leygardagur 3. apríl 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 66 - 3. apríl 2004
BLÁI KROSSUR FØROYA
100 ÁR
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
- Uppá ein máta kenni eg mítt
arbeiðið, sum eitt kall. Eg eri í
hvussu er sannførd um, at hetta
er tað, eg skal gera beint nú,
sigur Olga Magnussen.
Olga er sjúkrarøktarfrøðingur
og hevur verið virkin í Blákross-
arbeiðinum, síðani hon var heilt
ung.
- Aðalhugsjónin hjá Bláa
Krossi um at vera til staðar og
hjálpa, har tørvur er á tí, snýr seg
grundleggjandi um næstakær-
leika. Tann hugsjónin hevur altíð
hugtikið meg og verið drívmegin
aftanfyri tað, eg havi tikist við,
bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur
og í dagligu samveruni við onnur
menniskju.
- Tað eru løtur, tá arbeiðið
tykist møtumikið og eg verði
kedd um okkurt. Tað, sum
sjálvandi ger meg mest kedda, er,
tá fólk detta útí aftur, men tað
fær meg ikki at geva upp. Heldur
tvørturímóti. So mást tú bara
royna einaferð afturat, sigur
Olga.
Ikki mín avgerð
Tað er jú ikki nøkur loyna, at
nógv av teimum, ið hava verið í
viðgerð fyri misnýtslu, detta útí
aftur, og aftur. Kortini setur
Blákrossheimið onki mark fyri,
hvussu ofta tey sleppa at royna
umaftur. Er tað ikki vandi fyri, at
skipanin verður misbrúkt og bara
verður brúkt sum ein koddi at
hvíla á, áðrenn næsta tørn?
- Eg eri sannførd um, at tað er
ikki upp til mín at gera av,
hvussu ofta fólk eru noydd at
koma í viðgerð fyri at gerast
frísk. Tað vita tey best sjálvi.
Men eg eri vís í, at tann, sum
biður um hjálp fyri 10. ferð,
meinar tað líka inniliga, sum
tann, ið ringir fyrstu ferð, sigur
Olga.
- Allar skipanir kunnu mis-
brúkast, og tað vilja nokk altíð
vera fólk, sum royna tað. Men
tað merkir ikki tað sama sum, at
skipanin ikki riggar, og tað er
ikki ein nóg grundgeving fyri at
taka hana av. Eg hoyri fólk, sum
finnast at hesi skipan, siga, at tað
kann ikki vera meiningin, at
skattgjaldarin skal gjalda fyri, at
summi sleppa at halda fram at
drekka. Og tað er sjálvandi
heldur ikki meiningin. Men
sleppur misnýtarin ikki at royna
at gerast edrúur, skal skatt-
gjaldarin gjalda nógvar ferðir
meir fyri hann til sjúkrahús,
sálarhjálp, almannahjálp og
annað. Fyri hvønn einasta mis-
nýtara, sum verður edrúur, fær
samfelagið og skattgjaldarin tað
fleiri ferðir aftur, ikki bara í
pengum, men so sanniliga eisini
í menniskjaligari lívsgóðsku, til
gleði fyri okkum øll.
Svinghurðasjúklingar
At leiðarin á Blákrossheiminum
meinar, at misnýtarar altíð skulu
fáa ein kjans afturat, merkir ikki,
at hurðin á heiminum er ein
svinghurð, har fólk kunnu ganga
inn og út úr viðgerð, sum teim-
um lystir.
- Prinsipielt hava øll líka góð-
an rætt at koma inn, men tá vit
bert hava pláss til 15 búfólk, er
neyðugt at raðfesta onkursvegna.
Er bíðilisti at koma inn, verða
tey, ið ikki hava verið í viðgerð
fyrr, tikin fram um onnur.
- Tað er ein misskiljing, at
búfólkini á heiminum fyri tað
mesta eru soðkallaðir svinga-
hurðasjúklingar. Tey eru avgjørt
tann minsti parturin. Í 2003
høvdu bert 4% av teimum inn-
skrivaðu verið her 4 ferðir ella
meir. Orsøkin til at fólk ofta
halda, at tann bólkurin fyllir
mest á viðgerðarstovnum, er
ivaleyst tí tey fylla so nógv alla
aðrastaðni. Læknar, sálarfrøð-
ingar, politistar, almannastovan
og onnur síggja tey, og so eru tey
eisini sera sjónlig í býarmyndini.
Men í okkara hagtølum fylla tey
minst, sigur Olga.
Ongin stættamunur
Tann størsti parturin, 65% í
2003, er í viðgerð fyri fyrstu
ferð. Og hetta eru ikki fólk, tú
sært ganga full á gøtuni, tí
misnýtsla kennir ongan stætta-
mun, sigur Olga. Hetta eru fólk
Leiðarin á Blákrossheiminum:
Næstakærleiki er drívmegin
- Tað hevur ikki serliga høgan status at vera misnýtari og heldur
ikki at arbeiða við teimum. Sæð frá vælbjargaðum eygum, taka vit
okkum av taparnum í samfelagnum, men misnýtsla kennir ongan
stættamun, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum
– Fyri hvønn einasta misnýtara, sum verður edrúur, fær samfelagið og skattgjaldarin tað fleiri ferðir aftur, sigur Olga Magnussen
Mynd: Jonhard Hammer
Sosialurin Nr. 66 - 3. apríl 2004
7
úr øllum samfelagsbólkum, líka
frá stjórum á ovastu rók til
vanlig arbeiðsfólk.
