mikudagur 21. juni 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 116 - 21. juni 2000
søku í fjør mistu til Ørv hjá
Havnar Róðrarfelag.
jh
Helvtin av teimum, sum
manna
Argjabátin,
eru
argjamenn.
Manningin á Argjabáti-
num fór fyrstu ferð í ár um-
borð á bátin 20. apríl. Teir
høvdu frammanundan runn-
ið í nakrar vikur. Higartil
hevur tað víst seg, at fyri-
reikingarnar hava verið nóg
dyggar til hetta kappróðrar-
árið. Teir báðir fyrstu róðr-
arnir hevur úrslitið verið so
mikið gott, at alt bendir á,
at Argjabáturin fer at end-
urvinna FM heitið, sum teir
vunnu bæði í 1997 og í
1998, men sum teir á ólav-
Tey, sum eru áhugað í kapp-
róðri, og serliga tey, sum
halda við Argjabátinum,
komast væl við, tá mint
verður á, hvussu kappingin
millum áttamannaførini í
fjør endaði. Argjabáturin
hevði vunnið FM bæði í
1997 og í 1998. Í fjør skuldi
hann vinna FM steypið til
ognar. Tað lá so mikið væl
fyri, at ólavsøkuróðurin var
avgerandi fyri, hvør fór at
vinna FM. Argjabáturin
endaði á triðja plássi, og so
struku grannarnir umborð á
Ørvi avstað við meistara-
skapinum. Tað var eitt stórt
vónbrot.
Í ár hilnast væl betri hjá
Argjabátinum. Teir vunnu
sannførandi á norðoyar-
stevnu, og aftur á Skála-
fjørðinum var eingin ivi um,
hvat tað stinnasta átta-
mannafarið var.
Rúni Johannesen er báts-
formaður umborð á Argja-
bátinum. Hann ásannar, tá
vit bera tað upp á mál fyri
honum, at higartil hevur
hann so at siga alla tíðina í
báðum FM róðrunum sæð
aftur á manningarnar á hin-
um bátunum.
– Eg siti á bógbekki í bak-
borð. Bæði á norðoyar-
stevnu og nú á Eystan-
stevnuni hava vit fingið
góðan start, og vit hava líka
sum kent tað soleiðis, at vit
so at siga alla tíðina í báðum
Argjamenn síggja altíð aftur á hinar
8–mannafør: Argjabáturin hevur higartil verið so sannførandi, at teir eru væl á veg at vinna FM heitið, sum teir
mistu í ólavsøkuróðrinum í fjør
róðrunum hava havt tak á
kappingini.
Kappingin
Tað gekk ein løta, áðrenn
Argjabáturin rættuliga sleit
seg
leysan
av
hinum
bátunum. Startspurturin var
fínur hjá fleiri bátum. Tofta-
báturin, Gullbrandur og
Nevið Reyða vóru væl við,
men tað var skjótt, at Argja-
báturin hevði fingið hálvan
skutin framum hinar, og
longu tá bátarnir komu á eitt
túsund metra málið, var
Argjabáturin so at siga leys-
ur av hinum bátunum.
Merkisvert
var
tað,
hvussu langt aftastur Heiða-
báturin var. Teir løgdu inn
meiri enn eina ferð, áðrenn
teir komu á mál. Umborð á
Knørri tóktust teir heldur
ikki at vera í serliga góðari
venjing. Oyndri, Kvívíking-
ur og Miðvingur hava áður
vunnið nógv, men í ár tykj-
ast teir hava ilt við at blanda
seg í kappingina millum teir
næstfremstu. Avrikini hjá
øllum hinum hava higartil
boðað frá, at tað verður sera
torført at gera nakað við
Argjabátin. Tá áttamanna-
førini komu á mál, var
Argjabáturin meiri enn leys-
ur av teimum næstfremstu.
Toftabáturin vann ta kapp-
ingina móti Gullbrandi, sum
er mannaður við vestmen-
ingum. Teir umborð á Gull-
brandi fingu gula kortið
undir róðrinum. Tað gjørdu
teir, tí teir ikki tóku boðini
frá høvuðsdómaranum til
eftirtektar beinanvegin.
Stórur áhugi
Nógv argjafólk vóru í neyst-
inum leygarkvøldið, tá
Argjabáturin við manning
og viðhaldsfólkum komu
aftur av Skálafjørðinum. Øll
fingu
smyrjibreyð
og
drekkamunn.
