Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan Dánjal Bærentsen: Nógvar uppgávur sum djóralækni Arbeiðið sum djóralækni gjørdist meira og meira umfatandi. Umframt hetta fekk Dánjal aðrar uppgávur sum til dømis at vera semingsmaður Óli Jacobsen 2. partur Dánjal skuldi sum djóralækni ar­ beiða eftir eini reglugerð, sum var gjørd av landsstýrinum. Í henni stóð millum annað, at hann eina ferð um árið skuldi vitja í hvørjari bygd. Hetta helt Dánjal vera nóg so tvørligt. Hann helt ikki tað vera nakra grund at fara t.d. til Húsar, um eingi ørindi vóru har. Dánjal fekk í staðin eina praktisku loysn, tá ið hann ferðaðist kring landið. Hann lýsti í útvarpinum, at tá og tá kom djóralæknin har og har. Tann, sum hevði ørindi til djóralæknan, kundi so leggja boð á telefonstøðina á staðnum. So fór hann hagar, sum boð vóru eftir honum. Ein áseting í reglugerðini segði, at hann “ikki mátti forsøma eitt sjúkt dýr”. Hann mátti spyrja løg­ mann, sum tá var Petur Mohr Dam, hvussu hetta skuldi skiljast. Teir samd­ust um, at hann skuldi ikki noyðast av húsum fyri tað, um ein ketta í Kunoy var sjúk. Men her varð so eisini funnin ein praktisk loysn. Har tað bar til, skuldu fólk koma til djóralæknan. Hetta kundi gerast við kettum og hundum og eisini partvíst við seyði. Men tað var øðrvísi við eini kúgv. Her mátti hann ferðast, tá okkurt var akutt. Tað lætti um, at hann hevði heimild til at leiga sær fart. Viðtalurnar kostaðu, men tað var ásett, at øll skuldu gjalda eins, um tað so var ein ketta í Havn, sum kundi viðgerast á staðnum, ella farast mátti til eina kúgv í Svínoy, ein ferð, sum tá kundi taka fleiri dagar. Hvat er at fáa ganir Øll hava vit hoyrt um fáa ganir, tá ið ikki gongst eftir vild. Men tey fæstu vita, hvat tað veruliga er fyri nakað. Sambært Dánjali so hava ganir als ikki verið nakar veruligur trupulleiki. Tá neyt og seyður skifta tenn, fáa tey lítið og einki etið í nakrar dagar, og tey kunnu tí verða hildin at vera sjúk. Samstundis kann so koma fyri, at jótrini, nakrir tindar í kjálkunum, tykjast heldur síð, so fólk hildu, at hetta var orsøkin til ”sjúkuna”. Tí var hildið neyðugt at taka hesar ”ganirnar” burtur, og tað vóru menn, sum ferðaðust runt at gera hetta arbeiði. Tað sá út, sum tað hjálpti, tí stutt eftir fóru dýrini aftur at eta. Hetta hevði tó einki við ”ganirnar” at gera, men var tí at tonnin var dottin úr. So ”viðgerðin” var púra óneyðugt, afturat tí at hetta var djórapínsla. Men Dánjal var fegin um, at tað eydn­aðist honum at steðga hesi ”við­gerð”. Dánjal segði eisini, at í hvørjari bygd vóru menn, sum høvdu skil á at viðgera kríatúr, tá tey vóru sjúk, og hann hevði nógv samstarv við slíkar skilamenn. Heilsufrøðisliga Starvsstovan Sum frá leið gjørdust uppgávurnar hjá djóralæknaembætinum størri og størri. Í 1966 kom fiskamjølsvirkið Havsbrún í Fuglafirði. Fyri at sleppa at útflyta framleiðsluna, var neyð­ ugt við heilsuváttan. Hetta mátti gerast við at taka royndir og at fáa tær kannaðar niðri. Eisini var neyðugt at hyggja at umstøðunum á staðnum í Fugla­ firði. Tað sama mátti gerast, tá Fiska­sølan hevði selt saltsild til Pólands. Hann mátti spyrja po­lakk­ ar, hvat teir