fríggjadagur 18. januar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Limur í Føroya Arbeiðafelag
missur 1300 kr um mánaðin
Við flatskattinum fær ein limur í
Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur
fulla arbeiðsviku, 83 kr um mánaðin
í flatskattalætta, men hann missir
út við 1392 kr. um mánaðin av
broytingini við forskatting av eftir
lønini. Hetta vísir eitt dømi, har ein
limur í Føroya Arbeiðarafelag við
eini eftirlønaruppsparing í 25-30 ár
vil fáa uml. 10.000 kr. um mánaðin
í eftirløn.
Sí talvuna.
Eftir skattaskipanini sum hon
var galdandi fram til 2012, áðrenn
høgrasamgongan setti flatskatt og
forskatting av pensjónum í gildi,
hevði hesin persónur havt eina
skattskylduga inntøku av eftir
løn og samhaldsfasta upp á uml.
155.000 kr., umframt skattafríu
grundupphæddina í fólkapensjón
ini. Við nýggja flatskattinum og
forskattingini av pensjónum skulu
rindast 40% í skatti frá fyrstu kr.
Samanlagt vísir talvan, at sam
an við túsundavís av sínum feløg
um missir hesin limur í Føroya
Arbeiðarafelag sostatt yvir 1300 kr
um mánaðin. Hetta er asosial um
fordeiling, so tað stendur eftir: frá
láginntøkum til háinntøkur.
Samfelagsskaðiligt
virksemi
Við
flatskattinum,
fíggjað
við
forskattingini av pensjónum og
skerjingum serliga í almannaverk
inum og heilsuverkinum fremur
høgrasamgongan samfelagsskaði
ligt virksemi. Hesin politikkurin
undirgravar vælferðina hjá tí stóra
partinum av Føroya fólki og slítur
sundur samhaldsmegina millum
borgararnar í okkara samfelag.
Hinvegin forgyllir flatskatturin
lívið á samfelagsins ovastu rókum.
Samfelagsliga
menning
skapar
hann onga menning, hvørki bú
skaparliga, vinnuliga ella sosialt –
tvørturímóti.
∆
tíðargrein
Framhald av síðu 19
Ein ótrúlig framtíð
Nærum hvør einasti ameri
kanskur
forseti
seinastu
árini hevur havt eitt ella
annað loysnar- ella slagorð,
sum hevur sermerkt stjórn
hansara. Øll hesi loysnarorð
ini hava givið fólki nýggja
vón og peikað á ein betri
morgindag. Hjá Franklin D.
Roosevelt var tað »The New
Deal« (ein roynd at umskipa
fyrisitingarliga og fíggjarliga
mynstrið í landinum). Harry
Truman talaði um »The Fair
Deal« (tað rættvísa býtið).
John F. Kennedy um »The
new Frontier« (tað nýggja
markið), og Lyndon B. John
son talaði um (The Great
Society« (tað stóra góða sam
felagið).
Hóast myrk stormskýggj
hópa seg í havsbrúnni, so
tilbúgva menniskjuni seg til
eina tílíka framtíð. Mørkini
eru flutt av jørðini og út í
rúmdina, frá landi til luft og
frá hestakreftum til kjarn
orku. Óhugsandi vísindalig
framstig leiða inn í eina tíð,
sum ongantíð hevur verið
sædd áður.
Tær verkætlanir, ið havd
ar verða á máli í sambandi
við framtíðina, høvdu fingið
Franklin D. Roosevelt at øtast
við. Sagt verður, at framtíðin
hoyrir vísindafólkunum til.
Skjótt verður lítil og eingin
ferðatíð meira. Rakettskip
fara at kunna flyta ferðafólk
úr New York til London eftir
minni enn einum tíma. Vit
skulu búgva í plasthúsum,
púra opin og hita upp við
sólorku. Úr hvørjum heraðs
horni á jørð fara vit at fáa
eksotiskan, t.e. fremmandan
og øðrvísi mat.
Úr lummum ella taskum
kunnu vit taka elektroniskar
telefonir (fartelefonir), og
dagbløðini fara at rulla út
frá ljósprentimaskinum og
kunnu lesast gjøgnum sjón
varp í heimum okkara.
At leggja hesa bjørtu fram
tíð til rættis hevur kortini
ein avgerandi tørv! Ætlanin
er materialistisk, sekulari
serandi, t.e. verðsliggerandi
og humanistisk. Moralska
sjúka menniskjunnar verður
ikki tikin við í roknistykkið.
Brúk er ikki fyri Gudi! Fyri
reikararnir hava ikki tikið
orð Jesusar við í rokningina:
»Menniskjað livir ikki bert av
breyði, men av hvørjum orði,
ið út gongur av munni Guds«.
(Matt. 4.4).
Í dag etur menniskjað fram
vegis av kunnskapartrænum,
uttan at tað hevur samband
við lívsins træ, og framvegis
verður hildið, at menniskjað
skal vera Gud líkt.
