Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Solidaritetur ið vil nakað Mikið rumbul hevur sein­ astu dagarnar verið um frá­ faringaravtaluna hjá fyrr­ verandi stjóranum í ALS. Fólk hava verið á gosi um hetta mál. Havi ikki uppliva nakað líknandi síðan kreppuna í 90’unum. Men halló, tað er ikki so, at vit hava tikið lívið av nøkrum ella gjørt hetta fyri egnan vinnings skuld. Haldi at fólk eiga at sinna seg. Aðrir stýrislimir hava valt at hildi fast um, at tað var rætt at gera hesa frá­far­ ingaravtalu. Tað er so teirra søk. Tað eru eisini fleiri for­ dømi um, at almennir stjórar hava fingið líknandi avtalu, tá teir eru farnir frá, fyri tíð. Men fyri tað, sigi eg ikki, at hetta er rætt, at gera. Men her er onki dult í hesum málið. Havi sagt, at tað var eitt mistak av mær, at skriva undir. Og gert tú eitt mistak, og viðgongur tað ikki, gert tú enn eitt mistak. Trúgvi at um málið var handfarið øðrvísi, høvdu vit eina loysn, sum var meira virðilig fyri allar partar. Men ábyrgdina av, at eg skrivaði undir, eigi eg einsa­ mallur. Fundurin við almennu fakfeløgini Tá fráfaringaravtalan al­ ment var løgd fram, valdi eg beinanvegin at innkalla al­ mennu feløgini, ið eg umboði í ALS-stýrinum, á fund. Her endurtók eg, at tað var skeivt av mær at skriva undir. Men eg vísti eisini á, at tað vóru ávísar umstøður, ið gjørdu, at hetta var hent. Tað eina var, at eg ikki kundi viðgera málið saman við nøkrum uttanfyri stýrið. Hitt var, og at eg óivað havi havt ov stórt álit á, at tey, ið høvdu innlit í hvussu ein koyrir ein stjóra frá, eisini høvdu røttu loysnirnar. Skal ikki siga, at eg í øll­ um førum greitt kundi siga frá, hvat var farið fram í málinum. Havi ikki sjálvur evnað av­taluna til og kundi heldur ikki fara í smálutir við øllum. Kundi bert siga, at talan var um sam­starvs­ trupulleikar, og at semja var um, at stjórin skuldi sigast upp. Tey flestu høvdu hvassar spurningar, men nógv høvdu eisini forstáilsi fyri mín­ ari støðu. Fleiri tóku eisini rættuliga harðliga til orð­ anna, og nøkur vildu reint út sagt hava mítt høvur á eitt fat. Fyri Ingolf S. Olsen, ið var á fundinum sum eygleiðari, gjørdist tað ovboðið, og reisti hann seg upp og spurdi fundarluttakarnar, hvat teir biltu sær inn. Nú høvdu teir í nærum tríggjar tímar spankað hendan mann­in, sum sinni­liga hevði svar­að øllum spurn­ing­um og ákær­ um. Um tey ikki skuldu trivið í egnan barm og spurt seg sjálv­an, um tey hava gjørt tað, tey áttu, fyri at stuðla um­boð sítt? Havi rímiliga harða húð, so eg kláraði væl at taka ábreiðslurnar. Kann eisini svara aftur. Men hansara orð hava fingið meg sjálvan at sett spurn­ingurin: Havi eg fingið tann stuðul, eg burdi, frá baklandi mínum? Eg havi siti í stýrinum fyri ALS síðani 2000. Hesa tíð hava vit ment stovnin á yms­ an hátt. Politiski myndug­ leikin er ikki sloppin fram at ognunum hjá stovnunum, og tað gjørdi, at hesar kundu vaksa til meira enn 700 mió. Kr. Hesar komu væl við, tá kreppan rakti og arbeiðs­ loysið vaks. Og í 2009 gjørdu vit stórar betringar í skip­ anini, sum ikki minst komu teim­um alment settu, ið gjørd­ust arbeiðsleys, til góð­ ar. Skerjingarnar í 2012 Í 2012 sansaði at, skipanin varð vorðin ov dýr, og greitt var, at við hetta lag varð kassin skjótt tómur. Har­ umframt var tað ein trupul­ leiki, at so nógv valdu at fáa pening frá ALS fram um at átaka sær eitt arbeiði. Tað skal altíð heldur loysa seg at arbeiða enn at ganga arbeiðs­ leysur. Máttu tí gera hesar skerjingar í skipanini. Í tilgongdini til ta semju, sum varð gjørd, hevði eg al­ samt fund við størstu fak­ feløgini. Hetta hevur verið eitt gott samstarv, eg havi havt við tey. Og tey skiltu eisini, at her mátti okkurt gerast, og eg mátti taka eina avgerð saman við restini