leygardagur 3. apríl 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2004
33
33
10
Sosialurin Nr. 66 - 3. apríl 2004
Stórfilmurin hjá Mel Gibson
um seinastu 12 tímarnar hjá
Jesusi her á fold varð í gjár
frumframsýndur í størsta
partinum av Evropa.
Filmurin "The Passion of
the Christ" hevði frum-fram-
førslu yviri í USA seinast í
februar mánaði, og hevur hann
verið forsíðu søga í fleiri
bløðum, tí hann av fleiri
verður mettur at vera anti-
semitetiskur. Fimm teir fyrstu
dagarnar komu 117,5 milliónir
dollarar í kassan. Hetta kann
millum annað samanberast við
triðja part av Lord of the
Rings - The Return of the
King, sum megnaði at toga
124,1 milliónir dollarar úr
lummunum hjá
amerikumonnum fimm teir
fyrstu dagarnar, hann varð
vístur.
The Passion of the Christ
hevur fingið ógvuliga bland-
aða umtalu. Nøkur amerikonsk
bløð kalla hann fyri ein
sadomasokistiskan splattara,
meðan onnur hava bert gott at
bera filminum.
Filmurin hevur fingið hørð
ummæli frá jødiskum bólkum í
heiminum, og sambært
Politiken kalla danskir jødar
eisini filmin fyri antisemit-
istiskan. Ein talsmaður fyri
Mosaiska Trúarbólkin sigur
við Ritzau, at um filmurin var
veruleiki, so hevði Jesus verið
deyður, tá 10 minuttir vóru
farnir av filminum.
Eisini í USA hava jødar lyft
peikifingrinum. Longu áðrenn
filmurin var frumframsýndur,
segði ein jødiskur leiðari, at
filmurin kundi framprovokera
antisemitismu. Hetta kemst av,
at jødarnir meta, at teir í
filminum fáa ein stóran part av
skyldini fyri deyða Jesusar.
Hóast ymisku meiningarnar
um filmin, so megnar hann í
øllum førum at fylla
biografhølini kring heimin.
Eisini í USA, sjálvt um
filmurin verður spældur á
armenskum og á latíni.
Jim Caviezel, sum spælir
leiklutin sum Jesus í filminum,
var fyrr í mars mánaði og
heilsaði uppá pávan, sum
eisini hevur sæð filmin.
Filmurin varð vístur fyri
honum í tveimum pørtum, so
83 ára gamli pávin ikki varð
noyddur til at sita og hyggja so
leingi í senn. Ein talsmaður
fyri Vatikanið sigur, at pávin
metti, at filmurin vísti Jesu
deyða soleiðis sum hann var.
Mel Gibson hevur sjálvur
fíggjað, verið við til at skriva
og leikstjórna filmin. Nú hevur
hann ætlanir um, at gera ein
jødiskan cowboywestern, sum
hann kallar tað. Ein film um
jødisku Chanuka-veitsluna.
Jesus sum superstjørna
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Ingrid Bjarnastein, bjarnastein@mail.djh.dk
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja. Klaver og stakkevis af
blokfløjter. Siden kom der andre
instrumenter til.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Ja. Guitar. Tre-fire fingre på
klaveret. Blokfløjte. Redekam.
(Spillede althorn i skole-
orkesteret, men det er mange år
siden…spillede basguitar i et
ungdomskor, men det er også
mange år siden…alt er lykkeligt
glemt). Nu da vi tager til
Tanzania, regner jeg med at lære
at spille på tromme…
Syngur tú undir brúsuni?
– Nej.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Det er vist mange år siden, at
der var en lille bitte drøm. Det
var vist dengang, jeg gik i klasse
med en, der spillede i et
poporkester, der havde fået
udgivet en single-plade.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Musik er en del af Guds
skaberværk, som jeg glæder mig
over og som beriger mit liv.
Derudover kan vi kan berige
hinanden ved hjælp af musik.
Vores gode ven Luther sagde
engang: »Musik er en af Guds
skønneste og herligste gaver,
som Satan er meget fjendsk
imod, for ved hjælp af den bliver
mange anfægtelser og onde
tanker jaget bort.«
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Aner det ikke. Oceaner. Hvis
jeg skal tælle dem, må Sosialurin
ansætte mig nogle timer til at
gøre det…
Hvat er tín yndisfløga?
– En af farvoritterne er Michala
Petri på blokfløjte.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Prøv mig.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Var du med dengang, da de
døvstumme sang.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Har jeg nogen, der er pinlig?
