fríggjadagur 18. januar 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
dramatiskari hending. Hann var
við í flogfarinum, sum datt niður
í Mykinesi í 1970. Hann mintist alt,
sum gekk fyri seg. Tá hann sá mold
rokið, helt hann, at teir vóru farnir
av breytini.
Dánjal endaði á vøllinum og
følir seg so illa, at hann helt seg
vera við at doyggja. Men tá hann
so kemur eftir, at tað er ikki so illa
statt kortini, var hann sambært
keldum ein tann fremsti at hjálpa
teimum, sum vóru verri stødd. Og
her kom tað eisini stak væl við, at
ein lækni, hóast ”bert” djóralækni,
var við flogfarinum. Hann visti jú,
hvat medisinið umborð kundi brúk
ast til. Og hann gav tá fyrstuhjálp,
og legði tær neyðturviligu umbind
ingar, sum hann kundi.
Hann breyt tríggjar geislar, og
tað gekk eitt ár, áðrenn hann kom
fyri seg aftur. Meðan hann var inn
lagdur á landssjúkrahúsinum, mátti
hann røkja starvið frá sjúkraseingini.
Hetta dámdi ikki sjúkrasystrunum.
Men hann var einsamallur í starvi,
so hetta mátti so vera.
Elsa var megnarfólk
Dánjal og Elsa fingu børnini Annika
í 1950, Høgni í 1952 og tvíburarnar
Jógvan og Atu í 1954. Ata doyði 20
ára gomul.
Elsa var úr Nýggjustovu í Kvívík.
17 ára gomul fór hon til Kirkjubøar
at tæna. Síðani var hon hjá Dennu
og Kjartan Mohr eina tíð, inntil hon,
sum umrøtt í fyrra partinum, fór til
Noregs á háskúla.
Óluva Húsgarð skrivaði í minn
ingarorðum m.a. um Elsu: “Anda
liga støðið, ið varð kveikt í barna
heiminum í Kvívík, á háskúla
í Noregi, á prestagørðum og á
Diakonissestiftelsen í Keypmanna
havn, hevur uttan iva birt upp
undir tað, sum Elsa á mergjaðum
máli hevur skrivað, yrkt, umyrkt og
hevur umsett eftir stór sálmaskøld.
Sálmur nr. 35 í sálmabókini, “Tey
siga lívið er ein váðaferð”, sum
Elsa hevur umsett eftir R. Rørdam,
varð sungin í Havnar kirkju, tá
kistan varð borin út. Hon hevur
yrkt og umsett fleiri aðrar sálmar
í sálmabókini.
Elsa var eitt sinniligt, fyrigevandi
og friðsælt fólk, ið ikki læt seg dríva
av tíðarandanum.
Lyftið, Elsa gav, tá hon fekk
prógvið handað sum sjúkrasystir,
var: “Trøste, lindre og helbrede”.
Hetta lyfti helt Elsa.
Elsa var virkin í Heimavirkinum.
Tað var hon, sum kom við uppskoti
um, at Føroyskt Heimavirki skuldi
venda sær til H. M. Debes um at
keypa rættindini til bindibókina,
fyri at hon ikki skuldi fara á út
lendskar hendur. Harafturat var
tað hon, sum gjørdi tær fyrstu og
nógvar av uppskriftunum til Før
oyskt Bindingarmynstur “Bundna
turriklæðið”, sum fer at standa sum
ein mentunarvarði eftir hana.”
Sum Óluva nevnir, skrivaði Elsa
ein heilan hóp og um alt møguligt.
Hon luttók í ritgerðarkappingum
hjá Fróðskaparsetrinum, m.a. um
brúdleypssiðir, og fekk hon eisini
her virðisløn. Hon var eisini sera
áhugað í ætt, og hetta hevur hon
eisini skrivað um.
Ættin hjá Elsu
Elsa hevði ein rættiliga sjáldsaman
oldurabba, Andrass Hanusarson úr
Skúvoy, føddur 2. desember 1792.
Hann hevur havt ein serligan út
longsul, sum má hava verið eitt
sindur sjáldsamt fyri ein bygdar
drong tá í tíðini. Í 1817 fær hann
loyvi frá fútanum at fara til Noregs,
hagar hann fór við einum hvala
stingara. Hann búði á oynni Guld
brandsø og arbeiddi sum uttan
budamaður.
