Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 Eysturoyingurin er upp- steðgaður. Sigursrøðin hjá 10–mannafarinum í Runa- vík varð brotin í Klaksvík, og í Runavík var tað stað- fest, at manningin, sum tvey tey undanfarnu árini hevur vunnið allar tólv FM róðr- arnar, ikki er so væl fyri nú, sum hon hevur verið. Men tað er eingin orsøk hjá teimum í róðrarfel- agnum NSÍ og hjá øllum teimum mongu, sum taka á við teimum, at órógvast um framtíðina. Úrslitini bæði á norðoyarstevnu og skála- fjarðarstevnu boða frá, at framtíðar manningin á Eyst- uroyingi væl og virðiliga ger seg klára at manna tíggjumannafarið, tá nógv vinnandi og kanska eitt sindur mettu menninir fara at mynstra av. Toftabáturin var næst- fremstur í kappingini mill- um 8–mannafør, og í dreingjakappingini var nýggja Tjaldrið so nógv fyrst á mál sum eingin annar bátur var í nakrari kapping leygardagin. Tórbjørn Jacobsen hand- aði eftir kappróðurin steyp og heiðurskrónur á havnar- økinum í Runavík. Hann kundi saman við hinum í Runavíkar kommunu fegn- ast um, at dreingirnir um- borð á Tjaldrinum høvdu vart kappróðrarheiðurin hjá eyðkendu gulu bátunum. Tjaldrið fleyg avstað, tá startdómarin skeyt fyri fyrsta róðrinum á Skála- fjørðinum. Tá teir fyrstu eitt hundrað metrarnir vóru lagdir afturum, var Tjaldrið meiri enn eina hálva báts- longd frammanfyri allar hinar, og áðrenn tvey hundrað metrar vóru farnir, var Tjaldrið leyst av hinum bátunum. Tá bátarnir komu inn móti málinum, var talan um uppvísning í heimasjógvi hjá Tjaldrinum. Guli báturin var einar níggju ella tíggju bátslongdir undan hinum bátunum um málið, og tað Menninir umborð á Hvessingi eru væl á veg til at vinna sætta meistaraheit- ið síðani 1993. Teir vunnu á norðoyarstevnu, og á Skálafjørðinum endaðu teir enn eina ferð ovast í stríðn- um millum bátarnar í Sundalagnum og av Skála- fjørðinum um stig og heið- ur. – Tað skal ikki vera nøkur Krøv verða sett manningini á Hvessingi 6–mannafør menn: Sjálvsálitið er í topp á ungu monnunum, sum droyma um at vinna rættin at luttaka í altjóða kappingini á Scillyoyggjunum loyna, at vit droyma um at vinna kappróðrarferðina niður á Scillyoyggjarnar. Skulu vit røkka so langt, so er tað neyðugt, at vit vinna róðrarnar, sum vit taka lut í. Um vit gera tað, so fáa vit at síggja, hvussu tað gongst í hinum kappingunum. Tað er Báraldur Joensen, sum vit tosa við. Hann er bátsformaður á Hvessingi úr Hvalvík/Streymnesi. Hann situr á lærinum í bak- borði, og hann dylur ikki, at lagið er gott og hugurin at venja og kappast er fínur: – Vit búgva allir í Hvalvík og Streymnesi. Hvessingur hevur vunnið nógv, og vit eru greiðir yvir, at her í øki- num verður tað roknað við, at vit ætla okkum at leggja nógv fyri at vinna, tá vit Tjaldrið bjargaði stevnuhýrinum 5–mannafør dreingir: Sigurin hjá dreingjunum, sum róðu í heimasjógvi, var tann mest sannførandi í øllum kappingunum manna Hvessingin. Tá vit fóru á norðoyarstevnu, vóru vit ikki vísir í, hvussu tað fór at hilnast. Vit vóru bara nummar