Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skúladepilin við Marknagil - samfelags­ menningin ein politisk kastibløka Vantandi politiskar visjónir Fyrireikingarnar til bygg­ ing­ina av Skúladeplinum við Marknagil hava nú stað­ið uppá í umleið 5 ár – enn er bygg­ ingin ikki farin í gongd. Hetta byggiprosjektið hevur fingið nógv skot fyri bógvin og brúkt sum polit­isk kasti­bløka – eitt nú vegna vant­andi politiskar vi­sjónir, vant­andi felags mál og semjur, kleivarskap og polit­ iska vant­andi handli­megi. Vit kunnu siga, at tað er gott, at vit liva av fiski og fiskaaling, sum náttúran veitir okkum og ikki vitanarrættum tænastum, har íløgur í bygging, útgerð, tøkni og menniskjaligar før­ leikar eru eitt krav fyri at megna kapp­ingingina og yvir­ liva – við part­víst undan­tak av fiska­aling. Handfaringin av ætlaða Skúla­deplinum minnir alt meira um eina gíslatøku av okk­ara ungdómi. Tí er tað væl skilj­andi, at tey og onnur vaks­in ivast meira og meira um til­veru­grundarlagið hjá Før­oy­um og velja ikki at koma heim­aftur at arbeiða. Sjálvt nýliga setti pro­sjekt­sjefurin hjá Lands­verk, sum er føroy­ ingur, og sum kom at loysa byggi­upp­gávuna, “flýggjar av land­in­um” – ongi fólk við virð­ ing fyri sínum faki o.a. kunnu standa modell til slíkan ópro­ fessio­nellan at­burð og kaos. Høvuðsorsøkin til, at Stu­ dentaskúlin í Hoydølum kom við í prosjektið var tí, at tey ungu nærmast gjørdu uppreistur og skóru út í papp fyri m.a. teimum eldru politikarunum, at bygn­ingurin í Hoydølum var óbrúki­ligur til undir­vísingar­endamál. Hetta vísir m.a. vantandi dynamikkin í polit­iska arbeiðinum og at vit rað­festa politiskt uttan visjónir, mál og strategi. Tey rák, sum vit eiga at taka til okk­um koma vanliga ikki fyrr enn 20-30 ár eftir og harvið alt ov seint. Løgtingið hevur ábyrgdina Skúladeplin við Marknagil er eitt komplekst og kompli­ser­ að byggiprosjekt – talan er ikki um at byggja eina ba­rakk ella líknandi. Tí eig­ur fak­kunn­ leikin at fáa frið og náðir at laga pro­sjektið soleiðis til, at eyka­ játt­anin verð­ur so avmark­að sum gjør­ligt og uttan, at tað gong­ur út yvir funk­tionali­tet­ in í bygninginum. Landsstýrismaðurin í Menta­málum roynir saman við Lands­verk at laga pro­sjektið soleiðis til, at hetta mest møgu­ ligt kann nærk­ast játtanini uppá 391 mió.kr. Hinvegin vita vit, at bara príshækkingar í hesum 5-ára tíðarskeiðnum við m.a. fyri­reikingum og politiskum kegli, telir umleið 35 mió.kr. av teimum 70 mió.kr., sum tal­an kanna verða um at játta eyka til íløguna. Altso tíðar­spill og drál kost­ar nógv­ar skattapengar. Har­aftur­at kemur leypandi mist nyttu­virðið av teimum longu brúktu 45 mió.kr. til pro­ sjek­tering. Tá landsstýrismaðurin hev­ur fingið til vega neyð­ugar upp­lýsingar, er tað ábyrgd­in hjá Løgtinginum at viðgera málið og útvega neyð­ugu játt­ an­ina, soleiðis at farast kann undir bygg­ingina skjót­ast gjør­ligt. Frávik millum ætlanir og veruligan kostnað Høvuðsorsøkin til, at pro­sjekt­ ið vísir seg at gerast nak­að hægri enn upprunaliga mett, er tí, at hvørki byggi­skrá, rúm­skráir o.a. varð gjørt, áðr­ enn upp­hæddin uppá tær 391 mió.kr. varð ásett. Politiska skip­anin vildi hava blindan trygg­leika fyri, at upphæddin gjørd­ist tær 391 mió.kr. – opin­ bart uttan mun til, hvussu bygn­ingurin, funk­tiónelt og hýs­andi 3 stór­um skúlum, kom at síggja út og