Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Marknagil ....... Til Føroya Løgting att: Løgtingsformaðurin, løgtingslimir og landsstýrisfólk Avrit sent fjølmiðlunum. Nógvur og ofta ógvusligur mótburður hevur í mong ár órógvað og beint fyri, at finna loysnir á tørvinum at útvega útvið 1500 næmingum í miðstaðarøkinum, har uml. 40 % av Føroya fólki býr, rími­ ligar undirvísingar­karmar. Ítøkiligu ætlanirnar í 1999, við vinnaraprosjekti í 2000, um at byggja ein bygn­ ing við Marknagil til teir tríggjar skúlarnar: Tekniska Skúlan í Tórshavn, Føroya Hand­ilsskúla og Føroya Stu­dentaskúla og HF skeið, hevur, nú vit skriva 2013, 14 ár á baki. Byggingin av kørmum til teir tríggjar skúlarnar hevur verið og er ein ”tornur” í eygunum hjá mongum. Svárast er tó, at størsta mótstøðan hevur verið og er frá mongum teirra, sum hava ábyrgdina, valdið og møgu­ leikan, -teimum, tú væntaði høvdu, sum aðalmál, at gera skilagóðar loysnir og íløgur í føroyska samfelagið. Tað vekur undran, hví lands­politiska skipanin sein­ astu 14 árini hevur havt so torført at loysa tann álv­ars­ liga hølistrupulleikan, sum teir tríggir skúlarnir í Tórs­ havn við útvið 1500 næm­ ingum hava. Seinasti skúlin, sum er bygd­ur í Tórshavn, um­sitin av landspolitiska myndug­ leik­anum, var Føroya Hand­ ilsskúli - hesin var tikin í nýtslu í 1983, t.v.s. fyri 30 árum síðani – hugvekjandi ! Aftaná hetta tíðarskeiðið eru tað tó- tíbetur fleiri skúl­ ar runt landið – sum eru bygd­ir ella útbygdir - nevn­ ast kunnu: • Studentaskúlin á Kambs­ dali • Handilsskúlin á Kambs­ dali • Fiskivinnuskúlin í Vest­ manna • Skúladepilin í Hovi • Tekniski Skúlin í Klaksvík Marknagil: Gongdin at byggja undir­vís­ ingarkarmar til teir tríggjar skúlarnar í høvuðstaðnum seinastu 14 árini kann í stutt­ um lýsast á henda hátt: • Í 1999 setti lands­stýris­ maðurin í Mentamálum “Arkitektakappinginina”, at byggja ein bygning til teir tríggjar skúlarnar: Tekn­iska Skúlan í Tórs­ havn, Føroya Hand­ils­skúla og Føroya Stu­dentas­kúla og HF skeið í Markna­gili, í verk. • Í 2000 var vinnarin av ”Arki­tektakappingini” funni­n og vóru verk­ætl­ anirnar vístar fram í út­ varpshøllini í Sortu­dýki. • Í 2001 steðgaði lands­ politiski myndugleikin verkætlanini. Sagt var, at hon kundi takast upp­aftur um 3 ár. • Í 2002 gjørdu sjálvs­ogn­ar­ stovnarnir Føroya Hand­ ilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, eftir áheitan frá pørtum av lands­politiska myndug­leikanum, eina roynd: Í fyrstu atløgu hølir byggj­ast til hesar báðar skúl­ar­nar. Verkætlanin var skip­að soleiðis, at Før­ oya Stu­dentaskúli og HF skeið, møgu­liga, um lands­ politiski myndug­leikin til ta tíð tók undir við hesum, kundi byggj­ast saman við hinum báð­um skúlunum. Skipanaruppskot var fyri­ reikað og lagt fyri Før­oya Løgting. Hóast lógar­heim­ ildir vóru fyri hesari verk­ ætlanini, steðgaði lands­ politiska valdið hesari ætl­anini. • Tann 12. mai 2003 setti lands­stýrismaðurin í Menta­málum aftur eina nýggja bygginevnd, sum skuldi gera uppskot til at stíla fyri bygging av skúla­depli­num, har allir trígg­ir skúl­arnir vóru við. Upp­skotið til skipanar­ verk­ætlanina var handað landsstýriskvinnuni í no­ vember 2003. • ­Landspolitiski myndug­ leikin stóð sum ”ryssa yvir deyðum fyli” - Onki úrslit • Í 2006 var Løgtingslóg at veita lán at byggja mið­ námsskúla í Marknagili í Tórshavn samtykt. Lógin fevndi um tveir skúlar Før­oya Handilsskúla og Tekniska Skúlan í Tórs­ havn. • Byggiskráin fyri hesa verk­ætlanina var handað landsstýrismanninum í Mentamálum í desember 2007. • Í 2008 var verkætlanin víðkað til eisini at fevna um Føroya Studentaskula og HF skeið. Hetta er so­kallaða verkætlanin »Skúla­depilin við Markna­ gil” • Nú vit skriva 2013 hongur henda verkætlanin helst í einum sera tunnum tráði. Viðmerkingarnar omanfyri eru ætlaðar at vísa á, at við tí sundurlindi og atgerðarloysi, sum landspolitiski myndug­ leikin í hesum málinum hev­ ur lagt fyri dagin seinastu 14 árini, er ikki rokkið á mál. Tað, sum tí hevur týdning í dag, er, at landsspolitiska skipanin, sum