fríggjadagur 18. januar 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 7 · 18. januar 2013
3
VIKUSKIFTI
Kom á Hvonn
og lurta ...ella
hoyr alt á Rás2!
Leygarkvøldið kl. 20.00 19. januar 2013
BJØRN IHLER
Bjørn Ihler bjargaði sær
sjálvum og tveimum smá-
dreingjum undan hóp-
drápsmanninum Anders
Behring Breivik, sum fleiri
ferðir skeyt eftir teimum á
Utøya. Bjørn Ihler greiðir
frá dramatisku hendingini,
tá ið hann flýggjaði undan
Breivik, sum skeyt fleiri
ferðir honum
ÆLABOGANS BØRN
Í apríl mánaði í fjør var stórt hald á Youngstorget í Oslo í sambandi við at
rættarmálið ímóti Ander Behring Breivik byrjaði. Eini 40.000 fólk vóru savnað
á torginum, og tá varð sangurin Barn av regnbuen, sum Lillebjørn Nielsen
hevur týtt eftir amerikumannin Pete Seeger. Nú er sangurin eisini týddur til
føroyskt og verður framførdur alment fyri fyrstu ferð leygarkvøldið.
SIF GUNNARSDÓTTIR
Í vikuni fór nýggjur stjóri til
arbeiðis í Norðurlandahúsinum
í Havn. Komandi árini skal ís-
lendska Sif Gunnarsdóttir stýra
húsinum, sum er mentanarde-
pil í Føroyum. Hvat heldur hon
um norðurlendskt samstarv í
alheimsgjørda heiminum – og
hvussu vil hon geva føroying-
um innlit í norðurlendska
mentan og list?
ANFINN & CO
Klaksvíkingurin Anfinn Nielsen, sum er búsitandi í Nólsoy, hevur
í nógv ár skrivað væl umtóktar poppsangir til føroyingar. Cirkus
Tinganes, Gubbi og eg, Útsalg og Lítli Fuglur eru nakrir av sang unum,
sum hava verið hitt. Vit práta við Anfinn um at syngja, undir halda og
skriva sangir – og hann og hansara kompaní spæla eisini live.
Sosialurin 341800