fríggjadagur 18. januar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 7 · 18. januar 2013
2
VIKUSKIFTI
Utøya
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bjørn Ihler var ein av teimum, sum á
22. juli í 2011 var staddur á Utøya, har
summarlega fyri ungfólk var. Tað var
triðju ferð, at hann var á legu har. Hetta
gjørdist ein søguliga blóðugu dagur, tí
hetta var dagurin, tá ið Anders Behring
Breivik fór á oynni, skeyt frá hond og
drap heilti 69 fólk – mest tannáringar.
Bjørn Ihler var ein av teimum, sum
var í nánd av Breivik. Hann sá, tá ið
Breivik skeyt ein ungan mann í bring
una tríggjar ferðir, og hann var viðí
einum bólki, sum megnaði at flýggja
undan Breivik, sum skeyt eftir teim
um.
Bjørn Ihler tók eisini tveir smá
dreingir til sín, tá ið hann flýggjaði,
og hann bjargaði bæði sær sjálvum
og smádreingjunum undan Breivik.
Teir komu í nánd av Breivik seinni á
degnum, men tá lupu teir á bláman og
svumu undan honum, og tað lukkaðist,
hóast Breivik skeyt eftir teimum.
Til Føroya
Um vikuskiftið vitjar Bjørn Ihler í Før
oyum. Hann er komin hendan vegin at
verða við í sendingini Hvonn Live, sum
Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn
leygarkvøldið.
Bjørn Ihler gongur nú á skúla í
Liverpool í Onglandi, men hevur hesa
tíðina eftir yvirgangsálopið á Utøya
verið ein av teimum, sum hevur staðið
alment fram og sagt sína søgu.
Leygarkvøldið sigur hann dramat
isku søguna um hendingina á Utøya í
Hvonn Live, sum kann hoyrast á Rás2
frá kl. 20.00. Eisini ber til at fylgja send
ingini á Hvonn.
Glað við
teimum
glaðu
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Teitur Christensen / Mynd: Rebekka Rafael
klumman
Eyðun
Klakstein
Bjørn Ihler bjargaði sær sjálvum og tveimum smá
dreingjum undan hópdrápsmanninum Anders Behring
Breivik, sum fleiri ferðir skeyt eftir teimum á Utøya
Kanska er alt bara stakkalastás. Pátikin og
sjálvsøkin gleði. Einki vert – og lítið sigandi.
Men kanska er tað ikki tað. Kanska er tað
ein verulig kensla, ein rættur heiður, latin
við bestu meining og móttikin við sannari og
sunnari gleði.
Í vikuni vórðu Virðislønir Landsins latnar
føroyskum mentafólki – heili seks virðislønir
og sømdargávur vóru tær í tali. Glaði gevarin
var landsstýrismaðurin í mentamálum, sum
hevur gjørt sær til vana sjálvur at ringja
til listafólkini og boða teimum frá, at tey
skulu heiðrast. Ivaleyst ein hugalig uppgáva,
tá ið mappurnar um skúladepil, skerdan
mentanarstuðul og sparingar rúgva seg upp á
skriviborðinum.
Og fram um alt kundi landsstýrismaðurin
staðfesta, at øll, sum hann ringir til, verða
sera glað fyri boðini. Sjálvt maðurin, sum
fyri kortum lovaði at skræða ein vissan
likamslut undan landsstýrismanninum, var
hjartaliga fegin, tá ið hann fekk boðini um
heiðurslønina.
Sama er, tá ið føroyskur tónleikur verður
heiðraður á Planet Awards. Tað eru dømi um
tey, sum hava blást seg upp frammanundan
og sagt, at fyri tað um tey eru tilnevnd, so
er tað líkamikið, um tey vinna ella ikki, og
tá ið tey so verða kosin vinnarar, eru tey
so hjartans, hjartans fegin, at gleðin spríkir
úr glaða andlitinum, sum ikki longur kann
varðveita virðislønarfjesið – eitt slag av
pokerfjesi.
Og tað er gott. Øll vilja vit geva gávur til
glað fólk. Og er tað ein natúrlig reaktión, at
fólk verða glað og ikki kunnu lata sum um
tey eru líkaglað, so er á góðari leið.
Onkur av teimum, sum plaga at lata
heiðurslønir, siga, at vit skulu heiðra teimum,
sum hava uppiborið heiður. Vit skulu geva
teimum eitt herðaklapp og siga, at tey hava
gjørt nakað gott.
Og tað er nakað um tað.
Tað kann væl verða, at alt bert er fáfongd.
Eitt egoflipp hjá bæði gevara og móttakara.
Fullkomiliga óneyðugt og ópassandi. Men
kanska er tað ikki tað. Kanska skulu vit
nevnliga takka fyri tað góða, heiðra tað
virðismikla og gleðast um tað skapandi.
Lat okkum bara gera tað – verða glað og
siga, at góður heiður er góður at fáa og lata.
Og lat okkum bara onkuntíð draga okkurt
jaligt og hugaligt fram, tá ið vit annars eru so
skjót at finnast at, øsa okkum upp og draga
niður.
Ja, lat okkum tað. Gleðast við teimum
glaðu, sum verður glað av at heiðra og verða
heiðrað.
So segði
hann...
Yvirlivandi frá
Utøya vitjar
– Eg fari at syrgja fyri, at allar avgerðir,
sum stýrið tekur, eru væl lýstar og tola
dagsins ljós. Á tann hátt kann álitið á
ALS-skipanina endurreisast
Eyðfinnur Jacobsen,
nýggjur stýrisformaður í ALS
Bjørn Ihler fer í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið at greiða frá, hvussu hann bjargaði sær
sjálvum og tveimum smádreingjum undan hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik á Utøya