virka. Og utt­an mun til prís­hækkingar. Eisini undir­vísing­ar­amboð og út­gerð uppá um­leið 60 mió.kr. eru hild­nar uttan­fyri. Við hesum arbeiðshátt­ in­um er stórur vandi fyri, at alt ikki gongur sum ætlað. Kort­ini er prosjektið væl fyri­ reikað og gjøgnumhugsað síð­ an – trupulleikin er heldur, at tey, sum vita minst um Skúla­ depilin úttala seg mest og oftast - og lata seg ávirka. Vón­ andi verða tað ikki hesi fólkini, sum avgera hvørt prosjektið gerst veruleiki ella ikki. Tað er tiltikið, at allar sam­ferðsluverkætlanir, skúla­byggingar, havna­bygg­ ingar gjøgnum 1980´ini og 1990´ini skulu faldast enda­ liga við 2 ella 5 í mun til ætl­ aða kostnaðin. Sostatt eru kostn­aðarmetingarnar vorð­ nar nógv neyvari í dag, men kunnu gerast betri og neyvari um rætt verður atborið. Avleiðingarnar av, at prosjektið ikki kemur víðari Mentamálaráðið hevur lagt fyri Løgtingið eitt lógar­upp­ skot um endur­skoð­an av gym­nasialu útbúgv­ing­um, her­undir at gera eina breyta­ skip­an við nýggj­um møgu­ leik­um hjá næm­ing­un­um at velja og seta saman sína út­búgving. Henda skipan kann ikki útnyttast og setast í verk so leingi skúlarnir ikki verða lagdir saman fysiskt og organisa­toriskt – skulu verða á ein­um stað. Tað bíðar ein organisa­tións­menning, har 3 skúlar skulu leggj­ast saman í ein stovn og húsast í sama bygn­ingini – t.e. fe­lags stjóra, felags umsiting, felags, kantina, felags bókasavn, fe­lags ítróttar­fasiltetir o.a. Allir hesir stóru fyri­mun­ir, rationali­seringar, synergi­ effektir og mennandi um­ hvørvi stend­ur og bíðar - og kostar í vant­andi møgu­leik­ um og men­n­ing hjá næm­ing­ unum. Har­afturat koma sum áður nevnt eyka kostnaðir frá hægri prís­støði og longd­ari byggi­tíð. Tað vendist ikki aftur Tað er politiskt ábyrgdarleyst at steðga prosjektinum – brúkt­ar eru 45 mió.kr. til pro­sjek­tering og prosjektið er kom­ið til “the point of no return”. At steðga pro­sjekt­ in­um svarar til, at Løg­tingið kyn­iskt “brennir av” tær 45 mió.kr., sum eru skatta­borg­ ar­ans pengar – til tess skulu góðar grund­gevingar. Verður hetta prosjektið steðgað og nýtt sett á stovn, verða 45 mió. kr. færri at byggja fyri ella bara 346 mió.kr. “Tað, sum eg framum alt sóknist eftir er stórbæri. Tað, sum er stórt, er altíð vakurt”: Napoleon Bonaparte. Spurn­ingurin er, um før­ oyingar gera nakað stórt, nak­að fantastiskt ella nakað nýskapandi – politiskt ella vinnu­liga? Her er eitt gott høvið at vísa okkum sjálv­um og umverðini, at vit megna at gera nakað stórt og ný­skap­ andi, sum vit øll kunnu verða stolt av og ikki minst, sum kann verða við til at menna okkara samfelag, ungdóm, høvuðs­stað og vinnu. Fari at heita á allar løg­ tings­politikarar, eisini um­ boð­andi Streymoyarøkið, um at traðka í karakter og gera tað, sum tit eru starvssettir til at gera í einum slíkum máli og prosjekti sum hesum. Tórshavn tann 15. januar 2013 Annfinn Brekkstein Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, Sambandsflokkurin Alt ALS-stýrið má frá og avtalan ógildast Hósdagin í farnu viku var fyrr­verandi ALS-stjórin í út­ varpinum og greiddi frá, at hann hevði sagt seg úr starvi, tí hann eftir tólv árum í ALS helt, at tíðin var búgvin at royna nýggjar avbjóðingar. Um kvøldið var nú frákoyrdi ALS-stýrisformaðurin í Degi og viku, har hann fyri Før­oya fólki fortaldi, at ALS-stjórin hevði valt at siga seg úr starvi. Tá