– Vit høvdu roknað við
og vónað, at tað fór at ganga
væl á Skálafjørðinum. Lík-
indini vóru umleið tey
somu, sum tey vóru í Klaks-
vík. Ta ferðina vóru vit ikki
vísir í, at tað fór at hilnast
so væl, sum tað gjørdi. Ein
maður fór av stutt undan
norðoyarstevnu, men tíbet-
ur vísti hetta seg ikki at vera
til so stóran ampa. Vit fingu
ein mann umborð, sum áður
hevði luttikið nógv í kapp-
róðri, og tað hevur roynst
væl,
staðfestir
Rúni
Johannesen, bátsformaður á
Argjabátinum.
Á Argjabátinum eru fýra
umborð, sum eisini róðu við
í fjør. Stýrimaðurin er spild-
urnýggjur í kappróðraverð-
ini. Hinir fýra hava áður róð
við bátum hjá Havnar
Róðrarfelag. Onkur hevur
verið við Gongurólvi, og
onkur hevur áður verið um-
borð á Havnarbátinum.
Á norðoyarstevnu var tað
merkisvert, at allir teir trígg-
ir fremstu bátarnir í kapp-
ingini millum genturnar
komu úr Vágum.
Frúgvin úr Miðvági vann
aftur á eystanstevnuni, og
aftur hesa ferð var nýggi
báturin leysur av øllum hin-
um, tá hann fór um málið.
Ørnin úr Sandavági var
triðji báturin um málið í
Runavík. Ørnin vann eisini
bronsuplássið í Klaksvík.
Munurin í teimum báðum
fyrstu kappingunum millum
gentur var, at meðan Beinta
úr Miðvági var næstfremst
í Klaksvík, so heilkiksaði
hesin báturin úr Miðvági
leygardagin. Beinta endaði
á áttanda plássinum. Tað var
púra óvæntað.
Tjaldrið fekk munin betri
start á eystanstevnuni, enn
genturnar úr róðrarfelagn-
um NSÍ fingu á norðoyar-
stevnu. Guli báturin var
beinanvegin við í kapping-
ini um oddaplássini, og har
helt hann seg.
Tá hálvur teinurin var
rógvin, var Frúgvin tvær
bátslongdir undan øllum
hinum, men munurin gjørd-
ist ongantíð størri enn tað.
Ørnin royndi at vinna seg
inn á Tjaldrið í kappingini
um næstfremsta plássið,
men tað eydnaðist ongantíð
av álvara. Tjaldrið var á
málinum leyst av aftaru bát-
unum.
Í 1999 vann Havfrúgvin
FM. Higartil í ár hevur tað
skorist vánaliga. Hesa ferð
endaði
Havfrúgvin
á
sjeynda plássinum, og av-
rikini higartil hava als ikki
boðað frá, at vestmanna-
gentur fara at vera við í
kappingini um FM.
Miðvágsbáturin, Frúgvin,
tykist hava fult tamarhald á
støðuni. Tað er ilt at ímynda
sær nakran annan FM vinn-
ara enn Frúnna, og tað er ilt
at ímynda sær nakran annan
vinnara av nøkrum róðri
enn Frúnna. Men nú skulu
vit ikki taka avgerðirnar
frammanundan at tað hevur
verið róð. Komandi leygar-
dag verður kappast í Vági,
og tá fáa vit fyrstu stað-
festingina av, um Frúgvin
hjá miðvingum er so sann-
førandi, sum vit í hesi frá-
søgnini hava gjørt hana til.
Men vit hava ikki kunnað
gjørt annað. Úrslitini hava
talað fyri seg!
jh
Frúgvin fekk Tjaldrið undir liðina
5–mannafør gentur: Hesa ferð vóru bátarnir úr Vágum ikki so einaráðandi, sum teir vóru í fyrstu FM kappingini
Myndin er frá norðoyastevnu, men úrslitið er hitt sama. Argjabáturin fór einsamallur
um málið á eystanstevnu
savnsmynd
Hinar
bátsmanningarnar
kunnu ikki gera nógv
annað enn hyggja at,
tá róð verður móti
Frúnni
Mynd: J. Jacobsen
Nr. 22 - 21. juni 2000
20
Hundurin brúni á ellisheimi, gentan sum
er totalt up to date og drongurin sum
heldur vil hava friturufeitt enn fisk.
Kular Røtur 2 er eitt sindur av hvørj-
um.
Fyri ta› mesta er tónleikurin spældur
í tí›arandunum, men pláss er eisini fyri
einum farra av fólkatónleiki og gemen-
um poppi. Og lat ta› vera sagt beinan-
vegin, at Kular Røtur 2 er ein verdugur
uppfylgjari til fyrru fløguna, sum var so
fram úr væl móttikin og framvegis ver›-
ur nógv spæld.
Hesafer› er ta› kanska eitt sindur
minni magiskt, enn tá Vera og Bilurin
hjá okkum drøna›u inn á fløgumarkna›-
in, men Kular Røtur konsepti› hevur
biti› seg fast. Ta› riggar, børnunum
dámar ta›, og eisini tey vaksnu fáa
naka› burturúr.