trý, tá vit róðu á bygdarstevnuni á Skála. Tá vit vunnu í Klaksvík, var kappingin sera hørð. Tá vit fóru á eystanstevnuna, høvdu vit størri sjálvsálit, enn vit høvdu á norðoyar- stevnu, og hesa ferð vóru vit vísir í, at vit høvdu vunn- ið, tá vit fóru um málið. Grannastríð í stórum álvara Á norðoyarstevnu fekk Hósvíkingur ein so framúr góðan start. Á Skálafjørði- num startaði Hósvíkingurin eisini væl, men hesa ferð lá tað eisini beinanvegin væl fyri hjá Hvessingi, og Koll- firðingurin var eisini væl við í kappingini fyrstu løt- una. Tá bátarnir komu inn á eitt túsund metra málið, hevði Strálan av Strondum hug at blanda seg upp í kappingina millum teir fremstu. Kollfirðingurin datt fullkomuliga burtur ímillum í oddastríðnum, men bæði Hósvíkingur og Strálan megnaðu mest sum alla tíðina at halda Hvess- ingin í ikki alt ov longum tjóðri. Men hvørki grannar- nir úr Hósvík ella strand- ingar megnaðu av álvara at hótta teir úr Hvalvík og Streymnesi, sjálvt um teir gjørdu onkra roynd. – Vit høvdu teir alla tíðina í eygnakrókunum, og vit vistu, hvussu langt vit vóru komnir, og hvat bíðaði okk- um. Frarmmanundan róðri- num høvdu vit ítað alt róðr- arøkið av. Vit tóku fimtan tøk í startspurtinum. Undir róðrinum róðu vit seigan. Onkra ferðina, tá vit hildu, at ferðin var minkað eitt vet, tóku vit fimm stór tøk. Vit høvdu roknað tredivu tøk til endaspurtin. Vit høvdu sett ein bil á tað staðið, har vit ætlaðu at spurta frá, og tað vísti seg at rigga væl. Vit fóru um málið á endaspurt- taki nummar tredivu, greiðir bátsformaðurin á Hvess- ingi, Báraldur Joensen, frá. Talan er um unga mann- ing umborð á Hvessingi. Miðalaldurin er 20 ár. Elsti maður er 24 ára gamal, og yngsti maðurin er bara 16 ára gamal. Hann roynir seg á fyrsta ári. Tríggir teirra, sum vunnu FM í fjør, eru við aftur í ár. Tveir, sum vóru við at vinna FM við Hvessingi øll árini frá 1993 og til og við 1995, eru komnir umborð aftur, og stýrimaðurin hevur áður verið umborð á 5–manna- farinum Báruni. Umborð á Hvessingi hava teir lagt nógva orku í fyri at røkka so langt, sum teir hava gjørt á norðoyarstevnu og á skálafjarðarstevnu. 25. mars fóru teir undir renni- venjingina, og síðani flagg- dagin hava teir vant við Hvessingi. Úrslitini í teim- um báðum fyrstu stevnu- num boða frá, at tað hevur verið væl vant! jh tykist sum um, at tað skal meiri enn vanlig kapping til, um hugsningur skal vera um, at onkur skal taka Tjaldrið í teimum fýra FM kappróðrunum, sum fram- vegis eru á skránni í hesum árinum. Tjaldrið hevur ikki vunnið FM síðani í 1991. Kappingin var stór um næstfremsta plássið. Kollur var eina bátslongd undan næstu bátunum um málið. Drekin og Havfrúgvin komu í fylgi um málið. Tá teir fóru at kanna, hvør av hesum báðum bátunum var frammanfyri hin, vísti tað seg, at Drekin og Havfrúgvin fóru akkurát í senn um málstrikuna. Frá m.a. svimjing, skíing og Tjaldrið var einasti báturin hjá vertunum úr Runavík, sum megnaði at toga ein sigur í land av heimasjógvi Mynd: J. Jacobsen súkkling er