fríggjadagur 18. januar 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Coca Cola Cup Steypakapping
kvinnur – Fyrri hálvfinalur:
Stjørnan - VB (18.00) Beinl. á Rás2
Atlantic Airways deildin:
Leygardagin 19. januar
Neistin - Team Klaksvík (16.00)
Sunnudagin 20. januar
Kyndil - StÍF (16.00)
H71 - KÍF (16.00)
Fremsta deild kvinnur:
Sunnudagin 20. januar
Kyndil - StÍF (14.30)
Stjørnan - VB (15.00)
Eik ligan kvinnur:
Leygardagin 19. januar
Ternan - SÍ (13.00)
Dráttur - KÍF (18.00)
Fleyr - Mjølnir (15.30)
TB - ÍF (15.00)
Mánadagin 21. januar
ÍF - KÍF (19.30)
Eik ligan menn:
Leygardagin 19. januar
SÍ - ÍF (17.00)
Sunnudagin 20. januar
Mjølnir - Fleyr (17.00)
Dystir um vikuskiftið:
Tróndur Arge
B36-verjan hevur sæð heldur tunn
út, eftir at tað gjørdist greitt, at
Jonas Flindt Rasmussen ikki helt
fram í felagnum.
Nú hevur árstalsfelagið typt
holið, og talan er eisini um danskan
avloysara.
Martin St. Pierre Pedersen er
uppvaksin í AaB, og fram til 2009
spældi hann við AaB, har hann
spældi 125 dystir í superliguni, og
millum annað var við til at vinna
danska meistaraheitið í 2008. Eis
ini hevur spælt á fleiri donskum
U-landsliðum.
Síðani hevur hann roynt seg
hjá SønderjyskE, Vejle, Hjørring
og Fredericia og íslendska Valur.
Skaðar argaðu tó nakað nógv í fjør,
men nú er hann til reiðar at royna
eitt føroyskt ævintýr.
Martin verður sagdur at vera
ein skjótur og klókur spælari, sum
kann spæla á mest sum øllum
plássum í verjuni og á miðvøllinum,
men tað verður fyrst og fremst
sum miðverja, at B36 ætlar at
brúka hann. Helst við Robert
Heðin Brockie ella Karl Martin E.
Samuelsen sum makkara.
B36 hevur framt munandi skerj
ingar í rakstrinum av besta mans
hópinum í ár, men hóast felagið nú
hevur fingið ein sterkan profil úr
Danmark, so merkir hetta ikki, at
felagið hevur slept fíggjarligu stýr
ingini, sigur Sámal Ímundarson,
formaður.
– Vit hava lagt eina fíggjarætlan,
og har er ávís upphædd sett av til
Effo-hópin. Og vit hava framvegis
sum krav, at hópurin verður rikin
innan fyri hesa upphædd, sigur
Sámal Ímundarson.
Tað hevur í vetur ljóðað, at
B36 hevur ynskt at fáa Rógva
Baldvinsson sum part av hópinum,
men hendan ætlanin tykist nú vera
slept. Sum skilst er góður møguleiki
fyri, at Rógvi fær sáttmála við okk
urt norskt felag, og tí verður hann
neyvan at síggja í føroysku lands
kappingini í ár.
trondur@sosialurin.fo
Danskur meistari til B36
Fótbóltur B36 hevur gjørt avtalu við 29 ára
gamla Martin Pedersen, sum millum annað var
partur av gull-liðnum hjá AaB í 2008
Amerikanski súklarin Lance Arm
strong viðgekk í nátt, at hann tók
avriksfremjandi evni – blóðdoping,
epo, testosteron – øll tey sjey árini,
hann vann kappingina Tour de
France. Tað gjørdi hann í samrøðu
við Oprah Winfrey.
– Eg havi sagt eina lygn, sum eg
havi endurtikið nógvar ferðir, og eg
ætli mær at brúka tað, sum er eftir
av lívinum, til at endurvinna álitið
og at biðja um umbering, segði
Lance Armstrong.
Í samrøðuni viðgekk Armstrong,
at hann byrjaði at taka doping mið
skeiðis í 1990-árunum. Hann segði,
at hann gavst við hesum í 2005, og
at hann ikki var dopaður, tá hann
royndi seg aftur í 2009 og bleiv
nummar trý í Tour de France.
Lance Armstrong hevur mist
allar sínar sjey Tour de France-sigr
ar og brosnumerkið, sum hann vann
á olympisku leikunum í 2000. Hann
er eisini útihýstur frá súkluítrótti.
arni@sosialurin.fo
Armstrong viðgekk doping
Martin Pedersen í Champions
League dysti fyri AaB móti Wayne
Rooney og Manchester United
Tróndur Arge
Karl Løkin var í fjør ein týðandi
part á miðvøllinum hjá ÍF, men
komandi kappingarár verður
tað á NSÍ miðvøllinum, at U21
landsliðsspælarin fer at stríð
ast.
Eisini stinni miðverjin, Jens
Joensen, verður at síggja við
Løkin komandi kappingarár.
Hann hevur eins og Karl skrivað
ein eitt ára sáttmála við NSÍ, sig
ur forkvinnan í felagnum, Kinna
F. Olsen.
Sostatt hevur NSÍ fingið
tilgongd av Einari T. Hansen,
Jónhardi Frederiksberg, Andy
Olsen og nú Karl Løkin, meðan
menn
sum
Pól
Jóhannus
Justinussen, Kristian Joensen,
Klæmint A. Olsen og Jens
Joensen halda fram.
Nýggjur venjari í felagnum
er Ábraham Løkin, sum er pápi
Karl Løkin.
trondur@sosialurin.fo
Karl Løkin (t.v) og Jens Joensen
Mynd: NSÍ
Karl Løkin
aftur til NSÍ
Fótbóltur Karl Løkin verður
komandi ár at síggja á miðvøllinum
hjá NSÍ. Eisini hevur miðverjin, Jens
Joensen, longt sáttmálan við felagið