Men í 1824 er Andrass staddur
í Keypmannahavn og kemur til
Føroya við sluppini “Thorshavn”,
sum var nýbygd til amtmannin
Løbner, sum skuldi brúka skipið til
embætisferðir.
Andrass kom aftur til Skúvoyar
í 1826. Hann fór aftur at sigla í 1828,
men kom aftur til Skúvoyar í 1830.
Árið eftir fór hann aftur av oynni til
Selatraðar at læra jarnsmíð. Henda
ferðingin aftur og fram gevur hon
um eyknavnið “omløberen”.
Í Skúvoy legði hann ástir saman
við Marjun niðri í Stovu, sum stóð
til at arva festið, har hann tænti.
Men hann átti onga jørð, og hetta
var nóg mikið til, at hann ikki var
dámdur sum versonur. Men ráð
vóru fyri tí. Marjun varð send
norður í Tjørnustovu í Norðragøtu
saman við eini arbeiðskonu úr
Skúvoy. Og væl bar til. Marjun
fall fyri soninum í húsinum, Óla
Jákupi. Tey giftust og fluttu til
Skúvoyar aftur. Hetta var byrjanin
til eina sanna innrás til Skúvoyar
úr sama húsi. Tilsamans fluttu 5
systkin og eitt dupult systkinabarn
úr Leirvík til Skúvoyar, og munnu
flestu skúvoyingar vera ættaðir frá
teimum.
Tann svikni Andrass fór so aftur
av landinum og aftur til Noregs.
Hann hevði fingið gott eyga til eina
gentu í Vágunum, áðrenn hann fór
avstað. Tá hann kom aftur, hevði
hon bundið seg til ein annan.
Hann fór í ringum skørum aftur
av oynni, og hann slapp við einum
prestaflutningi av Fútakletti til
Kvívíkar. Á ferðini opnaði hann seg
fyri prestinum Holm. Hesin ræður
honum til at fara til Skælings, tí her
sat ein ung bóndaeinkja, Súsanna
Sørinardóttir, og hon hevði brúk
fyri einum dugna manni. Hann fór,
og hetta eydnaðist væl. Tey giftust
í 1836.
Tann 4. juni 1837 fingu tey tví
burar, Ellen Marie og Anne Malene
Guldbrandtsøe, og er eftirnavnið
eftir norsku oynni, har Andrass
hevði tænt sum ungur.
Sagt varð um Andrass, at hann
var ein skilamaður. Alt, sum hann
fór í holt við, vignaðist væl. Men
longu í 1839 doyði hann, 46 ára
gamal.
Dóttirin, Elin, giftist til Selatraðar
við Elias Joensen, sum var ættaður
av Trøllanesi. Tey áttu tveir synir,
Pola, sum gjørdist skómakari í
Havn og Niels Juel, sum búsettist
í Danmark. Ein abbasonur hansara
giftist í 1963 við systkinabarni kong
in í Thailandi. Tey fóru tó seinni frá
hvørjum øðrum.
Anna Malena giftist við Christ
ian Didrik Jensen, Díriks Kristian,
ættaður av Stykkinum. Tey fingu 8
børn, sum eru blivin til eina stóra
ætt.
Ein sonur var Jógvan, sum giftist
inn í Nýggjustovu við Atu Mariu,
og tóku tey handil og posthús upp
eftir foreldur hennara. Tey fingu 10
børn, og eitt av teimum var Elsa.
Jú, Elsa og Dánjal vóru framúr
fólk!
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikurnar
verða um Andrias Petersen
úr Oyndarfirði og hansara
dramatisku ferð við Pride of
Five í 1920.
Eftir ikki at hava sæst í fimm ár giftust Elsa og Dánjal í 1946. Her eru tey giftu
á veg niðan á Hellu, barndómsheimið hjá Dánjali, i brúdleyp
Stjúkmamma Dánjals, Bina,
sum eisini var mostir hansara
Dánjal og Elsa saman við børnunum. V.f. Jógvan, Annika, Høgni og Ata
Kvívík umleið 1890. Handilin í Nýggjustovu, haðani Elsa
var ættað, er húsið nr. 2 frá vinstru fremst á myndini