tað ikki ókent, at somu tíðir verða givnar. Reglarnir fyri kappróður leggja upp fyri hesum í grein 22. At Drekin og Hav- frúgvin fóru í senn um mál- ið hevði við sær, at báðir bátarnir fingu fýra stig, meðan eingin bátur fekk trý stig. Í fjør vann Havfrúgvin, sum tá var nýggj, FM. Hig- artil í ár hevur ikki skorist nakað serligt hjá vest- mannabátinum. Men Hav- frúgvin stóð seg betri hesa ferð, enn hon gjørdi á norð- oyarstevnu. Í ár er Tjaldrið nýtt. Manningin tykist vera sera stinn, og alt bendir á, at Tjaldrið fer at røkka heilt langt í øllum teimum fýra kappingunum, sum fram- vegis eru á skránni í summ- ar. JH Hóast hósvíkingar eisini royndu at gera um seg, so eydnaðiast tað teimum umborð á Hvessingi at basa grannunum Mynd: J. Jacobsen Bólkur A Bólkur D Bólkur C Bólkur B Komandi dystir: 20.06 Ongland-Rumenia 20.06 Portugal-Týskland Komandi dystir: 21.06 Danmark-Kekkia 21.06 Frakland-Holland Komandi dystir: 21.06 Jugoslavia-Spania 21.06 Slovenia-Noreg Støðan v j t mál stig 1 Portugal 2 0 0 4-2 6 2 Ongland 1 0 1 3-3 3 2 Týskland 0 1 1 1-2 1 3 Rumenia 0 1 1 1-2 1 Støðan v j t mál stig 1 Frakland 2 0 0 5-1 6 2 Holland 2 0 0 4-0 6 3 Kekkia 0 0 2 1-3 0 4 Danmark 0 0 2 0-2 0 Støðan v j t mál stig 1 Jugoslavia 1 1 0 4-3 4 2 Noreg 1 0 1 1-1 3 3 Spania 1 0 1 2-2 3 4 Slovenia 0 1 1 4-5 1 Støðan v j t mál stig 1 Italia 3 0 0 6-2 9 2 Turkaland 1 1 1 3-2 4 2 Belgia 1 0 2 2-5 3 3 Svøríki 0 1 2 2-4 1 EURO 2000 endaspælið Slovenia-Spania 1-2 (0-1) 0-1: Raul 4. 1-1: Zahovic 58. 1-2: Etxeberria 60. Noreg Jugoslavia 0-1 0-1: Milosevic 8. Turkaland-Belgia 0-2 (0-1) 0-1: Sukur 45. 0-2: Sukur 70. Italia-Svøríki 1-0: Di Biagia 39. 1-1: Larsson 77. 2-1: Del Piero 88. Kekkia-Frakland 1-2 (0-1) 0-1: Henry 7 1-1: Poborsky (br.) 35. 1-2: Djorkaeff 60. Danmark-Holland 0-3 (0-0) 0-1: Kluivert 57. 0-2: R. De Boer 66. 0-3: Zenden 77. Rumenia-Portugal 1-0 (0-0) 1-0: Da Costa 94. Ongland-Týskland 1-0 (0-0) 1-0: Shearer 52. Higartil í ár hevur tað ging- ið striltið hjá sigursvandu róðrarfeløgunum í høvuðs- staðnum. Á norðoyarstevnu vóru tað bara kvinnurnar umborð á Jarnbardi, sum vunnu, og søgan endurtók seg á Skálafjørðinum. FM vinnarin frá í fjør kom eina bátslongd undan næsta bát- inum á mál. Sigurin var ikki so sannførandi, sum hann var í Klaksvík, men tað var kortini ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Í Havnar Róðrarfelag hava tey vónað og roknað eitt sindur við, at kvinnurnar umborð á nýggja Gongur- ólvi skuldu gera um seg. Tað gjørdu tær ikki á norð- oyarstevnu. Á eystanstevn- uni fekk Gongurólvur ein fínan start, og fyrstu lítlu løtuna var líkt til, attær skulu geva Jarnbardi ta kappingina, sum tær um- borð á Jarnbardi hava vónað, at tær fóru at fáa, Eingin tekur Jarnbardin 6–mannafør kvinnur: Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hjá róðrarfelagnum Knørri, vardu aftur í Runavík kappróðrarheiðurin hjá havnarmonnum men tað var so skjótt, at Gongurólvur dovnaði. Merkisvert var tað, at um tað skuldi tosast um nakra kapping, so var