ið tað dagin eftir kem­ ur fram, at ein vitleys frá­far­ ingar­avtala er gjørd, vita øll, at her ruggar ikki rætt. Stýr­ ið og stjórin hava dult sann­ leikan fyri Føroya fólki, men við fráfaringaravtaluni varð lygn­in avdúkað. Hóast fakfeløgini á al­ menna arbeiðs­markn­aðinum vóru á fundi við sítt umboð í stýrinum fríggjadagin, vita vit ikki, hvør ósemjan er. Tað verður dult sum mansmorð. Einasta, ið verður sagt á fund­inum, er, at eingin onn­ ur loysn enn júst henda frá­ far­ingaravtalan kundi gerast. Líkn­andi pástand førir annar limur í stýrinum fram í Degi og viku fríggjakvøldið. Sum skilst hava ikki færri enn tríggir løgfrøðingar sitið í tveir mánaðir fyri at fáa hesa avtaluna gjørda: Fyrrverandi stýrisformaðurin, ið er løg- frøðingur, og tveir aðrir; ein umboðandi fráfarna stjóran og ein umboðandi ALS-stýr­ið. Hóast stjórin var settur við uppsagnartreytum sam­ bært starvsmannalógini (sum hevði givið honum seks mán­aða uppsagnarløn), fekk stýrið at vita, at uppsøgn sam­bært hesari lógini ikki kundi lata seg gera. Guð viti, hvat ósemjan snýr seg um, tá ið vanlig uppsøgn ikki kann gevast! Onkur einstakur hevur fílst á, at fakfeløgini ikki hava latið sítt umboð nóg væl í til at røkja hesa uppgávuna. Til hetta er bert at siga, at eingi fakfeløg yvirhøvur vórðu kunnað um, at ósemja var millum stýrið og stjóran. Ei heldur vistu vit, at uppsøgn ella fráfaringaravtala var á veg. Havi eg skilt tað rætt, hevur stýrið ikki so frægt sum verið saman og veruliga við­gjørt støðuna um uppsøgn ella fráfaringaravtalu, áðr­enn limirnir skrivaðu undir. Lim­ irnir vórðu drignir upp á tráð av fyrrverandi for­mann­inum, skilst. Stýrisumboð greiðir frá, at tað er kotyma, at øll í stýrinum skulu vera samd, áðrenn nak­ að kann undir­skriv­ast. Um so er, so er hetta ein sjúk kotyma! Í einum fólkaræði er tað sann­føringin hjá hvørjum ein­støkum, ið ræður. Apropos einstaklingin: Stýrið manglaði ein stýrislim, tí ein teirra var farin úr stýrinum. Men vara­limurin varð ongantíð inn­kallaður! At eingin stýris­ fund­ur hevur verið, har allir stýris­limirnir hava havt møgu­ leika at við­gera fráfaringar­ avtaluna, áðrenn teir skrivaðu und­ir hana, ber ikki til at góð­ taka. Fakfeløgini, ið hava valt stýrislimirnar, mugu av røtt­ um kunna seta spurnar­tekn við teirra førleika, tá ið teir í hes­um málinum ikki sýn­ast at hava røkt sína upp­gávu nóg væl. Hetta snýr seg ikki um at lata um­boðini nóg væl í. Einki álit er á ein­um stýri, har eing­in limur hevur kravt ein full­mann­að­an stýrisfund at við­gera av­taluna, áðrenn hon verður undir­skrivað. Hetta eiga lim­irnir uttan himpr at taka til eftirtektar. Fráfaringaravtalur av hes­um slagi eiga als ikki at kunna lata seg gera. Hvørki á al­mennum, hálvalmennum ella líkn­andi arbeiðsplássum. Tá ið stýri ella nevnd eru sett at umsita pening, ið al­menn­ ingurin rindar í kassan, skal slíkt ikki bera til. Bara tí, at fólk eru givin at brúka vanligt vit og skil, hava løgfrøðingar fingið møguleikan at gera slíkar ørar avtalur. Stjórar fáa eina høga løn fyri ta ábyrgd og teir vansar, ið fylgja við starvinum. Tað er nokk! Og tí skal ein stoppari setast fyri órímiligum fráfaringar­av­ talum í stundini. Í hesum umrødda máli eigur umsitingin beinan­vegin at kanna, um fram­ferðar­hátt­ urin er so skeivur, at avtalan kann ógildast. Majbritt Mohr forkvinna í Heilsurøktarafelagnum kjak