Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú stjórin í ALS seinastu árini, alment í øllum føri, hev­ur valt at siga seg úr starvi, hevur mikið rok tikið seg upp um tað lukrativu frá­ faringaravtaluna, hann hevur fingið frá ALS-stýr­in­um. Eg haldi avgjørt, at hetta er ein háðan ímóti teim­um arbeiðsleysu, og ar­beiðs­ marknaðinum sum heild. Ein persónur, tað veri seg stjóri, ella onkur annar, sum velur at siga seg úr starvi, eigur sjálvsagt ikki at fáa nakra fráfaringaravtalu, ella sum tað kallast á fak-máli eitt gylt lógvatak. Tá ið tað er sagt haldi eg avgjørt, at tað er stýri, sum situr við apuni, og má hetta metast at vera einki minni enn ein rein falitt-erklering. At nú fyrrverandi stjór­ in, Ernst Jacobsen, hevur megnað at trilla stýrið fyri ALS um sín lítlafingur, má metast at vera einki minni enn eitt bragd av honum, men sera ósmakligt má sig­ ast. Hann mátti ikki kom­ ið sær at víst eina slíka vanvirðing fyri arbeiðs­ marknaðinum, sum hóast alt hevur breyðføtt hann væl og virðiliga í fleiri ár, serstakliga nú øll onn­ur noyðast at taka til takk­ar við minni útgjaldi, størri inn­gjaldi og eykað bíði­ døg­um. Eisini má ein seta stórt spurnartekin við okkara umboð í stýrinum. Hvar eru tey í hesum svansinum? Tað er lætt at krógva seg aftan fyri tagnarskylduna, men tit hava fyrr talað at, so hví so tigandi nú? Hvat hendi í 1997 við tá verðandi stjóra?og hví hevur mann ikki syrgt fyri, at slíkt ikki kundi henda aftur? Haldi at alt Føroya fólk hevur krav upp á eina frágreiðing. Tá ið allur sannleikin ikki kemur fram, eiga fak­ feløgini at skifta øll um­ boðini í stýrinum út, um naka trúvirði skal fáast á Als skipanina aftur. Haldi ikki, at stýrisformaðurin einsa­ mallur eigur alla ábyrgd­ina av hesum. Eli brimsvík formaður, Havnar Handverkara­felag ALS: Alt stýrið eigur at fara frá Fakfeløgini svíkja síni egnu Eg skilji sera væl, at fak­ feløgini eru í øðini um, at stýrið fyri ALS hevur forgylt fráfarna stjóran við eini risaupphædd. Sjálvur havi eg eisini almannakunngjørt mína øði um hetta – á Face­ book. Men at fakfeløgini á al­ manna arbeiðsmarkn­að­in­ um nú alment hava heitt á stýr­ið um at fara frá uttan yvirhøvur at taka í egnan barm og uttan yvirhøvur at hugsa um, at tey framman fyri øllum Føroya fólki kross­ festa sínar egnu limir, tá flýgur sinnið í meg. Hvat billa tey sær inn? Tey skulu verja sínar lim­ ir úteftir, so leingi hes­ir eru limir. Altíð og uttan und­ antak! Hetta er ein ófrávíkilig aðalregla í fakfelagsarbeiði, hóast hon ikki stendur skriv­að nakra staðir. Um eitt fakfelag ætlar at tveita ein av sínum limum fyri úlvarnar, so eigur tað fyrst at ekskludera hendan limin. Eg havi sjálvur verið fak­ felagsaktivur í mong harrans ár bæði í Danmark og í Før­ oyum, og havi eisini sitið í fak­felagsnevnd, so hetta er ikki bara tikið úr leysum lofti. Almennu fakfeløgini hava uttan at blunka offrað sítt egna umboð í stýrinum og turk­að alt av upp á hann, sum um tey sjálvi ikki eiga nakra med­ábyrgd. Fakfeløgini hava sjálvi skyldu til at lata teirra um­boð í ALS-stýrinum væl og virði­ liga í til at røkja upp­gávuna. Og fakfeløgini eiga sjálvi at vera uppsøkjandi og syrgja fyri at fáa neyðugu kunn­ ingina frá teirra umboðum. Júst hett málið er dømi um, at fakfeløgini ikki hava gjørt teirra arbeiði og syrgt fyri at teirra um­boð var fyri­reikað til ein slíka støðu sum hesa við frá­far­ingar­ avtaluni hjá Ernst Jacob­ sen, fyrrverandi ALS-stjóra. Tí ALS hevur einaferð fyrr sloppið sær av við ein stjóra og rindað honum 13 mán­ aðar­lønir fyri tað. Tískil eigur problematikkurin ikki at koma óvart á fakfeløgini. Um tann stjórin segði upp sjálvur ella varð upp­ sagdur, minnist eg ikki, men tað er