leygardagur 3. apríl 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
31
Einoygda fólkaræðið
JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Konufólk eru ikki sjónlig í
føroyskum politikki, og á
valinum seinasta gjørdist
støðan uppaftur verri – ja
vit fóru 14 ár aftur í tíðina,
hvat kvinnuumboðan á
tingi viðvíkur.
Landsins leiðsla er skip-
að, og har er støðan enn
verri, sjey mans og eingin
kvinna skal stýra hesum
landi.
Tann 15. apríl kunnu vit
hátíðarhalda, at 10 ár eru
síðani, at løgtingið sam-
tykti javnstøðulógina, sum
hevði til endamáls at
tryggja javnari umboðan
av kvinnum og monnum.
Hóast Føroyar liggja
aftarliga á javnstøðuøki-
num, so er hetta als ikki ó-
kent fyribrigdi, at vit ikki
lata kvinnurnar sleppa
framat – ella, at kvinnur
ikki vilja framat.
Í fleiri londum eru átøk
gjørd til tess at broyta hug-
burð, soleðis at vanlig
fatan verður, at kvinnur og
menn á jøvnum føti eiga at
ávirka samfelagsgongdini
og taka avgerðir í felag.
Í Íslandi fóru tey undir
eina serliga verkætlan,
hvørs endamál var at økja
talið av kvinnum í poli-
tikki.
Samskipari av hesi ver-
kætlan var Siv Friðleifs-
dóttir, sum í dag er um-
hvørvis- og norðurlendsk-
ur samstarvsráðharri í ís-
lendsku stjórnini. Vit hava
biðið hana greitt okkum
frá hesi verkætlanini.
– Einoygt fólkaræði. Ein-
oygdar avgerðir. Einoygt
løgting. Einoygt landsstýri.
Soleiðis er fyrsta við-
merkingin frá Siv Frið-
leifsdóttir, tá vit leggja fyri
henni úrslitið av løgtings-
valinum og skipan av
landsstýri í Føroyum.
Hon vísir á, at í Norður-
londum hava tey í nógv tey
seinastu árini stríðst fyri at
fáa fatur á kvinnuligu ar-
beiðsmegini í kommunu-
stýrum, í tingunum, í
stjórnunum og í politikki
sum heild.
Men hví er tað so neyugt
at hava kvinnurnar við,
hvat er tað kvinnur kunnu,
sum menn ikki kunnu?
– Fólkaræðið er ikki
fullborið, um tey, ið taka
avgerðirnar ikki umboða
samfelagið so nøkulunda.
Eingin hevur roynt at lagt
fram prógv um, at kvinnur
ikki eru helmingurin av
samfelagum. Tað er eingin
ivi um, at betri avgerðir
vórðu tiknar, um kvinnur
og menn tóku avgerðir í
felag, tí betri síggja eygu
enn eyga, heldur Siv Frið-
leifsdóttir.
– Kvinnur hava eina
aðra bakgrund enn menn,
tær hava annan sjónarvink-
ul enn menn upp á so nógv
í samfelagnum, heldur Siv
Friðleifsdóttir.
Hon vísir á, at kvinnur í
Íslandi leingi hava stríðst
fyri sínum rættindum. Eitt
dømi er stríðið fyri at fáa
fleiri kvinnur upp í poli-
tikk.
Í 1915 fingu íslendskar
kvinnur rætt at atkvøða og
stilla upp til val. Fyrsta
kvinnan varð vald í Al-
þingið í 1922, men fram til
1970 vóru bert ein ella
tvær kvinnur – onkuntíð
eingin, ið varð vald. Í 1978
vórðu kvinnuligu umboð-
ini 5% av tinginum, men í
1983 var ein markant
broyting, tí tá stillaði
Kvinnulistin upp til valið.
Í 1991 vóru 24% av al-
þingslimunum kvinnur. Í
1995 vaks kvinnuliga um-
boðanin eitt lítið sindur til
25%, og tá tók upp seg
kjak í Íslandi um, at menn-
ingin var steðgað.
Við hesum í huga varð
lagt fram uppskot fyri Al-
þingið um eina tvørpolit-
iska nevd at økja um kvin-
nuligu umboðanina. Upp-
skotsstillarin var Siv Frið-
leifsdóttir, saman við
fimm øðrum kvinnum og
seks monnum úr øllum
flokkum á Alþingi.
