fríggjadagur 18. januar 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avtøka av ferðaavgjaldinum
Framsókn
Tí hevur Framsókn lagt
lógaruppskot
um
avtøku
av ferðaavgjaldinum fyri
tingið. Uppskotið snýr seg
um, at fáa ferðaavgjaldið
heilt burtur innan 2016 og
at gera hetta so einfalt sum
møguligt, soleiðis at ongin
umsitingarkostnaður verður
av at broyta gjaldið.
Bæði í 2011 og 2012 hev
ur Framsókn skotið upp, at
lækka
ferðagjaldið
mun
andi. Nú er komið glið á
– løgtingið hevur samtykt
at lækka inntøkurnar frá
ferðaavgjøldum við 3 mill í
ár. Roknast kann tí við, at
restupphæddin ca. 11 mill., er
burtur innan heilt stutta tíð.
Umráðandi er, at lækk
ingin av avgjaldinum verður
gjørt í samráð við vinnuna.
Longu nú er greitt, at tær 3
mill, sum samtyktar eru at
lækka ferðagjaldið við í ár,
koma ov seint – soleiðis at
skilja, at ferðaskrivstovurnar
longu hava selt og markn
aðarført seg við teimum 120
kr. fyri árið í ár.
Tí er kanska skilabest ikki
at lækka gjaldið fyrr enn í
heyst ella støðla peningin
fyri í ár til næsta ár og tá
lækka gjaldið við 90 krónum.
Sum nevnt er umráðandi, at
lækkingin av gjaldinum ikki
hevur umsitingarligar av
leiðingar við sær; at boðað
verður frá longu nú, at gjaldið
verður burtur í 2016 – soleiðis
at vinnan kann fyrihalda seg
til hetta og leggja sín sølu
politikk hareftir.
Nú flogvøllurin er longdur
og betri útgjørdur, kunnu vit
rokna við at fleiri feløg fara
at bjóða seg fram at flúgva
uppá Vágar. Tí ræður um at
avtaka ferðagjaldið á ein so
umsitingarligan
einfaldan
hátt og greitt at boða frá, at
ferðagjaldi verður burtur
um stutta tíð. Hetta vil eggja
til kapping og samstundis
verða ein byrjan uppá at
fáa ferðakostnaðin til og úr
Føroyum niður.
16. januar, 2013
Hans Andrias hevur táttað
skrúvuna í so harðliga
Fari at koma við nøkrum
viðmerkingum til seinastu
greinina hjá Hans Andriasi
Sølvará, undir heitunum:
“Nei-Jógvan skilir framvegis
ikki”, ella í onkrari aðrari
yvirskrift: “Nei – Jógvan skil
ir einki”.
Tað undrar meg, av teirri
orsøk at hetta vóru viðmerk
ingar til mínar tvinnu greinar,
at hann brúkar so nógv av
greinini til at viðgera mál,
sum eg enn ikki havi viðgjørt,
so sum Kjølbro fyritøkuna,
at Rubek-Nielsen var svágur
Ewald Kjølbro, og so hetta
afturvendandi “amatør-kjakið”
um at, “..síðani Jógvan fór at
skriva um hetta evnið, hava
fólk sett seg í samband við
meg við ítøkiligum dømum um
arbeiði hjá Kjølbro, har brøður
vóru valdir fram um fólk, sum
ikki vóru brøður – enntá fram
um ikki-brøður, ið vóru nógv
betri skikkaðir til viðkomandi
starv” o.s.fr.
Alt hetta hevur onki við
mínar báðu greinir at gera,
men er í nógvum førum leyst
prát“undir húsahornum”, um
hvør fekk starv og ikki. Vit
sum kenna Føroyar meiri og
minni, hava livað her í mong
ártíggir, hava hoyrt hesi – í
evarska lítlan mun prógvað
– men vanliga fullkomiligu
próvleysu uppáhaldini um alt
landið, innan so væl privata
sum almenna virksemið.
Hetta havi eg ikki viðgjørt
enn, og veit ikki hví alt hetta
fær høvuðsleiklutin í aftur
svari hansara.
Tað er seinasta brotið
- Hans Andrias
Hinvegin, tað sum eg í fyrstu
syftu havi viðgjørt er hesin
setningur, sum púra rætt
sum Hans Andrias sigur, eg
havi tikið út úr bæði fyri
lestrinum og er lutvíst sagt
í práti í Útvarpi Føroya: “En
betydningsfuld faktor var
også, at J. F. Kjølbro, den
største arbejdsgiver i bygden,
var baptist, og i første række
gav arbejde til dem der hørte
til baptistmenigheden. Det
førte tit til, at mange, også
af økonomiske grunde, lod
sig gendøbe”. Undirstrikaði
sjálvur seinasta partin.
Hetta og onki annað av øll
um Hans Andriasar innihaldi
havi eg viðgjørt. Hinar part
arnar verður tíð til at koma
inn á seinni, um lív og heilsa
gevst.
Tí hevði mær dámt, at
hann helt seg til málið meiri
enn bara tað, at hann sigur
í greinini: “Sjálvur taki eg
ikki støðu til, um alt tað, sum
Josias Matras heldur uppá er
satt – havi heldur ikki gjørt
neyvar kanningar, sum kundu
givið greiðari ábendingar um
tað...”. Jú, eg skilji brúkið!