Grundarlagi› undir øllum eru yrking-
arnar og løgini, sum Steintór Rasmussen
og Ingi Isaksen eiga meginpartin av, og
fyri ta› mesta eru sangirnir á n‡ggju út-
gávuni gó›ir.
Millum skeringarnar goymir seg eis-
ini lítla meistaraverki› Kingoson. Ein
framúr sangur vi› einum frálíkum lagi
og yrking, har Steintór Rasmussen, sam-
stundis sum hann skrivar ein lættan tekst
til børnini, fær eitt sindur av sosialrealis-
mu til tey vaksnu vi› í yrkingina.
Kanska er ta› ikki hundurin brúni, sum
endar á ellisheiminum, men hesin sang-
urin er á hædd vi› tann tiltikna sangin
fra fyrst í 80’unum.
Sangurin Flippan er eitt rættiligur
floorfiller, sum ta› ver›ur rópt á disko-
teksmálinum. Ein sangur sum svingar
og rættiliga kann fanga. Og gjøgnum-
gangandi hoyrist, at tónleikurin er í trá›
vi› nógv av tí, sum annars er at hoyra úr
útlandinum í hesum døgum. Kular Røtur
2 er moderna› og ungt. Ta› er ein barna-
fløga, men eisini ein ungdómsfløga.
Sangirnir Kræsin og Kalla meg Babe
eru frálíkir. Væl yrktir og vi› tveimum
frálíkum løgum hjá Inga Isaksen, og
punktumi› á fløguni er ein flottur sangur
um árstí›irnar.
Sangirnir um abbabeiggjan og skúlan
eru irriterandi, men ta› eru bara tvær av
11 skeringum. Størsti parturin av sangu-
num standa mát vi› ta›, sum fyrra fløg-
an leg›i upp til, og enn eina ver›a bæ›i
tónleikur og sangur framførd sannfør-
andi.
Vi› avrikinum á hesi fløguni í huga,
eigur einki at standa í vegin fyri, at ein
tri›ja fløga vi› Kulum Rótum eisini
ver›ur gjørd.
Men tá er Kingoson helst farin,
stakkalin...
So hendi ta› endiliga : The beast is back!
Hjá okkum gomlu 80´ara heavyrockar-
um er tann ná›uga stund follin okkum í
lut at vit sleppa at uppliva eina sam-
stundis nostalgiska og aktuella løtu vi›
eini n‡ggjari fløgu í hendi. Mong vóru
vit sum í 1995 avskriva›u Iron Maiden
tá i› teir hetta ári› góvu út fløguna The
X Factor. Einki gott kann sigast um hesa
fløguna : Rætti Iron Maiden sangarin
var skiftur út vi› tann nasala og ótolandi
Blaze Bailey.
Ikki nokk vi› at rætti Iron Maiden
sangarin, Bruce Dickinson, er komin
upp í aftur bólkin ; eisini gamli guitar-
leikarin, sum r‡mdi í 1989, Adrian
Smith, hevur funni› sær vegin aftur í
gamla sessin. Ùrsliti› er ein gle›isfyltur
heavy metal rúsur vi› einum torubrak-
andi ljó›múri sum spríkir av nittum og
tonsarayvirfló›. Fyrsta stakfløgan, The
Wicker Man, hevur longu gjørt um seg á
sølulistunum, eisini í Føroyum. Lagi ›
f‡kur avsta› vi› 200 km/t, komplett vi›
galopp - bassi og har›mæltum harrakóri
- hári› er langt og le›urjakkin glansar av
hart rockandi stadionsveitta. Hetta er
hjartanemandi.
Ikki sí›ani 1982 hevur kongarøddin
hjá Bruce ljó›a› so yndislig og gjøgn-
umtreingjandi. Hetta var tí›in tá i› or›-
ini “six six six” brendu seg føst í
trummuhindurnar á einum hvørjum rætt
rockandi og slamdansandi heavy metal
enfant terrible. Hetta er eisini besta út-
gávan hjá Maiden sí›ani Seventh Son Of
A Seventh Son, sum gjørdi at undirrita›i
konvertera›i á vári í 1988. Frá at hava
nynna› vi› til Kim Wilde og Chicago
fekk eg stafettina handa›a og ta› var
tamba›a torurøddin á Bruce Dickinson
sum kveikti ein loga í mítt titrandi popp-
hjarta.
Henda fløgan er før fyri at halda eldi-
num vi› líka og ta› kann man takka løg-
um so sum The Mercenary, Out Of The
Silent Planet, Brave New World og The
Nomad fyri. Stílurin er ey›kendur og
integriteturin l‡sur av bólkinum. Løgini
eru styrkt vi› vanligu melodisku
millumspølunum og Iron Maiden hava
umsí›ur fingi› skil upp á trummuljó›i›.