av stýrinum. Var tí nokkso bilsin, tá al­mennu feløgini valdu at fara út og taka frástøðu frá tí semju, eg hevði verið við til at gera. Høvuðspersónurin aftan­ fyri hesa proklamatión var forkvinna í Heilsu­røktara­fe­ lagnum. Majbritt Mohr. Hon ringdi eisini til mín, tá avtalan varð gjørd, og skeldaði út. Tá eg so segði, at um onki skuldi skerjast, var einasta loysnin, at inngjaldið mátti hækkast til 2% ella meira. Vildi hon tað? Nei. Ja­ men, so bleiv kassin tómur um stutta tíð, segði eg. Ja, men um so varð, kundi ALS bara taka lán, svaraði hon. Og tað tvíhelt hon um, at eg skuldi havt fingið framt í stýrinum. Nú nýtist mær ikki at siga, at hetta uppskotið um at lata kassan blíva tóman og so taka lán bæði er tápuligt og als ikki letur seg gera. Hvørki stýrið ella politiski myndugleikin høvdu góðtikið nakað tílíkt. Øsingin hjá Jenis av Rana Men høvuðsorsøkin til at fak­feløgini valdu at melda út, var, at tingmaðurin Jenis av Rana hevði skapt øsing um málið. Tó eins og Majbritt Mohr hevði hann onga loysn, men vildi bara flyta fokus frá, at hann júst hevði lóggivið meira enn 6.000 kr. í sín egna lumma hvønn mánað. Jenis av Rana kann vera so frelstur, sum hann vera vil, men mammon er sanniliga ein av hansara gudum. Á fundinum fríggja­dag­ in viðgekk ein fak­felags­for­ maður eisini, at tey væl vistu, at tað var neyðugt at ganga við til hesar skerjingar. Men tey máttu eisini fara út at mótmæla hesum. Men hvat er hetta fyri nak­að? Fakfeløgini taka frá­ støðu frá nøkrum, sum tey vita, at umboð teirra má fremja? Nøkrum, sum tey høvdu gingið við til, um tey vóru í mínum sessi? Og har tey vita, at hetta er framvegis er ein góð skipan, har út­gjaldi er eitt hitt hægsta í Norð­ur­ londum. Fráfaringaravtalan fyri trygdargrunnin Á fundinum var Eyðstein Djurhuus, formaður í Skip­ ara- og Navigatørfelag eisini spurdur um avtaluna, sum Trygdargrunnurin hevði gjørt við fyrrverandi ALS- stjór­an. Tað kom hann ikki væl frá. Eyðstein Djurhuus segði hesar 300.000 kr., stjór­in nú hevði fingið frá Trygdar­ grunn­in­um, var løn, sum hes­in átti til góðar síðani 2011. Gomorin. Eg spyrji bara, fyri hvat ar­beiði? At Als hevði lagt hús til grunn­in, og starvs­fólk hava gjørt tær flyt­ing­ar, ið skuldu ger­ast? Nei, um nakað er ein for­ ering, so er tað hetta, sum Eyð­stein Djurhuus hevur stað­ið á odda fyri. Mítt egna felag Tað kann ikki undra nakran, at Eyðstein Djurhuus og Maj­britt Mohr stóðu á odda fyri at krevja, at eg skuldi varpast út uttan nakað. Onkur annar tyktist hava somu hugsan. Men tað mest skelk­andi var, at Súni Selfoss, næstformaður í mínum egna felag, Starvsmannafelagnum, eisini íðin talaði fyri hesum. Hetta fingu tey tó ikki framt, tí onnur ikki vildu góð­taka, at teirra umboð sum tann einasti skuldi ábyrgdast fyri hand­faringina í hesum máli og farast skuldi fram á hendan hátt. Men hvat billar Súni Sel­ foss sær inn? Hevur hann ikki skyldu til at stuðla og verja sínar limir, heldur enn at gera tað mótsatta? At fara sjálvboðin Nøkur vildu eisini fegin hava, at eg sjálvboðin skuldi lata sessin frá mær. Men eg svaraði nei, tað ætlaði eg mær ikki. Men í tí sambandi vísti eg á, at í hvussu er nøkur teirra, sum vóru á fundinum, høvdu verið við til at gjørt sera vánaligar sáttmálar, sum limirnir vóru illir um. Men eg hevði ikki lagt merki til, at nakar av teimum hevði sagt seg úr nevndini av hesi orsøk? Feskasta dømi er sjálv­ sagt sáttmálin, sum Starvs­ mannafelagið gjørdi fyri ein­um ári síðan, har limirnir fingu 0 kr. í lønarhækking. Og her kann eg vísa á dømi um ein annan solidaritet frá limunum, í mun til tað, eg havi uppliva: Til aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum í fjør, stóð forkvinnan Selma Ellingsgaard sum tann ein­ asta fyri