fríggjadagur 18. januar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Neistin tykist eisini hava tryggjað
sær eitt pláss í finaluni í steypa
kappingini. Tað sá annars út til, at
Kyndil fór at geva teimum skarpan
gang. Í hálvleikinum var Kyndil á
odda 12-10 og tær tóktust hava rakt
dagin.
Tað er fyrr hent, at kvinnurnar
hjá Kyndli spæla ein góða hálvleik
og ein minni góðan. Hesa ferð
var talan kanska líka nógv um,
at Neistin tók seg saman í seinna
hálvleiki, tí tær eru besta liðið í
Føroyum. Tá tær spæla væl, so er ilt
hjá nøkrum liðið at standa teimum
mát.
Tað gekk bara ein løta av seinna
hálvleiki, so var Neistin á odda
aftur. Tíverri fyri spenningin, so
gjørdist munurin ov stórur móti
dystarenda til at Kyndil hevur
nakran realistiskan møguleika at
innheita leiðsluna hjá Neistanum.
Dysturin var annars hart spæld
ur, tó uttan at verða »unfair«. Tað
sást at talan var um eina granna
uppgerð har hvørki liðið spardi upp
á nakað.
Málverjin hjá Kyndli, Tomma
Petersen, fekk ein skaða, tá hon
bjargaði einum kanónskoti frá
Barbaru Brauer. Hon hevur brotið
hondliðið og verður úti í minst seks
vikur.
coca cola kappingin fyrra hálvfinala
Tvey lið hava annað beini í finaluni
KÍF so gott sum tryggjaði sær eitt
pláss í finaluni í Coca Cola Cup
steypakappingini, tá teir í gjár
vunnið við heili 14 málum móti ein
um tannleysum H71 liðið. Hóast
Jacob Jónsson, venjari hjá KÍF, einki
vil taka fyri givið, so er tað óhugs
andi at KÍF kann tapa ein hond
bóltdyst við 14 málum móti einum
øðrum føroyskum liðið.
Tað gekk meiri javnt á í fyrra
hálvleiki, men KÍF var allatíð ein fet
frammanfyri. Hans Eli Sigurbjørns
son var neyvur og skoraði fimm á
málum í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki stóð verju
múrurin hjá kollfirðingum ikki til
at koppa. Líka mikið hvussu hoy
víkingar royndu, so sluppu teir
ikki í gjøgnum. Bogdan Florea,
stórskjúttin hjá H71, var skaddur og
fekk illa spælt. Tað sást væl aftur
á avrikinum hjá honum. Hann fekk
bara tvey mál og tey komu bæði
upp á brotsskast. Fyri uttan tað, so
hevði hann fýra skotroyndir, sum
einki mál góvu.
– Eg havi í gull heiðursmerki í
hondini og eg taki einki fyri givið,
segði Jacob Jónsson eftir dystin.
Venjarin var tó fegin um avrikið.
– Hetta var sum at blíva sligin
í búkin, staðfesti Rógvi Sørensen,
spælfordeilarin
H71,
og
legði
afturat at tala var um klassa mun
á liðnum.
Tað skal var løgið um KÍF ikki
verður at síggja í finaluni í steypa
kappingini.
KÍF - H71 29-15 (15-10)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Niclas Selvig 7, Rúni Joensen 6, Tony Weyhe 4, Ási Dam 3,
Rógvi Weyhe 2
H71: Hallur Biskopstø 4, Niels Viggo Niclasen 3, Rúni Højgaard 3, Bogdan Florea 2,
Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsøe 1
Neistin - Kyndil 27-21 (10-12)
Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun F. Danberg 7, Bára Hansen 3, Nikoletta R, Hansen,
Eir Berg 2, Rakul Augustinussen 1(Tvey mál resta í – Ongin dómaraseðil komin)
Kyndil: Simona Iacob 5, Anja Heinadóttir 4, Jórun Ludvig 4, Randi Wardum 3,
Bjarta Johansen 2, Anna Brimnes 1, Turið Arge Samuelsen 1, Gurðið Eystberg 1
Tróndur Arge
Strandingar vóru vónbrotnir eftir
sigurin á VÍF í høllini á Skála miku
kvøldið. Munurin gjørdist bara
tvey mál, eftir at StÍF var á odda
við fimm málum í hálvleikinum.
Heimaliðið legði bragdliga fyri og
var odda frá triðja minutti av.
Tá StÍF í tveimum førum fyri
hálvleik økti, so munurin var
fimm mál, sá svart út hjá vest
menningum, sum tykjast sum
eitt lið, ið ikki er spælt saman
enn. Komnir út til seinna hálvleik
kom meiri ferð á VÍF liðið. Tíggju
minuttir fyri tíð minkaðu teir 19-
18, tá teir skoraðu fýra mál upp í
slag. StÍF fekk tó fatur á dystinum
aftur og tað endaði við, at Sveinur
Justinussen eftir deyðbóltsstøðu
bankaði bóltin upp í málhornið
til 24-22, sum gjørdist endaliga
úrslitið.
Agnar Joensen, striku spælarin
hjá VÍF, var fegin um at munurin
ikki gjørdist størri enn tvey mál,
meðan bakkurin hjá StÍF, Marius
Joensen, helt at sigurin var ov
lítil.
Sveinur Justinussen mundi
verða dagsins spælari, meðan
Filip Jojic.
trondur@sosialurin.fo
StÍF - VÍF 24-22 (15-10)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan Norðberg 3, Pætur Joensen 3, Borgar Danielsen 3,
Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Teitur Nilssen 1, Jákup Berthelsen 1
VÍF: Filip Jojic 7, Rasmu Junker 3, Magnus Müller 3, Joen Pauli Høgnesen 2,
Agnar Joensen 2, Holgar Durhuus 2, Martin Ritto 2, Bárður Brimvík 1
Strandingar
vónbrotnir
Neistakvinnur eisini
ávegis í finaluna
KÍF so gott sum
tryggja sær plássið
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Stjørnan og VB hava ikki verið
eins sterk og tey hava verið okk
urt annað árið, men av tí sama, so
stendur helst eisini meiri á báðum
liðnum tí hetta er møguliga einasti
møguleiki fyri at fáa heiðurs
merki um hálsin í hesum kapp
ingarárinum.
Síðani 2004 hevur Stjørnan
verið í øllum steypafinalunum.
Tríggjar ferðir hevur verið móti
júst VB. Í 2004 vann VB við ein
um málið, 20-19, og í 2007 vann
Stjørnan 31-28. Liðini møttust
eisini í finaluni í fjør Tá vann
Stjørnan 27-23.
Søgan sigur tí, at tað helst verð
ur Stjørnan, ið verður omaná, men
tað er nógv, sum ikki hevur verið
sum tað plagar í Stjørnuni í ár.
Tær hava havt stórar trupulleikar
í landskappingini, men seinasti
dystirnir hava tó bent á, at pílurin
peikar rættan veg.
trondur@sosialurin.fo
Leygardagin kl. 18.00
Stjørnan - VB
beinleiðis
á Rás2