Nicko McBrain leikar í sum tann svak-
ligi berserkarin hann altí› hevur veri› og
Bruce Dickinson er í toppformi. Steve
Harris stendur framvegis vi› ró›ri› og
hevur skriva› bró›urpartin av tilfarinum
á fløguni. Spelkna guitar trio´in slær ikki
falskar mentir og vælsignar løgini vi›
øllum frá teskandi yndi til brølandi ø›i
og undirrita›i tveitir seg enn einafer› í
dusti›.
Hetta er ikki eitt ummæli, hetta er eitt
vi›mæli. Keyp! Keyp! Keyp!
Saman vi› Eivør Pállsdóttir man Malan
Ey›unsdóttir vera Føroya besta popp-
sangarinna, ongin ivi um ta›. Ta› hevur
hon longu veri› í fleiri ár og oftast hevur
hon veri› sett í samband vi› Mark No
Limits, sjálvt um hennara leiklutur í hes-
um bólki var sterkt avmarka›ur. Nú hava
vit so høvi til at uppliva Maluna einsa-
malla, uttan nakran Teitur at krógva seg
aftan fyri.
Úrsliti› kann ikki sigast at vera anna›
enn sera sannførandi ; Malan hevur eina
flotta og stóra rødd, sum tó kortini ong-
antí› gerst átro›kandi ella snjøll at lurta
eftir. Hennara fyrsta roynd sum einstak-
lingur er henda fløgan, sum fyri ta›
mesta er upptikin ni›ri í Danmark. Ta ›
er Kári Jacobsen sum er oddama›ur fyri
hesi verkætlan, sum ikki kann sigast at
vera anna› enn imponerandi hondverk.
Stílurin á sjálvari fløguni er poppur,
slætt og rætt. Júst sum vi› fløguni hjá
hinari Maluni, sum kom út í marts mán-
a›a, er dentur lagdur á eina reina og
ógrugguta studioframlei›slu har forrit-
arnir eru vavdar saman vi› vanligan
akustiskum ljó›førum, so sum akustisk-
um guitarum og ditto trummum.
Kári Jacobsen hevur skriva› øll løgini
á fløguni. Fleiri av hesum løgum hava
veri› nógv at hoyrt í útvarpium, so
undirtøkan tykist at vera til sta›ar fyri
hesum produktinum; sæ› sum ein før-
oysk tónleikaútgáva er fløgan fult á
hædd vi› naka› anna› sum er útkomi›
hesi seinastu árini, innan sama tónleika-
stíl. Løgini Minnist Tú Hitt Summari ›
og Tá Ein Genta Saknar Sín Drong
mugu sigast at vera trumfarnir á fløguni.
Eisini er eitt ávíst hittpotentiali at hóma
í løgunum Dagur Ì Mei og Hev›i Eg
Bara Tora›.
Kortini eru onnur løg á fløguni sum
tykjast at sakna eitt sí›sta spark í aftur-
partin; her er alt ov líti› flog yvir heild-
armyndini sum í stórum tykist í so gum-
putung og óuppløgd. Sí›sta pifti›
manglar og summi av løgunum hava
trupult vi› at festa seg í minni›. Millum
hesi eru Inn Til Tín, À Berum og
Dreymurin. Hetta sí›sta leggur seg
kraftiga í reyvina á latín bylgjuni sum í
løtuni skolar inn yvir Europa, vi› Ricky
Martin og Enrique Iglesias á odda, men
í hesum sambandinum skurrar ta› eitt
sindur. Tropiski pulsurin hevur onki vi›
føroysk vi›urskifti ella tekstliga inni-
haldi› at gera og fellur vi› einum bumsi
í gólvi›.
Sí›sta lagi› á fløguni, Túsund àr, legg-
ur seg eisini ikki sørt smagleyst upp at
einum eftirhondini útlúgva›um móta-
fyribrigdi:
Millennium - feprinum.
Hetta er ikki júst ta› mest vi›komandi
ella aktuella nú vit eru komin inn í juni
mána›a 2000. Fólk eru komin fyri seg
aftur og teldufrø›ingarnir hava sessast
aftur.
Annars er ni›urstø›an hon, at Malan
ikki noy›ist at blúgvast vi› hesa útgáv-
una, sum sigast má at vera ein tann mest
spennandi higartil í ár. Men ein seinasta
lítil ávaring : Haldi› tykkum langt vekk
frá jakzac lagnum Sorgblítt Hjarta.
Malan Ey›unsdóttir
Iron Maiden
Kular Røtur
Malan
Brave New
World
Túsund Smíl