Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ rannvá rannva@sosialurin.fo Desember við fleiri jólaborðhaldum, gløgg, smákøkum og øðrum hugna er farin aftur um bak, men tann hugnaligi mánaðurin man hava sett síni spor hjá fleiri av okkum. Tí er hetta eisini tíðin, har rørsla og venjing er partur av gerandisdegnum. Her eru nøkur tips til, hvussu tað kann verða sindur hugaligari at fara í venjingarmiðstøð, ein gongutúr ella renna Smart til at vera fit Casall Network longsleeve Lekkur sweatshirt, sum er perfekt at hava útyvir ein topp, tá tú fert til og frá venjing. Kann saktans brúkast í gerandisdegnum til dømis til einar cowboybuksur. Vegl. prísur: 549.- kr. Casall Multi sport sports bra Hetta er ein klassikari innan sport- bh! Toppurin stuðlar optimalt, og hóast sveittin drívur av tær, kennist toppurin turrur. Sniðið er sporty og feminint, og toppurin hóskar til bæði fitness og renning. Eitt must til ta aktivu damuna! Vegl. prísur: 399.- kr. Nike Hoody Lekkur hettutroyggja frá Nike, sum hóskar væl til at lata seg í eftir venjing ella tá tú slappar av heima við hús. Vegl. prísur: 550.- kr. Nike DF buksur Smartar venjingarbuksur frá Nike úr Drifit tilfari, sum andar serliga væl. Buksurnar eru loose-fit um mjadnarnar og lørini og kennast ógvuliga behagiligar at vera í. Vegl. prísur: 400.- kr. Women's Essentials 3-Stripes Slim Pants Fittar joggingbuksur frá Adidas, sum eru piftaðar upp við eyðkendu strípunum á síðini. Upplagdar til fitness og gongurtúrar. Buksurnar eru ikki eins tunnar og aðrar buksur til venjing, og tískil eru hetta ikki buksurnar, tú skalt í, tá tú íðkar harða venjing – tað sæst alt fyri eitt á farvuni, um tú ert heit og sveittar. Vegl. prísur: 400,- kr. SOC W SOFT SINGLET F12 Smartur toppur sum situr leyst á kroppinum og er nakað longri í rygginum enn framman. Riggar væl til tær ítróttargreinarnar, har tú ikki skalt gera alt ov nógv av. Toppurin er 62% polyester, 33% viskosa og 5% elastan, og er ógvuliga lekkur at vera í. Vegl. prísur: 99,- kr. CASALL FLUENT LOOSE BOXBACK Venjingartoppur við sokallaðum »bryderryg« úr tilfari, sum ongantíð kennist vátt hóast harða venjing. Tað smarta við hesum toppinum er, at hann situr leyst men hevur ein breiðan kant niðast, sum ger, at toppurin allatíð situr, sum hann skal. Vegl. prísur: 299,- kr. NIKE FLEX TRAINER 2 W Ein lekkur fitnessskógvur, ið situr væl um fótin og hevur liðiligar sólar, sum tryggjar, at fóturin kann røra seg natúrligt. Yvirparturin er úr eftirgjørdum skinni og mesh, sum gevur góða ventilatión. Er stoytabsorberandi. Vegl. prísur: 549,- kr. NIKE FREE RUN +3 W Renniskógvar, ið eru væl egnaðir til neutrala renning. Skógvarnir kennast ótrúliga lættir at vera í og geva eina kenslu av at renna berføtt. Millumsólin er úr phylite, sum ger skógvin stoytabsorberandi Vegl. prísur: 599,- kr.