vali. Fyri aðal­fund­in saml­að­ust limirnir frá Tórs­ havnar kommunu til fundar. Ikki fyri at fella Selmu, men tvørtur ímóti varð hildið, at tað var skeivt at lata Selmu, sum tann einasta í nevndini, svíða fyri vánaliga sáttmálan, sum felagið hevði gjørt. Helst var hetta við til at gera, at hon var vald inn aftur. Rástevnan hjá ALS í 2012 Í august í fjør helt Arbeiðs­ loysis­skipanin 20 ára stovn­ ingardag. Í sambandi við tað varð skipað fyri ráðstevnu í Norð­ urlandahúsinum við fleiri fyrilestrum og kjaki. Har vóru nógv fólk, og ar­ beiðsgevararnir og arbeið­ara­ feløgini vóru væl um­boðað. Men har var ein bólkur, ið ikki møtti upp, hóast tey høvdu fingið innbjóðing, og tað vóru almennu fak­felags­ umboðini. Og hetta var eisini lagt til merkis, tí fleiri spurdu meg, hví so var? Og eg mátti siga, at eg onki svar hevði. Ein persónur møtti upp Skal ikki siga, at onkur, eg kenni minni væl, var á fund­inum, men bert tann eini formaðurin hevði gjørt sær tann ómak at vera við til tiltøkini í Norður­landa­ hús­inum hendan dagin. Og tað var forkvinnan í Føroya Peda­gogfelag, Maud Wang Hansen. Har fingu vit bæði eisini eitt gott prát og vóru samd um, hvussu gevandi og áhugaverdir fyrilestrarnir og kjakið hevði verið. Men hví helt Herálvur Jacobsen, formaður í Lærara­ felagnum ikki, at hendan ráð­ stevna var verd fyri hann at fara til? Hví var Eli Brimsvík, for­ maður í Havnar Hand­verk­ arafelag, ikki har? Kanska hann hevði fingið svar uppá onkran spurning, hann ikki fekk svar uppá á fundinum, vit høvdu. Hví kom Óluva í Gong frá Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar ikki niðan har handan dagin? Er tað ikki eisini gott, at fáa nakað av positivum íblástri og vit­ an? Og hví var ongin frá Starvs­mannafelagnum har? Og hvar vóru allir hinir for­menninir og nevndar­lim­ irnir? Fyri fundin skrivaði Eyð­ stein Djurhuus grein um svínaríið við, at ALS brúkti túsundavís av pengum til eitt stórt ball. Tað einasta ballið eg kendi til, var ein døgurði fyri starvsfólk og stýrislimir, og tað sá eg onki skeivt í ein slíkan dag. Men tað kann ikki vera so rívandi galið, at hetta var orsøkin til, at feløgini boy­ kottaðu ráðstevnuna? Tey gevast ongantíð Í skrivandi stund síggi eg, at Majbritt Mohr er úti við grein. Veit ikki, hvat eg havi gjørt henni, men hon steðgar ikki á, fyrr enn hon sær blóð. Og henni á baki kemur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Hann skriv­ar, at stjórin hevur fing­ ið alla hesa upphædd, fyri at siga upp. Hví ert tú ikki er­ ligur, Eli? Longu hósdagin sendi eg tær og hinum fak­fe­ lagsformonninum skriv, har eg greiddi frá, at stjórin var uppsagdur. Hetta vita øll. Fráboðanin frá feløgunum Á fundinum fríggjadagin samdust luttakararnir um eina fráboðan, har heitt varð á alt stýrið, um at leggja frá sær. Tað tók sera drúgva tíð hjá teimum at semjast um, hvør útmeldingin skuldi verða. Tey máttu jú koma út við onkrum. Men eg kendi, at ein stórur partur av fak­ felags­umboðunum mettu, at eg yvirhøvur hevði gjørt eitt gott arbeiði í stýrinum, tó at tað, sum var hent í hesum málið, ikki var í lagi. Landsstýrismaðurin Jó­ han Dahl hevur ongar ætlanir um at koyra stýrið frá. Eisini hevur hann longu sett hol á arbeiðið við at áseta reglur í sambandi við starvssetan av stjórum, so hetta ikki kemur fyri aftur. Hetta er nakað, eg alment havi sóknast eftir, so tað fegnist eg um. Kenni meg noyddan at koma við hesum bersøgna upp­sangi. Fakfeløgini skulu sjálvandi verða á varðhaldi og tala at, tá nakað sum ikki er rætt, fer fram. Men haldi eisini, at tit eiga at taka í egnan barm og hugsa um, hvør leiður tykk­ um og ikki lata tey, ið skapa sær posisjón við at traðka á onnur, stýra fak­felags­sam­ starvinum. Kartni Ravnsfjall Hoyvík