- Og lat meg so enn einaferð
sláa fast, at misnýtsla onki hevur
við lágan intelligens at gera.
Heldur tvørturímóti. Ofta eru
misnýtarar av skilabestu fólkum,
sum seta sera stór krøv til sín
sjálvs í allar mátar. Tí hava tey
ofta sera ilt við at góðtaka, at her
er ein trupulleiki, tey ikki duga
at loysa. Tey kenna heldur ikki
seg sjálvi aftur í vanligu fatani
av, at ein misnýtari í allar mátar
er eitt neyðardýr, sum hevur mist
bæði familju og arbeiði, og sum
býr úti á gøtuni.
Viðgerðin
Tað er ikki eitt krav, at fólk skulu
vera edrú, tá tey verða innskrivað
á Blákrossheimið. Heimið
góðtekur, at fyri misnýtaran er
hetta eitt so stórt stig, at viðkom-
andi kanska kennir seg noyddan
at drekka sær mót til. Tí byrjar
viðgerðin við avrúsing, sum
tekur umleið 1-2 vikur. Hendan
tíðin verður eisini nýtt til at
motivera misnýtaran til víðari
viðgerð.
- Vit taka tað ikki sum givið, at
fólk eru nóg motiveraði ella vita,
hvat ein viðgerð inniber, tá tey
koma. Tí brúka vit fyrstu tíðina
til at kunna tey um avleiðingar-
nar av misnýtslu og hjálpa
teimum at halda fast í ynskinum
um at gerast edrú. Tað gera vit
eisini, tí okkara royndir hava víst
okkum, at nógv fólk als ikki vita
um møguleikan at koma í við-
gerð, ella hvat ein viðgerð krevur
av teimum.
- Ein viðgerð er ikki nøkur
feria. Endamálið er jú, at tú mást
broyta hugsunarhátt fyri at venda
einum niðurbrótandi lívsmynstri,
sum ofta hevur staðið uppá í 10-
20 ár, og tað er ógvuliga krevj-
andi sálarliga. So krevjandi, at
vit mæla fólki til at halda frí í
eina tíð aftaná.
Eftir sjálva viðgerðina, sum
tekur 5-6 vikur, fáa fólk tilboð
um eftirviðgerð hjá sálarfrøðingi
í upp til eitt ár.
Kanst ikki keypa teg
edrúan
Í øðrum londum kostar ein
viðgerð fyri misnýtslu upp til
50.000 kr. Men á Blákross-
heiminum og á Heilbrigdi er hon
ókeypis, og báðir stovnarnir eru
á fíggjarlógini. Røddir hava ofta
verið frammi um, at hetta hevur
við sær, at fólk ikki takað við-
gerðina í nóg stórum álvara, og
at tað ávirkar úrslitini skeivan
veg. Olga hevur ofta hoyrt hetta
sjónarmiðið, men hon er ikki
samd við tí.
- Ongin hevur enn kunnað
sannført meg um, at tú kanst
keypa teg edrúan. Ígjøgnum árini
hava vit havt nógv fólk í viðgerð,
sum hava roynt tað aðrastaðni,
har tey hava goldið stórar
upphæddir fyri tað, men
allíkavæl detta útí aftur. Um
pengar hava øgiliga stóran
týdning fyri teg, skilji eg kanska
hatta sjónarmiðið. Men eg havi
ikki varhuga av, at pengar hava
serliga stóran týdning fyri
misnýtarar. Eg havi upplivað
sjómenn, sum uttan himpr hava
vinkað fravæl til góðar kjansir
fyri at sleppa at vera her í nakrar
vikur, og tað er ikki smávegis
pengaupphæddir talan er um.
- Heldur enn at finnast at haldi
eg, at vit eiga at vera takksom og
hava virðing fyri, at vit liva í ein-
um landi, sum hevur valt at gera
íløgu í at hjálpa menniskjum,
sum hava snávað, á føtur aftur.
Hagtøl og gransking
Blákrossheimið førir hagtøl yvir
tal og slag av viðgerðum um
árið, kyn, aldur, øki og hvussu
ofta fólk hava verið í viðgerð.
Men tað finnast ongi hagtøl yvir,
hvussu tað gongst teimum
seinni.
- Vit kunnu fylgja teimum, ið
taka av tilboðnum um eftirvið-
gerð, men annars er tað upp til
fólk sjálvi, um tey lata hoyra frá
sær. Tað eru tað nógv, ið gera,
men sjálvandi ikki øll og næstan
bara tey, ið hava tað gott.
Vit hava ikki møguleika fyri at
føra langtíðar hagtøl, tí ein av
okkara fremstu uppgávum er at
verja navnloysi á teimum, ið
hava verið í viðgerð. Fer nakar at
ivast í tí trygdini, máar tað alt
støðið undir viðgerðini burtur.