– Í uppskotinum varð
skotið upp, at stjórnin setti
eina tvørpolitiska nevnd,
við umboðum úr øllum
flokkum, skrivstovu javn-
støðunevndarinnar og
Kvennuréttindafélag Ís-
lands.
Nevndin skuldi kunna
fólk um, hví tað hevði
týdning at fáa fleiri kvinn-
ur í politikki, hon skuldi
føra lýsingarherferðir og
framleiða faldarar og
annað lýsingartilfar.
Í viðmerkingunum til
uppskotið varð ført fram,
at endamálið var at fáa
fleiri kvinnur inn á ting og
í bý- og bygdarráð, at
skapa ein positivan hug-
burð fyri hesum í politikki,
at eggja fjølmiðlunum til
at geva kvinnum í politikki
ans og at vísa teimum evn-
um, tær arbeiða við í poli-
tikki, størri áhuga – og at
upplýsa um hugburðin hjá
flokkunum til javnstøðu.
Eisini varð víst á slagorð
frá ymsum herferðum sum
høvdu verið framdar í øðr-
um norðurlondum. Har
kundu tú síggja slagorð
sum:
• fleiri kvinnur í komm-
unustýri
• Kommunustýri – felags
ábyrgd hjá kvinnum og
monnum
• Vel kvinnur
• sleppið kvinnunum inn
• Kvinnur á ting
• Mannfólk sum kvinnur –
vel hana
• Vel kvinnu, betri síggja
eygu enn eyga
• Vel javnstøðu – vel títt
valevni
• Operatión javnstøða
• Vit eru helmingurin
Uppskotið varð samtykt á
alþingi á vári 1998, og
– Einoygt fólkaræði. Einoygdar avgerðir. Einoygt løgting. Einoygt landsstýri, var
tað fyrsta, ið Siv Friðleifsdóttir hugsaði, tá hon hoyrdi um kvinnuumboðanina á
Løgtinginum og í Landsstýrinum eftir løgtingsvalið í januar. Siv Friðleifsdóttir er
íslendskur umhvørvis- og norðurlandaráðharri. Men hon hevur stríðst nógv fyri
rættindunum hjá kvinnum í Íslandi, og hon var forkvinna í teirri nevndini, sum
Alþingið eftir valið í 1995 setti til tess at eggja fleiri kvinnum at fara upp í politikk
Myndir, ið nýttar vóru í herferðini. Tað eru leiðararnir í íslendsku politisku flokkunum, ið eru
nýttir sum modell – í »øvugtum kynslutum«, um vit kunnu siga tað soleiðis. Herferðin fekk kvinn-
ur í politikki í fokus, og á alþingsvalinum í 1998 vóru 31,1% av kvinnunum á Alþingi kvinnur
nevndin fór í gongd sama
heystið. Siv Friðleifsdóttir
var forkvinna í nevndini,
til hon gjørdist ráðharri í
1999.
– Nevndin arbeiddi sera
væl tvørpolitiskt. Kontro-
versiellar og provokerandi
reklamuherferðir vóru
gjørdar, sum settu mikið
orðaskifti í gongd, sigur
Siv Friðleifsdóttir.
Fleiri skeið fyri kvinnur
til politiskt arbeiðið vórðu
hildin. Opnir politiskir
fundir, fundir við fjølmiðl-
ar, ráðstevnur, faldarar
vóru gjørdir og fleiri líkn-
andi uppgávur framdar.
Kvinnur fingu tilboð um at
verða næmingar hjá kvinn-
um, sum vóru alþingsfólk
og kommunustýrislimir.
– Hendan uppgávan varð
mest umrødd og førdi til
stórt kjak um samfelagsins
og flokkana ábyrgd fyri at
fáa fleiri kvinnur at koma
sær fram í politikki. Hetta
var eisini ein lýsingaher-
ferð við ikki sørt av ironi,
har floksformenn vóru
høvuðsleikarar – skemtilig
til at fáa álvarsama boð-
skapin fram.