Tann kristni trýr upp á
eina glæsiliga framtíð, sjálvt
um tann bygnaður ella skip
an, sum tað nýmótans sam
felagið hevur, skuldi horvið
og allur bati verið strikaður
út sum úrslit av dárskapi
menniskjans.
Á ein hátt er ríki Guds
longu her, nevniliga í nær
veru Kristusar í øllum sonn
um trúgvandi hjørtum. Men
ríki Guds skal eisini koma á
ein máttmiklan hátt, og tað
er tann bjarta framtíðin!
Hetta fer at verða ein
framtíð uttan kríggj. Einki
fátækdømi fer at vera. Tað
fara at vera eydnurík viður
skifti, og menniskjuni skulu
liva í sátt og semju hvørt við
øðrum. Øll skulu fáa ríkliga
tíð til at útbúgva sínar egin
leikar. Fullkomin friður skal
valda millum menniskju og
Gud – millum fólkasløg og
millum tjóðirnar.
Tann bjarta framtíðin,
sum vit kristnu síggja fram
ímóti, fer ikki at koma sum
ein natúrlig ella søgulig
broyting. Hon fer ikki at
koma sum úrslit av útbúgv
ing ella vísindum eina. Hon
fer at koma, tí at Gud leggur
upp í og stovnar sítt ríki.
Tann stóri dagur
Hetta eru orð, sum bíbilsku
høvundarnir mangan nýta.
Teir peika á »tann dagin«,
»dagin« ella teir »seinastu
dagar«. Tá ið teir sameindu
fóru inn í Normandiið, varð
dagurin róptur d-dagurin.
Bíbliunnar
høvundar
síggja fram móti einum degi,
sum fer at verða roknaður
sum hámarkið ella klimaksið.
Tey
fyrstu
trúgvandi
í
Nýggja Testamenti talaðu
altíð um »tann dagin«, og
tey sóu fram móti honum.
Til døm-is skrivar Paulus
ápostul: »Eg veit hvønn eg
trúgvi á, og eg eri vísur í, at
hann er mentur at varðveita
tað, sum mær er litið upp í
hendur ti lhin dag«. (2. Tim.
1.12). Ápostulin segði, at allar
farnu syndir vóru fyrigvnar
við Jesu Kristi, og at Gud var
mentur at varðveita hann til
ein dag í framtíðini, sum fór
at vera hámarkið av øllum,
eitt klimaks. Hvørjum degi
sóu tey fram ímóti? Hvønn
dag er tað, sum Bíblian tal
ar so nógv um, ein dagur,
sum nærum allir høvundar
Nýggja
Testamentisins
skriva um? Hvat serligt er
við merkingini »d-dagur«?
Hvønn týdning fer hann at
fáa fyri menniskjuni? Dag
urin, sum tey kristnu skulu
síggja fram ímóti við gleði, og
sum syndarar verða ávaraðir
ímóti?
Politisku leiðarar okkara
ávara okkum støðugt og
peika á vandan fyri, at ein
triði
heimsbardagi
kann
bresta á við sínum ræðuligu
oyðingum við kjarnorku
vápnum. er tað ein altoyðandi
bardagi,
sum
høvundar
Nýggja Testamentisins hava
í huga, tá ið teir tala um
henda serstaka dag? Nei, als
ikki. »D-dagur« Nýggja Testa
mentisins verður ein dýrdar
ríkur dagur. Jesus Kristus
skal koma aftur til jarðar.
Hvussu so myrk enn
framtíðin fer at verða, so veit
tann kristni, hvussu søgan
kemur at enda. Vit ganga
móti einum dýrdarríkum há
marki, klimaksi. Hvør einasti
høvundur
Nýggja
Testa
mentisins trýr, at »tað besta
er goymt til endan«.
Tað er, sum John Baillie
hevur sagt: »Bíblian sigur,
at framtíðin liggur í Guds
hondum. Var hon í okkara
hondum, so høvdu vit gjørt
hana til ein hurlivasa. Fram
tíðin liggur heldur ikki í
Djevulsins hondum. Hann
hevði leitt okkum í óføri og
oyðing. Framtíðin er ikki
givin upp til nakra søguliga
noyðslustevnu, sum leiðir
okkum av stað í blindi, tá
hevði lívið verið uttan mein
ing. Men framtíðin liggur í
hansara hondum, sum hevur
gjørt til reiðar nakað, sum
eygað aldri hevur sæð, oyrað
aldri hevur hoyrt, nakað,
sum aldri er komið upp í
hjarta nakars menniskja«.
Kelda: Billy Graham
»Heimurin í loga« 1972
Símun Pauli
jacobsen
kjak
Tann kristni trýr upp á eina glæsiliga
framtíð, sjálvt um tann bygnaður ella
skipan, sum tað nýmótans samfelagið
hevur, skuldi horvið og allur bati verið
strikaður út sum úrslit av dárskapi
menniskjans