja so væl fyri í hesari rúgvuni av londum, sum annars hava tað trupult. Tað sigur mær eisini, at vit eru á rættari kós...vit standa fyri eini bjartari framtíð.” Letur sólina skína á ovastu røkur Andstøðupolitikkarar vístu Bill á, at samgongupolitikkurin fremur júst tað øvugta av politisku hugsjónini í míni grein, nevnliga spjaðing, ótrygg­leika, asosialar skerjingar og grefliga umfordeiling frá lág­inn­ tøkum til háinntøkur. Tá svarar Bill m.a.: “Hendan sam­gongan hevur onki gjørt við at broyta inntøkubýtið millum fólk. Fólk hava tær somu inntøkurnar í dag. Vit hava nomið við skattin, men hetta (ávísingarnar í míni grein, hps) er ein uppgerð av inntøkubýtinum. Og inntøkan verður gjørd upp, áðrenn tú tekur skatt av. Hetta (úr míni grein, hps) er ikki ein uppgerð av ríkidøminum, men ein uppgerð av inntøkunum.” Men hetta er ósatt, sum Bill Justinussen sigur. Tað inntøkubýtið, ið talan er um, er júst tann tøka inn­ tøkan aftaná skatt. Hagtølini við tí javna inntøkubýtinum í Føroyum, samanborið við onnur lond, eru frá 2010. Tvs. tvey ár áðrenn flat­ skattin. Hetta geri eg tí eisini púra greitt í greinini, at vit høvdu eina stóra útjavnandi umfordeiling yvir skattin, “heilt fram til høgra­sam­ gongan gjøgnumtrumfaði tann asosiala flatskattin og tjóvaríið av framtíðar pensjónsskatti – við veldugari umfordeiling frá lág­inn­ tøkum til háinntøkur. Her fara vit at síggja ein størri ójavna, tá nýggj inntøkuuppgerð kann gerast úr 2012-tølunum.” Flatskatturin er stór umfor­ deiling til háinntøkur Skuldi nakar verið í iva, so kann hetta gerast greitt út frá talvu­ mynd­ini og frágreiðingini niðan­ fyri. Sí myndina omanfyri. Myndin vísir (við tølum frá TAKS), hvussu nógvir skattgjaldarar eru í ymisku inntøkubólkaunum (blaú stabbarnar), og hvussu stórur flatskattalættin er pr. mánað í hesum somu inntøkubólkunum (grønu stabbarnir. Niðurstøðan er full­komiliga greið: jú størri inntøka, jú størri skattalætti. Sum dømi at lesa talvu­myn­d­ ina: • Teir 4.068 skattgjaldararnir, ið hava millum 200 og 250 tús. kr. í skattskyldugari ársinntøku, fáa í miðal ein skattalætta á 104 kr. um mánaðin. • Teir 156 skattgjaldararnir, ið hava eina skattskylduga inn­ tøku millum 700 og 750 tús. kr. í skattskyldugari ársinntøku, fáa ein skattalætta á 5.292 kr um mánaðin – hvønn mánað – alt 2012, alt 2013 og líka so longi henda samgongan ræður. Asosialt býti av teim 340 mió.kr. í flatskattalætta Flatskatturin kostar umleið 340 mió kr. í skattalætta. Hetta sæst, tá vit rokna broytingarnar í skatta­ stiganum við talinum av skatt­ gjaldarum í teim ymisku inn­tøku­ bólkunum. Hesar 340 mió. kr. eru fram um alt givnar teimum, við teim hægstu inntøkunum: • 13% av flatskattalættanum varð givin teim 72% av skatt­gjald­ar­ unum, sum høvdu eina skatt­ skylduga inntøku niðan fyri 300 tús. kr. um árið. • 23% av flatskattalættanum varð givin teim 14% av skatt­ gjald­arunum, sum høvdu skatt­ skylduga inntøku millum 300 og 400 tús. kr. um árið. • 64% av flatskattalættanum varð givin teim 14% av skatt­gjald­ar­ unum, sum høvdu skatt­skyld­ uga inntøku oman fyri 400 tús. kr. um árið tíðargrein Hans Pauli Strøm fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin Við flatskattinum missir arbeiðs­ maðurin 1300 kr og miljonerinum fær 7000 kr. meir ­– um mánaðin Tann ógvisligasta politiska hendingin í farna árið var flatskatturin, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýris- og Miðflokkurin bulldosaðu gjøgnum Løgtingið beint upp undir jólahøgtíðina í 2011. Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Framhald á næstu síðu