– Okkara floksleiðarar
skiltu, ið skiltu skemtið og
játtaðu ynskinum frá
nevndini um at hjálpa til
við arbeiðinum at eggja
kvinnum at taka lut í poli-
tikki, sigur Siv Friðleifs-
dóttir.
Í Íslandi stilla flokkarnir
valevnini upp í nummar-
røð, og so verða tey, ið
standa ovast vald, alt eftir
hvussu nógv umboð, flok-
kurin vinnur í ávísum val-
dømunum. Har verður alt-
so ikki valt persónliga á
sama hátt sum her, men tú
velur tann, ið flokkurin
innstillar. Tí hava floks-
uppstillingarnar størri á-
virkan á, hvør verður vald-
ur.
Siv Friðleifsdóttir sigur,
at lýsingarherferðin var
gjørd áðrenn uppstillingar-
nar hjá flokkunum fyri at
fáa ávirkan á uppstilling-
ina.
Herferðin og kjakið um
hana hjálpti til at kvinnur
komu longur upp á listar-
nar – fingu tryggari pláss.
– Tað er eingin ivi um, at
herferðin fekk stóra ávirk-
an. Kvinnuumboðanin
vaks við 25% (1995) til
35% (1999), sigur hon.
Á kommunuvalinum
gekk eisini betur, hóast
framgongdin ikki var so
markant. Har vaks umboð-
anin hjá kvinnunum við
trimum prosentum, frá
28,2% í 1998 til 31,1% í
2002
Nevndin endaði arbeiðið
eftir ætlan fyri síðsta al-
þingsval, sum var í 2003.
Á tí valinum minkaði um-
boðanin hjá kvinnum niður
í 30%.
– Nógvar kvinnu halda
nú, at kvinnuumboðanin er
komin á tað støðið, ið
verður nevnt »glastakið«.
Her verður hugsað um tað
støðið, ið ringt er at bróta
ígjøgnum. »Glastakið« er
eitt fyribrigdi, sum vit
hava sæð kvinnuumboðan-
ina ligið á í øðrum norður-
londum – á umleið 30%,
sigur Siv Friðleifsdóttir.
Hon heldur, at neyðugt
er at hava eitt samanhang-
andi og tætt javnstøðuar-
beiði og ein sterkan vilja í
fólkinum og politisku
flokkunum, fyri at bróta
»glastakið«, so kvinnulut-
urin alsamt hækkar upp
um tey 30 prosentini.
– Tað verður uppgávan
at knúsa »glastakið« eina-
ferð fyri allar, so kvinnur
gerast ein nátúrligur partur
av teimum, sum taka av-
gerðir, heldur hon.
– Men tað sum hevur
verið avgerðandi fyri at fáa
fleiri kvinnur í politikk er
flokkanna egni vilji, heldur
Siv Friðleifsdóttir.
– Vit mugu hava viljan í
flokkunum til at sleppa
kvinnunum framat, og vit
mugu kveikja áhuga teirra
fyri politiskum arbeiði,
heldur hon.
Siv Friðleifsdóttir vísir
eisini á, at politiskir
granskarar í Íslandi siga, at
um tað eru kvinnur sum
eggja øðrum kvinnum til at
taka lut í politikki, so
eydnast betur, enn um tað
eru menn sum gera tað…
Kvinnuumboða
n á Føroya
Løgtingi
1980 3%
1984 3%
1988 9%
1990 9%
1994 16%
1998 13%
2002 13%
2004 9%
Kvinnuumboða
n í Føroya
Landsstýri
1981 0%
1985 17%
1988 33%
1989 0%
1989 17%
1991 14%
1993 17%
1994 0%
1996 0%
1998 13%
2002 11%
2004 0%
Fakta
Siv Friðleifsdóttir er umhvørvis- og norðurlanda-
ráðharri í íslendsku stjórnini. Hon stóð á odda fyri
herferðini hjá Altinginum til tess at fáa fleiri kvinn-
ur upp í politikk. Siv hevur mangn vitjað í Føroyum
– eisini sum ung, tá hon spældi badnminton
Sjálvur forsætisráðharrin,
Dávið Oddsson, var eisini
við í herferðini til tess at fáa
fleiri kvinnur at stilla upp
fyri politisku flokkarnar – og
verða valdar!
C
M
Y
K
31
30