tað frá tveimum støðum, sum ikki hava verið serliga framm- arlaga í kappróðri nógvu tey seinastu árini, at Jarnbardur fekk avbjóðingina. Páll Fangi vann nógv tey fyrstu árini, tá kvinnurnar kappaðust í 6–mannaførum. Fyrsta árið, at kvinnurnar kappaðust um FM í 6– mannaførum, var í 1983. Páll Fangi vann fyrstu ferð FM í 1986, og síðani vunnu tær FM fleiri ferðir – um- framt í 1986 vunnu tær eis- ini í 1987, í 1989 og aftur í 1990. Síðani tá hevur tað verið lítið at hoyrt til kvinnubátin í Klaksvík, men nú tykist glógva í aftur. Páll Fangi taldist ikki millum tær í fremra enda- num á fyrstu metrunum, men tá hálvt málið var rógv- ið, og Jarnbardur longu var vorðin leysur av Gongur- ólvi, sum inntil tá hevði fylgt væl við í oddinum, fóru klaksvíkskvinnur smátt um smátt at blanda seg uppí. Kappingin um næstfremsta plássið stóð leingi millum Gongurólv og Páll Fanga, men so dragnaði Gongur- ólvur, og tá bátarnir komu inn móti málinum, var Páll Fangi væl meiri framman- fyri nummar trý, enn Jarn- bardur var frammanfyri Páll Fanga. Tað hevur leingi verið lít- ið at hoyrt til kappróðurin í Fuglafirði. Kvinnurnar um- borð á Fuglfirðingi endaðu á triðja plássi. Hvessingur vann FM bæði í 1996 og í 1998. Higartil í ár hevur tað ikki skorist so væl hjá kvinnunum í Hvalvík og Streymnesi, sum tað hevur hjá monnunum. Hesa ferð endaðu tær á fjórða plássi- num. Jarnbardur tykist vera púra suverenur. Tær flestu hava róð í fleiri ár. Tær vunnu allar róðrarnar í fjør, og tað er sera ilt at siggja tann bátin, sum í teimum fýra FM kappingunum, ið eru eftir, skal hótta Jarn- bardin. Tey, sum vinna ofta og nógv í kappróðri, plaga at gerast størstu hóttanirnar móti sær sjálvum. Svongdin eftir at vinna plagar at minka. Í løtuni tykist tað sum um, at sannlíkið er størst fyri, at tað eina ferð í framtíðini fer at vera hetta, sum fer at steðga sigursrøð- ini hjá Jarnbardi, um ungu kvinnurnar ikki sjálvar fara at siga upp, tá hetta róðrar- árið verður liðugt. jh 5-mannafør, dreingir 1 Tjaldrið 7 14 2 Kollur 5 9 2 Havfrúgvin 4 9 4 Drekin 4 7 5 Sílið 2 4 6 Royndin Fríða 1 2 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 7 14 2 Fuglfirðingur 4 8 2 Hvessingur 3 8 4 Páll Fangi 5 5 4 Gongurólvur 2 5 6 Sólmundur 1 3 7 Riddarin 0 1 5-mannafør, gentur 1 Frúgvin 7 14 2 Ørnin 4 8 3 Tjaldrið 5 5 3 Hvassi 3 5 3 Drekin 2 5 3 Beinta 0 5 7 Sílið 1 2 6-mannafør, menn 1 Hvessingur 7 14 2 Hósvíkingur 5 10 3 Strálan 4 7 4 Gongurólvur 3 5 4 Kollfirðingur 1 5 6 Sólmundur 2 3 8-mannafør, menn 1 Argjabáturin 7 14 2 Toftabáturin 5 10 3 Gullbrandur 4 7 3 Nevið Reyða 3 7 5 Húsavíkingur 2 2 5 Oyndri 0 2 7 Miðvingur 1 1 7 Kvívíkingur 0 1 10-mannafør, menn 1 Nólsoyingurin 7 11 2 Vestmenningur 4 11 3 Havnarbáturin 5 10 4 Eysturoyingur 3 6 5 Vágbingur 2 4 6 Kjølur 1 1 FM-støðan Støðan í FM eftir kappróðurin á Eystanstevnu Enn einaferð skúgvaðu tær á Jarnbardi alla mótstøðu til viks, og spurningurin tykist vera, um nakar annar bátur er førur fyri at gera nakað sum heilst við føroyameistararnar