líkamikið í hesum saman­hanginum. Tað sum er kjarnan í málinum, er, at ALS-limirnir skulu rinda ovurhonds upphæddir til fráfarnar stjórar, meðan kass­ in annars nóg illa megnar at halda sína høvuðsskyldu, at lata stuðul til sínar ar­beiðs­ leysu limir. Hetta er ikki ein verju­ røða fyri atburðin hjá ALS- stýr­inum, tí onki er at ivast í, at tey gjørdu skeivt, tá tey skriv­aðu undir frá­faringar­ avtaluna hjá Ernst Jacobsen. Men stýris­limirnir, tilnevndir av fakfeløg­unum, sum eg havi hoyrt úttlað seg, siga seg hava gjørt hetta, tí teir høvdu álit á tí ráðgeving, teir fingu – millum annað frá nú frákoyrda stýris­ formanninum, ið er ein av teim tungu løgfrøðingunum í Føroyum – og tí onki al­ ternativ lá á borðinum. Kanska vóru stýrislimirnir naivir og skuldu havt leitað sær ta óheftu ráðgeving sjálvir, sum teirra fakfeløg ikki høvdu syrgt fyri at givið teimu upp á forhond. Men at teir skulu kross­ festast alment, meðan teirra fakpolitiska bakland pussar gloriur, tað er, fyri at brúka miðalvarpingina hjá einu øðrum illum eysturoyingi, sørindansemeg ikki í lagi. Ingolf s. olsen fiskimaður og fríyrkis- journalistur kjak Viðv. handfaringini av málinum- og viðv. fráfaring­ ar­avtaluni við Ernst Ja­cob­ sen, stjóra á Arbeiðs­loysis­ skipanini Kommunala Arbeiðs­ gev­ara­felagið skal her­við vísa sína ónøgd við hand­ faringina hjá ALS – stýr­ inum av málin­um um Ernst Jacobsen, frá­farna stjóra á Ar­beiðs­loysis­skip­ anini umframt frá­faringar­ avtaluna, sum stýrið hevur gjørt við sama. Kommunala Arbeiðs­ gev­arafelagið hevur sum al­mennur arbeiðs­gev­ari ver­ið við at út­nevna al­ menna um­boðið í ALS – stýrið. Um­boðið hjá al­mennu arbeiðs­gev­ar­ un­um í ALS – stýrinum Bjørg­fríð Ludvig hevur í sam­bandi við starvsskifti boðað ALS – stýrinum frá, at hon ikki helt fram í ALS – stýrinum. Hennara sein­ asti starvsdagur var tann 31. desember 2012. Sostatt var Bjørgfríð Ludvig ikki við at undirskriva frá­far­ ingaravtaluna, sum ALS – stýrið hevur gjørt við Ernst Jacobsen, fráfarna stjóra á Arbeiðsloysisskipanini. Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum undrast á, at varalimurin hjá almennu arbeiðs­gevar­ unum, Snorri Fjallsbak, ikki varð boðsendur av ALS – stýrinum, í sambandi við at Bjørgfríð Ludvig tók seg úr stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina. Serliga undrast nevndin í felagnum á, at Snorri Fjalls­ bak, sum allarhelst er tann enbætismaður, sum hevur stórstu servitan innan øk­ ið ikki varð kallaður til fundar í samband við eitt so týðandi mál, sum hetta mál um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen er. Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skal við hesum heita á landsstýrismannin í vinnu­ málum, um at greiða okk­ um frá, hví umboðið fyri al­ mennu arbeiðsgevararnar ikki varð kallað til fundar í sambandi við málið um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen. Eingin ivi er um, at álit­ið á ALS - stýrið er burtur, tí tekur Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið undir við, at landstýrismaðurin í vinnu­ málum, tekur neyðugar av­ gerðir, so at álit aftur fæst á Arbeiðsloysisskipanina. Kommunala Arbeiðs­gev­ arafelagið heldur ikki, at tað er nóg mikið, at stýris­ for­maðurin í Arbeiðs­loysis­ skipanini leggur frá sær. Fyri at endurskapa álitið á Arbeiðsloysisskipanina fer nevndin í Kommunala Ar­beiðsgevarafelagnum at heita á landsstýris­mann­ in­um í vinnumálum, um eisini at heita á hini um­ boðini í ALS – stýrinum, sum hava undirskrivað frá­ faringaravtaluna við Ernst Jacobsen, um at leggja frá sær alt fyri eitt. Stýrið eigur at leggja frá sær alt fyri eitt Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Heðin Mortensen, formaður