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Så ville jeg have sunget en
gammel slager af Johnny Reimar
for Høgni Hoydal, »Du burde
købe dig en tyrolerhat« (det var
vist en af hans farvoritter ifølge
Sosialurin), bagefter kunne vi så
tage »Ved landsbyens gadekær«.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– God klassisk musik.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Gode salmer. Gospel-sange (f.
eks. Oh, Happy day).
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Ingen, for jeg skynder mig at
slukke, inden jeg bliver i dårligt
humør.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Det er vist mest brudevisen –
og så bliver det færøsk dans.
Ellers kan ’en sjæler’ (eller som
Elis siger: ’Det er en rigtig
sjæler’) få mig til at lokke min
kone ud på stuegulvet…
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– ’Imellem nattens stjerner’ af
Johannes Jørgensen
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Jeg vil nævne to, når det
gælder sange, jeg har skrevet
tekst og melodi til. Den ene
skrev jeg, kort tid efter at jeg var
blevet omvendt, og den var vi så
nogle stykker, der siden sang til
gymnasiets skolekoncert. Den
hedder: ’Jeg søgte i verden.’ Om
det er den store kunst, skal jeg
lade ligge, men det, den
udtrykker, fik altafgørende
betydning for mit liv. Den anden
er et lille enfoldigt bordvers, jeg
skrev til en børnelejr bygget over
fødekæden: ’Regnen drypper,
solen ler,/træer og blomster vi
ser,/dyrene spiser og vi får
mad/med tak til Gud vi spiser
glad.’ Når det gælder ind-
spilningerne, må det være ’Se,
den lille kattekilling’, som min
far optog på lakplade, da han
var programtekniker i Danmarks
Radio. Jeg sang duet med min
storesøster.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »En vej eller anden, vor Herre
ved råd,/måske ikke min
vej,/måske ikke din vej;/men dog
ad sin egen vor Herre ved råd.«
(Nr. 20 i den gamle danske
salmebog).
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Om det musikalsk var den
bedste, skal jeg lade ligge. Men
da jeg var messedreng på det
gode skib ’Lalandia’, og vi
skulle losse i Sidney, fik jeg fri
nogle timer og gik til opera-
koncert i Opera-huset (tegnet af
Jørgen Utzon). Det var en stor
oplevelse at være til koncert
netop der.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Hans Pauli Strøm – mon ikke
han kan spille på et eller andet?
Peter Olof Krag Olofson,
prestur
Osama bin Laden bað
leiðararnar í asiatiska
yvirgangsfelagsskapin
um Jemaah Islamiyah
beina fyri amerikan-
arum
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jemaah Islamiyah skipaði
fyri teirri blóðugu atsóknini
á
frítíðaroynni
Bali
í
oktober í 2002, og nú við-
ganga nakrir fyrrverandi
leiðarar í felagsskapinum,
at tað var Osama bin Lad-
en, sum bað teir skipa fyri
atsóknum fyri at beina fyri
amerikanarum.
– Í einum boðum frá bin
Laden fingu vit at vita, at
tíðin var komin, til at allir
muslimar skuldu hevna seg
inn á amerikanararnar, tí
USA hevur dripið og gjørt
seg inn á muslimar alla-
staðni, segði ein av fyrr-
verandi
leiðarunum
í
Jemaah
Islamiya,
Mo-
hamed Nasir Abbas, í
samrøðu við sjónvarpið í
Malaysia
fyrrakvøldið.
Sambært fyrrverandi leið-
aranum fingu teir boðini
frá bin Laden á heysti í
2000.
Nasir Abbas og tríggir
aðrir fyrrverandi leiðarar í
Jemaah Islamiyah, sum sita
fongslaðir í Indonesia, siga,
at teir vóru í venjingarleg-
um hjá al-Qaeda í Afgh-
anistan.
Mannarættindafelags-
skapir í Indonesia og Mal-
aysia siga seg ivast í tí, sum
teir fýra siga nú. Felags-
skapirnir siga, at tað er ikki
óhugsandi, at menninir eru
vorðnir píndir í tí indones-
iska fongslinum, og at teir
vórðu noyddir at siga tað,
sum teir søgdu í sjónvarp-
inum.