vildu hava váttan fyri. Svarið var, at sildin skuldi vera frí fyri parasittar. Tað var hon eisini, tá sildin hevði verið í laka í± 3 vikur. Í 1970-unum kom Heilsufrøðiligu Starvsstovuna , og var Dánjal stjóri her til í 1985. Krøvini vuksu so skjótt, at meðan tað fyrr bert var neyð­ugt við einum djóralækna, so blivu teir skjótt munandi fleiri. Uppgávurnar við fiskaeftirlitið gjørdi so tað, at Dánjal fekk heitið av at vera ”Fiskapatologur”. Á tí al­ menna listanum hjá ST yvir slíkar vóru bert 16 í øllum heiminum. Onkur spurdi Dánjal, hvussu hann hevði kunnað komið uppí eitt slíkt fínt selskap. Hann svaraði skemti­ liga aftur, at kanska vóru teir dotnir á reyvina av, at hann var sonur ein kongsbónda! Semingsmaður Dánjal varð valdur til varasem­ings­ mann saman við Bjarna Niclasen, á vári í 1964. Hann segði kortanei. Men hann fekk at vita, at hetta var borgarligt umboð, sum tað ikki bar til at siga nei til. Seinni legði Bjarni frá sær, og tá gjørdist Dánjal semingsmaður við Sverra Egholm sum varamanni, og hevði hann hetta starv fram til 1970. Dánjal segði, at í fyrstuni var hann eitt sindur nervøsur ”men eg gjørdist so við og við ráðaríkur til endan”. Hetta var eisini ein neyð­ ugur eginleiki hjá einum sem­ings­ manni. Dánjal hevði tað prinsipp, at hann legði bert eitt semingsuppskot fram. Tað skuldi eingin kunna siga nei til eitt semingsuppskot í vónini um, at tað næsta vildi so koma á borð­ið eina løtu seinni. Hetta legði so eyka trýst á partarnar, áðrenn teir avgjørdu at vraka eitt semings­ uppskot, tí tað kundu ganga dagar og kanska vikur, áðrenn næsta upp­ skot kom. Dánjal minnist ikki minst sam­ ráðingarnar millum FF og Reið­ara­ felagið í 1968/69. Sáttmálin varð uppsagdur við sera stórum krøvum um hækkingar í sáttmálanum. Tað var, sum ikki eina ferð, kreppa í fiskivinnuni. Løgtingið hevði gjørt nakrar batar í inntøkutrygdini hjá fiskimonnum. Hetta helt stjórnin í FF ikki vera nóg mikið, so tað var lagt upp til verk­fall. Samstundis hevði verið stjórn­ar­ val í FF, har meirilutin av nevndini varð skift út mitt í samráðingunum. Hetta vóru langar samráðingar, og tá tær slitnaðu, og verkfall varð lýst, sendi Dánjal uppskotið til ur­ atkvøðu millum limirnar í feløg­un­ um. Tað tók so sína tíð, og uppskotið varð felt. Dánjal kallaði so partarnar saman aftur og legði fram eitt nýtt semingsuppskot, sum var eitt sind­ ur frægari enn tað fyrra. Meðan Dánjal situr í forstovuni á Parnassinum og bíðar eftir beskeð frá pørtunum, kemur Erlendur út og fer til hús uttan at geva nøkur beskeð. Hetta var rættiliga løgið. Løtu seinni kemur skrivarin, Jákup í Jákupsstovu, við einum lítlum lepa, har tað stóð “ja” á, og hann sigur, at ”hetta gjørdist eitt pinkalítið ja”. Tá var hent tað, at Erlendur var blivin niðurstemmaður av nýggju nevndarlimunum, og uppskotið varð samtykt við 4 av 7 atkvøðum. Men Dánjal var líkaglaður við, um tað var eitt stórt ella lítið ja. Fyri hann var tað avgerandi, at tað var eitt “ja”, tí hetta merkti, at semjan var bjargað og verkfallið var av. Datt niður í flog­ farinum í 1970 Í 1970 kom Dánjal út fyri eini Dánjal spælir kort í Undirhúsinum Beiggjarnir v.f. Hanus, Tummas og Dánjal