Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hendur ið sleptu Johannes Christian Dam: Verfaðir Martin Joensen, rithøvund Tey eru ikki nógv, sum hava starvsheiti á gravsteininum. Tað eru nærum bert skiparar, eisini í kirkjugørðum uttanlands. Men ein av skiparunum á Svínaryggi er Johannes Christian Dam Johannes Christian var føddur í Havn 21.6. 1879. Foreldrini hjá hon­ um vóru Poulina Magnussen og Cornelius Christian Dam. Hann var doyptur 17.8 1879, og hann varð fermd­ur 1.4. 1894 í Havnar Kirkju. Johannes giftist 2.4. 1907 í Havnar Kirkju við Cathrine Fred­ rikke f. Heinesen f. 3.7. 1879 norðuri við Strond í Klaksvík. Tey búsettust upp í Tróndargøtu, í húsunum beint omanfyri Evan­ gelii­húsið. Fredrikka vaks upp saman við Magnus Sivert Simonsen í Haralds­ sundi. Hann flutti til Havnar og er umrøddur í hesi røð. Fredrikka kom til Havnar ung at arbeiða hjá Johan Restorff, skip­ara og bakara, son gamla M.C. Restorff. Tá kom hon ofta inn til Magnus Sivert. Hon fekk gott eygað á Jo­ hannes Christian, sum búði nær­ indis. Tey hava verið nakað smæðin, so hon sendi honum eitt bræv um sínar kenslur, og hetta gav úrslit! Tá ið tey giftust fekk hon brúðarkjólan í gávu frá Johan Restorff. Johannes var eisini limur í losj­ uni í Havn. Hann var við á eini út­ ferð hjá losjuni 2. hvítusunnudag í 1904. Mynd frá hesi útferð er á síðu 55 í 100 ára minningarbókini hjá losjuni Støt Viljen. Johannes Christian var sjó­ maður og koma víða um. Hetta sæst m.a. av innbúgvi sum var keypt í Edinburgh og aðra staðni. Hann sigldi við hvalabáti, men kom til skaða um borð. Seinni fór hann at ar­beiða sum loðsur. Johannes Christian gekk á skip­ ara­skúla í 1901 hjá Jens í Dali. Mill­ um kendar menn, hann gekk í skúla saman við, kunnu nevnast Jens Pauli í Dali, sonur Jens, brøðurnar Jákup Hendrik og Jens Klæmint Isaksen av Viðareiði, Mortan J. Mort­en­sen av Argjum, skipari á Nýggja­berg vanlukkutúrin í 1942, og Marius Rein, abbi tann Marius, sum vit kenna. Heilsuna fekk Johannes ikki aftur, og hann doyði í 1920, bara 41 ára gamal. Eftir sat Fredrikka við 5 børnum í aldrinum 5 til 12 ár. Sakførarin Poul Effersøe, beiggi Rasmus, báðir umrøddir fyrr í hesi røð, bleiv verji hjá børnunum og skuldu tey vísa seg hjá honum hvønn sunnudag, hóast hann var sjúkur og seingjarliggjandi. Fyri at kunna hyggja út í urtagarðin, hevði hann eitt stórt spegl hangandi yvir seingina Eingin hjálp var tá hjá einkjum, og so var at finna okkurt til lívsins uppi­hald. Vanliga fóru einkjur at arbeiða fisk, men Fredrikka sá, hvussu trupult hetta var hjá ein­lig­ um mammum. Hon fekk sær tískil pensjonat heima hjá sær sjálvari í Tróndargøtu. Her kundu børnini eisini vera til hjálpar. Fredrikka var einkja í nærum 50 ár. Á eldri árum fór hon til Klaks­ víkar til dóttrina Onnu Elisabeth og doyði í 1969. Hon er tískil jarðað í Klaksvík. Tey bæði fingu fimm børn, sum fingu eftirnavnið Bjørgheim. Tey vóru: Pouline Cornelia f. 18.2. 1908, kall­ að Lina: Poul Effersøe vildi ættleiða Linu, men tað vildi mamman ikki. Lina hjálpti heima og átók sær eisini starv sum boðgenta á Tele­ fonstøðini bert 12 ára gomul. Aft­ aná barnaskúlan helt hon fram á Telefonstøðini, til hon giftist. Lina giftist í Havnar kirkju tann 30. desember 1931 við Martin Joen­ sen (1902-1966) úr Sandvík. Tey áttu børnini Regin og Ásu. Tá Lina og Martin vóru gift fluttu tey fyrst til Sandvíkar og síð­ an til Tvøroyri. Lina doyði 23.2. 