Fleiri mánaðir fyri
atsóknina tann 11.
september í 2002
vistu fleiri týðandi
amerikanskir embæt-
ismenn, at al-Qaeda
ætlaði at nýta flogfør
í einari yvirgangsat-
sókn. Tað sigur eitt
fyrrverandi starvsfólk
hjá FBI
HOYRING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avdúkingin kemur serliga
trygdarráðgevanum
hjá
Bush, forseta, Condoleezzu
Rice, illa við, tí hon hevur
hildið uppá, at myndug-
leikarnir fingu onga ávar-
ing undan atsóknini. Men
tað er ikki rætt, sigur tann
33 ára gamla Sibel Ed-
monds. Hon vil vera við, at
Rice sigur ósatt.
Við bretska blaðið The
Independent sigur Sibel
Edmonds, at í sambandi við
arbeiðið hjá FBI sá hon
skjøl, sum vísa, at Condole-
ezza Rice hevur ikki sagt
sannleikan um hetta málið.
– Har vóru upplýsingar
um, nær atsóknin væntandi
skuldi setast í verk, hvussu
hon skuldi fremjast, hvørjir
fóru at taka lut í henni, og
hvør kundi hava givið boð
um hana. New York, Wash-
ington og aðrir býir vórðu
eisini nevndir. Alt stórir
býir við stórum háhúsum,
sigur Sibel Edmonds.
Hon arbeiddi fyrr sum
týðari hjá FBI, og hon
hevur longu givið teirri
serligu kanningarnevndini
hjá Senatinum upplýsingar
um tað, sum hon sá í sínum
arbeiði hjá samveldisløg-
regluni. Og hon er ikki í iva
í síni søk.
– Nevndin hevur fingið
allar upplýsingar, bæði um
skjøl og dagfestingar, og
har er eingin ivi. Hetta eru
ikki leysasøgur, men sann-
leikin, og alt kann stað-
festast, sigur Sibel Ed-
monds við The Independ-
ent. Hon var ein av fleiri
týðarum, sum arbeiddu fyri
FBI mánaðarnar upp undir
atsóknina 11. september í
2001.
Tað er einki at ivast í, at
avdúkingin hjá Sibel Ed-
monds verður eitt av høv-
uðsevnunum, tá kanningar-
nevndin hjá Senatinum fer
at avhoyra Condoleezzu
Rice í næstu viku. Nevndin
hevur leingi kravt at sleppa
at avhoyra hana, men Hvítu
Húsini hava sagt nei. Men í
vikuni slakaði forsetin, og
fyrrakvøldið bleiv upplýst,
at hon skal avhoyrast hós-
dagin ella fríggjadagin í
næstu viku.
Ongin
matur
til
Gaza
ST-stovnurin, sum
hjálpir neyðstødd-
um palestinskum
flóttafóilkum,
noyddist í gjár at
gevast við mat-
vøruflutninginum
til Gaza.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
UNWRA kunngjørdi í
gjár, at stovnurin var
givin við at útvega teim-
um
umleið
600.000
neyðstøddu palestinsku
flóttafólkunum í Gaza-
geiranum mat og aðrar
neyðsynjarvørur,
tí
ísraelsku myndugleikar-
nir høvdu lagt felags-
skapinum meinbogar í
vegin.
Í kunngerðini stóð eis-
ini, at matvørugoymsl-
urnar í Gaza-geiranum
eru at kalla tómar, og at
støðan
kann
gerast
álvarssom. Umleið 60
prosent av palestinunum
í Gaza liva undir fá-
tækramarkinum og hava
dagliga tørv á hjálp frá
UNWRA.
Ísraelsku myndugleik-
arnir umbóru seg við, at
teir høvdu verið noyddir
at herða trygdartiltøkini
á markinum til Gaza-
geiran fyri at forða fyri,
at vápn verða smuglað
um markið. Tey herdu
tiltøkini skuldu eisini
forða
sjálvmorðs-
bumbumonnum
at
sleppa til Ísraels, søgdu
myndugleikarnir.
UNWRA sigur, at teir
líðandi palestinararnir í
Gaza hava tørv á minst
250 tonsum av mati og
øðrum neyðsynjarvør-
um um dagin.
Bin Laden bað okkum drepa
amerikanarar
-Osama bin Laden bað okkum drepa amerikanarar, sigur ein fyrrverandi leiðari í
yvirgangsfelagsskapinum Jemaah Islamiya
FBI hevði upplýsingar
um álop frá al-Qaeda
Condoleezza Rice hevur sagt,
at amerikonsku
myndugleikarnir vistu einki
um nakra álopsætlan fyri
tann 11. september í 2001.
Hon sigur ósatt, sigur eitt
fyrrverandi starvsfólk í FBI. Í
næstu viku skal Rice
avhoyrast í Senatinum
C
M
Y
K
32