Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Vistfrøði, umhvørvi og ongin spilla. Hesi eru lyklaorðini, tá tvørámaðurin Teitur Christensen fæst við mat og mat­gerð. – Fólk vita alt ov lítið, um tað, tey eta. Summi vita nóg illa av, at búffurin á borð­iskinum stavar frá einum djóri, sigur Teitur Christensen. Hann býr í Keyp­manna­havn, har hann dagliga starv­ast sum kokkur og varastjóri á mat­stovuni Les Trois Cochons á Vester­ bro. – Hóast nógv fólk í dag eru tilvitað um at vera sunn og spara, so tykist tað, sum tey ikki altíð vita, at góður matur ikki nýtist at kosta eina rúgvu, sigur Teitur Christensen Pápin gav íblástur Stóri áhugin fyri mati og matgerð er ikki nakað, sum er komið nýliga. – Sum barn var eg so at siga altíð í køkinum og fylgdi við í matgerðini. Tá eg sjálvur slapp framat, var tað sum oftast tó pannukøkur, sum blivu bakað­ ar, sigur Teitur Christensen og hevur hug at flenna. – Nú tá eg hugsi um tað, er tað nokk pápi mín, ið hevur givið mær íblástur hvat ið matgerð viðvíkur. Hann hevur altíð dugað væl at gera ymiskar rættir, fortelur Teitur Christensen. Hann bleiv útlærdur kokkur fyri fimm árum síðani. Ein útbúgving sum hann valdi av eini heilt ávísari orsøk. – Eg setti mær sjálvum spurningin, hvat eg kundi hugsað mær at gjørt rest­ina av lívinum, og svarið var púra greitt. Eg vildi sleppa at fáast við mat og mat­gerð restina av lívinum. Í 2010 lat eldhugaði Teitur Christensen saman við einum øðrum kokki upp nýtt matstað í danska høvuðs­staðnum. Heitið á matstovuni var Nose2Tail, sum Teitur rak og átti næstu tvey árini. – Vit vildu hava eina matstovu, har tað bleiv hugsað djóravinarligt, burðar­dygt og lokalt. Hugskotið var at brúka heil djór, tað vil siga allar part­ ar á djórinum, soleiðis at einki fer til spillis. Gav út matbók Ikki bert Teitur Christensen og starvs­ felagin hildu konseptið við matinum vera áhugavert. Tveir gestir, ið ótu á matstovuni, hildu, at onnur fólk eisini áttu at fingið møguleika at gera góðan, bíligan og vistfrøðiligan mat, soleiðis sum teir báðir kokkarnir á Nose2Tail gjørdu. – Talan var um chefredaktørin á forlagnum Skordal og eina mynda­ kvinnu. Tær vóru so mikið hugtiknar av kon­sept­inum hjá okkum, at vit fingu í boð­ið at geva ein matbók út, fortelur Teitur Christensen og heldur fram: – Øll rávøran á matstovuni var frá lokalum bøndum, og hugskotið til bókina og teir rættirnar, ið eru í, stava eisini frá tí tankanum, um alt skal vera so lokalt og vistfrøðiligt sum gjørligt. Bókin Lokal Kærlighed inniheldur einans kjøtrættir, og í bókini verður víst, hvussu allir partar á djórinum kunnu brúkast. – Vit brúka veruliga alt, sum kann etast. Eisini innmatur og annað, sum stóru handilsketurnar ikki kenna til, men sum í roynd og veru er góður mat­ ur, um hann verður hagreiddur rætt, greiðir Teitur Christensen frá. Bókin, sum kom út seinasta summar, hevur verið væl móttikin og hevur eisini vakt ans utanlands hjá serkønum innan matbøkur. Bókin er nevnliga instillað til at gerast heimsins besta matbók í kapp­ ingini Goumand Wine Book Awards, sum verður hildin í Frankaríki tann 23. februar. – Vit vita lítið og einki um hinar bøk­ur­nar, sum eisini eru tilnevndar, men vit meta sjálvir, at okkara bók hev­ur dygdir, sum gera hana góða og áhuga­verda. Tankin aftan fyri bókina um vist­frøði, at einki skal til spillis og at góður matur ikki nýtist at kosta stór­ vegis er nokk størsta styrkin. Frá morð til borð At Teitur Christensen veruliga brennir fyri hesum slagi av mati og matgerð er eingin ivi um. Tá hann ikki er til ar­ beiðis á matstovuni á Vesterbro, fæst hann eisini við mat. – Vit eru nøkur, sum hava gjørt eina sokallað pop-up verkætlan, sum vit kalla »Fra mord til bord«. Tað gong­ur fyri seg, við at vit leiga eini høli, og síðani kunnu fólk keypa sær at­gongu­ merki fyri at koma at eta har í eitt kvøld, fortelur Teitur Christensen. Allur maturin, sum verður borð­ reiddur fyri eini 60-70 fólkum hvørja ferð, er so nýggjur sum gjørligt. – Vit fara út á ein bóndagarð tíðliga um morgunin og slakta sjálvi kjøti. Síð­ ani fari vit til onkran annan bónda eftir frískum grønmeti og øðrum, sum skal brúkast til rættirnar hetta sama kvøldið, greiðir Teitur Christensen frá. Øll tey, ið hava ognað sær atgongumerki til kvøldið, hava møguleika at fylgja við umvegis Facebook, hvaðani maturin, sum tey skulu eta um kvøldið, er frá og nær hann er fingin til høldar. Hesi tiltøkini eru blivin ein stór success hjá Teiti Christensen og hinum fólk­unum, ið eru við í verkætlanini. – Vit byrjaðu seinasta ár við tí fyrsta tiltakinum, og líka síðani hava øll at­ gongumerki verið seld til hesi til­tøkini, sigur ein fegin Teitur Christensen. Enn hava teir bara roynt hetta í Dan­mark, men um alt gongur eftir ætlan, sleppa føroyingar eisini til eitt ella fleiri tílík kvøld í Føroyum. – Vit hava ætlanir um at koma til Før­oya í summar og skipa fyri tílíkum matkvøldum, sum fara fram á sama hátt sum tey, vit hava her í Danmark, sigur Teitur Christensen. Áðrenn tað er kappingin um heims­ ins bestu matbók á skránni í februar. Ein kapping, sum føroyski kokka­ úr­mælingurin er sera spentur um. – Hvørgin okk­ara kann tí­ verri vera við, tá heimsins besta bók verður funn­in, men jú, vón­ir­nar eru góðar. – Eg vil vísa fólki á, hvussu til ber at gera góðan mat, samstundis sum hugsað verður um vistfrøði og pengapungin. Tað sigur kokkurin Teitur Christensen, sum herfyri gav út eina bók við kjøtrættum. Nú er bókin innstillað til at gerast heimsins besta matbók sum lívsleið Valdi mat mynd: rebekka rafael