Vekir úr skrivligum
dvala eftir hálva øld
Tað sum eftir stendur frá
hansara síðu, og sum hann
hevur vakt aftur til lívs, eftir
ein langan skrivligan dvala,
ikki tí, at hetta var tikið fyri
at vera sannaleiki – tvørtur
ímóti, er ein fatan ella var
hugi av, at samkoman í
Betesda er grundað á: ...”Det
førte tit til, at mange, også af
økonomiske grunde, lod sig
gendøbe”. – Hetta er álvarsom
ódokumenterað ákæra bæði
móti samkomuni, Kjølbro og
mongd av fólki.
Liðin er meiri enn hálv øld,
síðani hesi orð vórðu skrivað,
og so vítt eg veit, hevur verið
meiri ella minni skrivlig tøgn
um hetta, inntil søgufrøðing
urin, ikki bara sum sagt, heldur
lívið í tí, men blæsur nýtt lív í,
og fer út um tað “ganska land”
við meiri enn einum ferili av
staðfestingum við ódokumen
teraðari leikmannakeldu, og
hevur brúkt hana undir fleiri
viðurskiftum.
Ein “farsa ella
veruleiki”
Í
Danmarkskrønike
1953-
57 hevur Paul Hammerich
- sum eisini er ein av høv
undunum til áhugaverdu
sjónvarpsrøðina
Matador
- eitt brot. Hann sigur m.a.:
“I Klaksvik var kampen
om sjælene socialt lagdelt:
baptist-sekten
Plymouth
brødrene havde stærkt tag
i over- og mellemklasserne,
mens indbyrdes stridende
indremissionske bevægelser
huserede blandt de lavere
indtægtskiler”.
Eg tók hesi orð fyri tað
mesta ongantíð fyri meiri enn
eina “farsu”. – Mær vitandi eru
ongantíð gjørdar kanningar
og enn minni granskingar á
hesum øki. – Men fyri nøkur
eitt gott og lætt undirhald.
Høvdu fleiri góðar
samtalur
Áðrenn eg endi í hesum um
fari, fari eg at taka eitt brot
úr greinini hjá Hans Andriasi,
har hann av órøttum ger
seg inn á tekstin hjá mær:
“Jógvan roynir hinvegin við
beinleiðis óviðkomandi og
ósakligum tilsipingum, t.d. at
Josias Matras bara var leik
fólk og “bådejer”, og við ong
um grundgevingum at sáa
iva um trúvirðið hjá Josiasi
Matras. Men Josias Matras
var ikki hvør sum helst. Eins
og Jógvan var hann virkin
vinnulívsmaður, skipari og
sat í sóknarstýrinum í 1951,
1952, 1953 og í 1954 var hann
sóknarstýrisformaður. Hann
var kirkjuráðsformaður í nógv
ár og fekk riddarakrossin, tá
ið Christianskirkjan var vígd
í 1963”.
Her fer hann aftur lætliga
um mark. Fyri tað fyrsta, havi
eg ongastaðni sagt, at hann
“bara var”. Hinvegin eru vit
báðir leikfólk í søguskriving.
Tað skuldi ikki verið “nøkur
skomm”. Fyri tað annað, so
kennir hann meg illa, tá eg
kalli ein “bådejer” fyri “bara
at vera”. Titulin í bókini var
“bådejer”, og tað er tað. Rokni
við, at Hans Andrias er samdur
við mær um, at eg havi altíð
sett vinnulívið høgt í metum.
Fyri tað triðja, so kendi eg
Josias Matras, eg virdi hann,
og vit høvdu ikki so fáar
samtalur bæði um andalig- og
samfelagsviðurskifti, aftaná
hansara framløgur bæði um
hesi viðurskifti og bíbliutýð
ingina. Eg viðgeri bara tað,
sum er skrivað.
Epilog
Til seinast hesaferð! Kom
at hugsa um Hans Andrias,
tað sum eg havi sæð týska
høvundin Christian Morgen
stern siga onkunstaðni fyri
einum
100
árum
síðani,
nakað soleiðis: “Tað eru fólk,
sum altíð billa sær sjálvum
inn, at tað er eitt álop at tey,
um onkur hevur eina aðra
ella sigur sína meining”. – So
siga vit, at kjakmentanin í
Føroyum er komin longri!
Nei, her er ikki talan um
álop, ella, sum hann sigur,
..”illviljaðar og ógrundaðar
skuldsetingar”, men veika og
svíkjandi grundarlagið, sum
kemur at standa eftir søgu
frøðinginum í hesum broti
langt inn í 21. øld og longri.
Jógvan við
Keldu
Eg havi ikki viðgjørt leyst prát “amatør-kjak undir húsahornunum”, um hvør fekk starv og ikki, tí
hesi uppáhald hava verið ivaleys av í okkara lítla landibæði innan alment og privat virksemi
Avtøkan av ferðaavgjaldinum má vera umsitingarliga einføld og má verða tikið av í samráð við vinnuna.
kjak