leygardagur 3. apríl 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 66 - 3. apríl 2004
Nr. 66 - 3. apríl 2004
35
Evnisdagur
fyri leiðandi sjúkra-
røktarfrøðingar
Fakligur áhugabókur fyri leiðandi sjúkrarøktar-
frøðingar, FÁ6, skipar fyri evnisdegi
týsdagin 13. apríl 2004
frá kl. 10.00 til kl. 14.00 á Hotel Føroyum.
Evni:
Professionell í deildarleiðslum.
Dagurin verður hildin við Sanne Sognsstup,
cand.scient.adm.
Byrjað verður við einum drekkamunni kl. 9.30 og
morgunmatur verður á middegi.
Kostnaður:
350 kr. fyri hvønn, sum skal gjaldast á konto í
Suðuroyar Sparikassa, konto nr. 9870-102.095.2.
Tilmelding hjá:
Idu Sørensen, tlf. 317339 ella 314969, ella
teldupostur: idasor@torshavn.fo
Tilmeldingarfreist:
Týsdagin 6. apríl.
Allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava leiðslu sum
virkisøki ella áhuga fyri leiðslu, kunnu luttaka.
Nevndin í FÁ6
Til sølu
Ein Nissan Patrol 3.0 Turbo diesel, 2 setur, el-leður-
setur v/ hita, el-sóltak, klimaanlegg, árg. 11/2000.
Verður seldur um hóskandi boð fæst.
Prísuppskot: 230.000 kr.
Áhugað kunnu venda sær til vinnulívsdeildina á
tlf. 31 13 50.
Føroya Banki
-har
tað hendir
Sosialráðgevi
á
Almannastovuni
Søkt verður eftir sosialráðgeva til økisdeildina í Suðuroy at arbeiða fulla tíð frá
1. mai at rokna ella skjótast til ber eftir henda dag.
Um deildina
Á økisdeildini á Tvøroyri arbeiða 4 fólk.
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er at:
•
ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við
almannaspurningar
•
at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuni
•
í serligum førum vísa til landsumfatandi eindirnar hjá Almannastovuni
Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin serliga tekur sær av, eru
•
ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini
•
persónlig viðbót til pensionistar sambært pensiónslógini
•
samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
•
tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðarpensjónir
Økið hjá deildini er Suðuroy.
Førleikakrøv
•
sosialráðgevaraútbúgving
•
góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði
•
góður málburður í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga
•
góð samstarvsevni
Lønar- og setanarviðurskifti
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at enda sær til John Mortensen,
deildarleiðara, á 353560.
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera
Almannastovuni,
postsmoga 58,
800 Tvøroyri,
í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2003.
Um Almannastovuna
Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tæn-
astur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar.
Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um
rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir.
Almannastovan hevur fakligu,fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum,fyriskipaðar
eftir pensjóns-,dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m.
Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill. kr. og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur
almannamiðstøðir í Tórshavn,Suðuroy,Eysturoy og í Norðoyggjum,og harumframt fevnir stovn-
urin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir.
Námsfrøðilig ráðstevna
Námsfrøðilig ráðstevna um trivnað hjá børnum verður hildin
í Norðurlandahúsinum í døgunum 17. og 18. september.
Ráðstevnan er fyri starvsfólk á dagstovnum, dagrøktarar, frítíðarskúlar, barna-
verndarlimir, heilsusystrar, sosialráðgevarar, kommunu og landspolitikkarar
og onnur við áhuga fyri evninum.
Fríggjadagur 17. september
Kl. 08.30–09.00 Morgunkaffi
Kl. 09.15–11.00 Erik Sigsgaard tosar um evnið: "Børn og daginstutioner"´Hvat
er ein góður stovnur?
Erik Sigsgaard hevur millum annað undirvíst á Danmarks
Lærerhøjskole. Hann hevur granskað nógv um børn á stovnum,
um samskiftið millum børn og vaksin,og um tey vaksnu,soleiðis
sum børn uppliva tey. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og smárit
um evnið.
Kl. 11.00–11.30 Kaffi
Kl. 11.30–12.30 Erik Sigsgaard heldur fram um sama evnið.
Kl. 12.30–14.00 Døgurði.
Kl. 14.00–15.00 Erik Sigsgaard tosar um bókina: "Skæld ud:" "At skelda er at
sláa børnini við orðum," segði ein genta einaferð við
høvundan. Hjálpir at skelda og hvørji árin hevur hetta á
børnini?
Margrethe Brun Hansen tosar um bók hennara: "De
kompetente forældre. "Sig mær hvussu foreldur tykkara eru,
og eg kann siga tykkum hvussu tit eru," kundi bókin eisini itið,
skrivar høvundurin í formælinum. Nógv børn hava tørv á for-
eldrum,ið vilja og tora at vera viðleikarar í teirra gerandisdegi.
Margrethe Brun Hansen er útbúgvin námsfrøðingur og cand.
psych. Hon hevur millum annað havt sína dagligu gong á 45
stovnum í Danmark sum sálarfrøðingur hjá Landsforeningen
Frie Børnehaver og Fritidshjem.
Leygardagur 18. september
Kl. 08.30–09.00 Morgunkaffi
Kl. 09.30–10.30 Margrethe
Brun
Hansen
tosar
um
"Den
nye
forældregeneration", út frá tí veruleika, at samfelagið hevur
broytt seg so nógv, at børn, foreldur og stovnar hava fingið
heilt aðrar treytir at virka undir. Skilir stovnurin tað nýggja
ættarliðið av foreldrum?
Kl. 10.30–11.00 Kaffi
Kl. 11.00–12.00 Margrethe Brun Hansen heldur fram um sama evnið.
Kl. 12.00–13.00 Døgurði
Kl. 13.30–14.30 Virkisstovur
1. Foreldraførleiki
Minna Poulsen og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingar, fara at siga
frá um foreldraførleika. Góður foreldraførleiki er, tá foreldur eru
før fyri at geva barninum kærleika gjøgnum tað foreldrið sigur,
ger og er.
2. Sálarligt arbeiðsumhvørvi á dagstovnunum.
Marjun Nielsen,sálarfrøðingur,fer at røða um hvussu børn hava
tað í Føroyum,hvussu tað sálarliga umhvørvið er á dagstovnum
og í heiminum. Hvat skal til fyri at børn trívast?
3. Fráboðaranskylda-Tagnarskylda.
Tonja Ziskason, sosialráðgevi og Jórun Niclasen, sernámsfrøð-
ingur, fara at røða um hvussu vit umsita fráboðaranskyldu og
tagnarskyldu í dagliga samstarvinum við foreldur og aðrar sam-
starvsfelagar. Hvussu skulu vit fráboða og hvussu skal ein frá-
boðan orðast?
Kostnaður:
Kr. 1200,- fyri báðar dagarnar, alt íroknað.
Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram í Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9 B,
100 Tórshavn.Tel. 319180.Teldupostur: u-brunni@torshavn.fo
Seinasta tilmeldingarfreist er 1. juli og tilmeldingin er bindandi.
Fyrireikingarbólkurin
Ársfundur í KSF
(Kvinnufelagssamskipan Føroya)
verður í Vági dýra biðidag 7. mai 2004
Fundarskrá sambært lógini.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast
til KSF, postboks 1013, 110 Tórshavn, í seinasta
lagi 25. apríl.
Fundurin verður settur
kl. 13.00 í hølum Vágs Matmøðrafelags.
Tey, ið ætla sær at vera við, skulu siga frá í sein-
asta lagi 30. apríl á telefon
373960, 373169 ella 373054
C
M
Y
K
35
34