1990 og er grivin á Tvøroyri. Martin var ein kendur rit­høv­ undur. Hann skrivaði skald­søg­ ur­nar Fiskimenn í 1946, Tað lýs­ ir á landi í 1952. Hann skrivaði eis­ini stuttsøgusøvnini Útrák í 1949, Klokkan ringir í 1962, Heima­ doktarin í 1977 og Gamli maðurin og varðin í 1977. I Den åbne Enclypædi verður sagt at ”Martin Joensen kan regnes for den fornemste realistiske skild­ rer af livet på Færøerne i 1920-erne og 1930-erne. Hovedværket er Fiskimenn og Tað lýsir av landi, hvis konfliktfyldte handling afspejler en opløsning af gamle sammenhænge i en samtids nedgangsperiode.” Martin var eisini eitt skifti blað­ stjóri á Sosialinum og var eisini virkin javnaðarmaður. Anna Elisabeth f. 23.8 1909. Lisa, sum hon var kallað, hjálpti eisini mammuni á pensjonatinum. Aftanå barnaskúlan tænti Lisa nøkur ár í gamla bókahandli, hjá Mitens og hjá Juhlert, postmeistara. Seinast í 20-unum fór hon norð­ ur til familjuna i Haraldssundi í hús­pláss.. Tá møtti hon Poul Juel Ras­mussen, í Grótinum, i Klaksvík. Tey giftust í 1931 og fingu børnini Tor­leiv, Hjørleiv, Johannes, Erlu, Jógv­an Fróði, Gunnleyg og Birgir. Hjørleiv, Erla og Gunnleyg eru saman við Birgar Johannesen og N.J. Arge keldur til hesa grein. Lisa doyði 22. juli 1980. Hansina Helene Sofie, vanliga kall­að Hassa f. 25. juni 1911. Fekk saman við systkjunum navna­broyt­ ing til Bjørgheim tann 3. mars 1928.  14 ára gomul fór hon at arbeiða á Telefonstøðini, har systir hennara Lina eisini arbeiddi. Har var hon til 1946. Undir krígnum møtti Hassa bretska hermannin Reginald Rib­ ton, kallaður "Rex". Tey giftist, fluttu til Onglands og búsettust í Bord­on Hampshire. Hassa og Rex áttu sonin Frederic Johannes Bjørgheim. Hann hevur javnan vitjað i Føroyum. Hassa andaðist 25 desember 1989, 78 ára gomul. Hon er grivin í Bordon Hampshire í Onglandi. Johanna Fredrikka f. 19.9 1914. Giftist við Evald Torp úr Danmark. Hann var tænari, og tey búðu skifti­ vís í Íslandi og Danmark. Í Íslandi var hann tænari á tí kenda Hotel Borg í Reykjavík. Tey fingu ein son. Tey endaðu sínar dagar í Íslandi. Johannes Ferdinand føddur 19.11 1915. Hann gekk burtur í 1942. Tá ið hann var liðugur at ganga í skúla i Havn, fór Johannes sum kokka­ drongur við Tjaldrinum. Seinni fór hann at læra til kokk, og tá ið út­ búgvingin var liðug, fór hann aftur at sigla. Hann fórst við A.P. Møller skip­ in­um, Peter Mærsk, sum tann 7. de­ sember 1942 varð torpederað á veg úr Bretlandi til Norðurafrika. Skipið var lastað við fólki og stríðs­útgerð til sameindu deildirnar, sum skuldu reka og róku týskarar úr Norð­ur­afrika. Tað var týski kav­ báturin U 185, sum beindi fyri Peter Mærsk. So Johannes gjørdist ein av teimum mongu føroyingum, sum góvu sítt lív í stríðnum móti nasistunum. Komandi partur Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Hansinu á Lag og Johan Hendrik Jacobsen og teirra ætt. SKIPARI JOHANNIS CHRISTIAN DAM F. 21.6 1879 D. 23.11 1920 KÆRI PÁPI TØKK FYRI GÓÐ MINNIR Skiparaflokkurin hjá Johannes Christian. Sitandi f.v. Marius Rein, Tórshavn, Poul Hansen, Mikladali og Jóannes Joensen, Vestmanna Í miðjuni: Jákup Hendrik og Jens Klæmint Isaksen, Viðareiði, Jógvan Joensen, Syðradali, Birtu Jógvan Johannesen, Miðvági og Johannes Christian Dam. Aftast: Mortan Mortensen, Argir, Jens Pauli og Jens í Dali, Clæmint og Símun Dávur Clementsen, Syðradali og Christian Joensen, Tórshavn. Brúðarparið Cathrina og Johannes Christian Dam