nú ræður fyri borgum, tekur ábyrgd í hesum álvarsmáli og tekur lógvatak. Hetta er alneyðugt, fyri at landspolitiski mynd­ug­ leikin loksins kann loysa ta naggatódn, sum byggi­verk­ ætlanin nú enn einaferð er komin í. - Henda 14 ára gamla verkætlanin, sum er loysnin fyri at skapa rímiligar karm­ ar til tey útvið 1500 ungu lesandi og tey umleið 200 starvsfólkini, sum koma at hava sítt dagliga arbeiði har. Kendu orðini hjá Sørin Kierke­gaard eru helst í hes­ um sambandi hóskandi at hava í huga: »livet skal leves forlæns, men forstås baglæns« Egon øregaard Skúlastjóri á TST og bygginevndar- limur øll 14 árini Menningin av undir­vís­ ingar­kervinum fer fram við tílikari ferð í løtuni, at ilt er at meta um hvørjar av­bjóðingar vit standa við, við endan av árinum 2013, tí ber als ikki til at hyggja 50 til 70 ár fram í tíðina við Marknagilsloysnini, har nýtt­ur verður ein leistur, sum tíðin er runnin frá longu í dag. Í londunum rundan um okkum er tað ein royndur lutur, at tað er ikki tann les­andi sum kemur til “skúl­an”, men “skúlin” má koma til tann lesandi, við júst teimum tilboðum sum rákið í tíðini krevur. Longu í dag er ikki neyðugt at fara frá húsum, ynskir tú at fara undir fyrireikandi og hægri lestur. Tíðin er farin frá Marknagilsdeplinum. Tørvur er á tilboði sum røkkur út um gomlu ramm­ urnar sum eru góð hølir og góð frálæra. Karmar til sosial- og mentunarlig tiltøk, sum skapa relatiónir og intellektuella menning, skal vera integreraður partur av útbúgvingarumhvørvinum. Tað verða tílíkar karmar ungdómur okkara verður at søkja til. Verður hann ikki skaptur her á landi, søkja tey uttanlands, og Markna­ gilsdepilin nøktar als ikki henda tørv. OECD ber fram í frá­ greiðing hvønn týdn­ing høvuðstaðurin hev­ur fyri landið, og finn­ist m.a. at donsku fólka­tings­politik­ arum, at hesir hava alt ov lítla umsorgan fyri høv­uðs­ staði teirra. Er trupulleikin at finna her heima hjá okk­ um eisini? Mælt verður m.a. til at seta ein ráðharra fyri høvuðsstaðin. Uppgávan er munandi størri enn at skapa karmar til 1200 næmingar og 300 lærarar við ein ringveg. Neyð­ugt er at skapa sosial­ ar- og mentanarligar karm­ ar, har vit menna eina fram­komna býkjarnu, eina fram­komna gongugøtu við við­komandi “býrúmum”, ein fram­komnan lestrarbý, við alskins sosialum- og ment­anar­ligum tilboðum, í okk­ara vindbarda høvuðs­ staði. Marknagilsdepilin er ein bjarnatænasta fyri okkara ungdóm og landið sum heild, tá einans verður hugt eftir hvussu til ber at skapa góðar karmar fyri frálæru. Íløgan verður sera illa gagn­nýtt. Ímyndið tykkum hin­vegin, við føroyskari arbeiðsmegi at fara undir eina miðvísa menning av høvuðsstaði okkara, næstu fimm til seks árini, við smærri verkætlanum, sum eru einfaldar at stýra, og sum at enda hevur við sær at 1200 næmingar streyma út í miðbýin í høvuðsstaði okkara hvønn skúladag. Tilboð Eg havi sett meg í samband við altjóða arkitekta­fyri­ tøku, sum hevur ser­kunn­ leika á økinum, sum er áhuga í at fara í samstarv við Lands­verk og Tórshavnar komm­unu, um í felag at flyta Miðnámsskúlarnar om­an í miðbýin, har til ber at byggja eftir føroyskum leisti, einans við føroyskari arbeiðs­megi, í smáum eind­um, ymsastaðir í mið­ bý­num, forskotið í tíð um neyð­ugt, so ment verður eitt um­hvørvi sum er kapp­ ingar­ført við lestrar­býirnar í londunum kring okkum. Marknagils­ depilin er ein bjarna­tænasta! Dánjal M. joensen Formaður í Ung fyri Miðflokkin Á fundi í stýrinum fyri Als 15. Jan., har frágreiðing frá stýr­inum í Als til lands­ stýris­mannin viðvíkjandi frá­faringaravtalu við fyrr­ ver­andi stjóran á Als varð við­ gjørd, kom eg við tí fráboðan, at hóast ein meirilutin í stýr­ inum framvegis metti at rætt var at gera hesa avtalu, tók eg ikki undir við hesum. Hetta er ikki komi við í frágreiðingina. Formaðurin í stýrinum, Eyðfinn Jacobsen, hevur vátt­að fyri hesum, og sagt, at hetta verður rættað. Tískil er tað ein meiriluti í stýrinum, undantikið Kartni Ravnsfjall, ið hevur ta støðu, at skilabest var at gera hesa avtalu. Kartni Ravnsfjall Stýrislimur í Al Rætting