- Tað ber til at ímynda sær, at
ein avtala varð gjørd við fólk
um, at vit kundu sett okkum í
samband við tey við jøvnum
millumbilum í til dømis 5 ár eftir
viðgerðina. Men vit hava onga
trygd fyri, at tey vilja vera við
ella kanska seinni broyta hugsan.
Men sum sagt, vit hava eina
rúgvu av øðrum hagtølum, sum
kundu verið grundarlag fyri eini
áhugaverdari granskingarverk-
ætlan innan hetta økið. Tað
krevur, at onkur vísir hesum
arbeiðinum áhuga, men tað tykist
at knípa. Tað hevur ikki serliga
høgan status at vera misnýtari og
heldur ikki at arbeiða við teim-
um. Sæð frá vælbjargaðum
eygum, taka vit okkum av
taparnum í samfelagnum, og tað
tykist ikki at vera serliga
áhugavert. Og tað er spell, tí eg
ivist ikki í, at uppaftur fleiri
høvdu fingið hjálp, um størri
fokus varð sett á møguleikan fyri
at koma í viðgerð.
Tey ungu
Sum er, eru øll bæði ung og
eldri, rúsdrekka- og rúsevnis-
misnýtarar saman í viðgerðini á
Blákrossheiminum. Olga dylir
ikki yvir, at teir ungu misnýtar-
nir, sum ofta eisini hava trupul-
leikar við rúsevnum, ikki støðast
serliga væl í viðgerðini. Og tað
undrar hana ikki so nógv.
- Okkara viðgerð er uppruna-
liga skræddaraseymað til rús-
drekkamisnýtarar. Hesi eru sum
oftast eitt sindur eldri, tá tey
koma í viðgerð, og tað setur sín
dám á umhvørvið her og tey
tiltøk, sum eru á skránni. Mín
dreymur er, at vit fáa eitt hús fyri
seg til ungar misnýtarar, tí tey
hava ein annan tørv og onnur
áhugamál, sum vit ikki megna at
nøkta nóg væl, sum er.
- Tað er ongantíð gleðiligt at
verða noyddur at fara í viðgerð
fyri misnýtslu. Men tá tað kortini
er komið har til, gerast útlitini
betri, jú fyrr hjálpin kemur. Vit
eru longu í holt við at útbúgva
fólk til at taka hond um serliga
tey ungu, so glottar eru at hóma.
Vit hava ongantíð nakra trygd
fyri, at okkara arbeiðið eydnast,
men tað eiga ikki at verða ytri
umstøður, sum gera av, um
hjálpin kemur í røttu løtuni, sigur
Olga.
Ikki slept upp á fjall
Tað hendir av og á, at fólk, ið
hava verið í viðgerð á Blákross-
heiminum, ongastaðni hava at
fara, tá tey verða útskrivað. Av
onkrari orsøk hevur teirra lív
lagað seg soleiðis, at tey eru
vorðin heimleys. Men ongin,
sum hevur verið á Blákross,
verður sleptur uppá fjall, fyri tað,
um viðgerðin er liðug.
– Vit hava ein búfelagsskap,
har pláss er fyri 7 fólkum. Har
kunnu fólk, sum hava verið í
viðgerð, búgva í upp til eitt ár
fyri eina bíliga leigu, treytað av
at tey halda seg edrú. Tankin við
búðfelagsskapinum er at geva
teimum, ið hava tørv á tí, ein
kjans fyri og hjálp til spakuliga
at koma at virka sum vanligir
samfelagsborgarar aftur. Vit
vænta av teimum, at tey sjálvi
gera sítt til, og tí verður eitt ávíst
eftirlit hildið við teimum. Annars
hava tey allar tær skyldur,
vanligir borgarar hava.
- Allir trupulleikar verða ikki
loystir, fyri tað um ein misnýtari
verður edrúur. Summi av teimum
hava ongantíð veruliga livað eitt
vanligt lív og skulu nústaðni læra
tað. Tað tørvar teimum hjálp til,
og uppgávan hjá Bláa Krossi er
jú at vera til staðar og hjálpa, har
tørvur er á tíð. Eisini tá tey ikki
longur eru búfólk á Blákross-
heiminum, men bara vanlig
menniskju, sum eisini tørva
næstakærleika, sum øll vit onnur,
sigur Olga Magnussen at enda.
Fakta
Blákrossheimið í Tórshavn byrjaði sítt virksemi í 1984.
Virksemi: Viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekka-/
rúsevnistrupulleikum
Viðgerð:
Avrúsing, bólkaviðgerð, eftirviðgerð.
instaklingaviðgerð og ambulant viðgerð.
Búpláss:
15
Starvsfólk: Leiðari, lækni, sjúkrarøktarfrøðingar, alkoholráðgevar,
sálarfrøðingur, hjálparar og skrivstovufólk.
Sosialráðgevi og prestur hava eisini tilknýti til heimið.
– Ongin hevur enn kunnað sannført meg um, at tú kanst keypa teg edrúan, sigur Olga Magnussen
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
29
28