Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 7 VIKUSKIFTI Útbúgving / Starv? Útlærdur innan sjónvarps- og filmsframleiðslu. Hví júst hesa útbúgvingina? Tað hevur nokk nakað við skapanarhugin at gera. Havi altíð verið áhugaður í tónleiki og myndum og kendi tí á mær, at films- og sjónvarpsheimurin, ið er eitt slag av smanrenning av báðum áhugunum, var rætti vegurin at fara. Hvat ger teg í góðum lag? Familja, vinir og jaligar løtur. A ella B-menniskja? Bæði – um mann kann vera tað? Tað kemur an uppá, hvørja uppgávu eg takist við, tí í films- og sjónvarpsheiminum eru tað ofta so skiftandi arbeiðstíðir, sum tú ert noyddur at laga teg eftir. Men tá tað er sagt, so óivað meira B enn A. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Mær dámar stórtsæð allan ítrótt. Luttók sum yngri í m.a. svimjing, fótbólti og hondbólti, ið av tí sama eru ítróttagreinar, ið standa mær nærmast. Men hyggi mestsum eftur øllum ítrótti. Gleði meg t.d. til komandi Superbowl, ið er finalan innan amerikanskan fótbólt, ið verður um ein góðan mánað. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eg lurti eftir øllum tónleiki. Tónleikur fyllir nógv í mínum lívi. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Eg dugi ikki at taka eitt einstakt lag fram um nakað annað. Tað er ógjørligt at velja millum øll tey túsundavís av frálíkum løgum, ið eru gjørd. Hvussu eru tínir matvanar? Teir eru blandaðir: Nú um jólini hevur tað verið heldur verri við kostinum, men vanliga plagi eg at royna at halda meg til ráðini frá mínum »kostguru«, Snorra Patursson. Hvør er tín fyrimynd? Havi onga einstaka fyrimynd. Heldur eru tað fleiri fólk, ið eg brúki sum fyrimyndir – alt eftir hvørji lívsviðurskifti talan er um. Hvat gert tú í frítíðini? Oftast eru mín frítíð og starv tengd saman, við tað at eg eisini havi arbeiðsøkið sum frítíðarítriv. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Eg havi verið so heppin at hava eitt starv, ið hevur havt við sær, at eg eri komin runt í stórt sæð øllum landinum, og tað hevur verið ein fragd at uppliva landið á tann hátt. Og satt at siga, so hevur mær dámað sera væl, hvar eg so enn havi verið – á bygd ella í býi. Hvør er tín lívrættur? Mær dámar veruliga allan mat, men mær dámar eisini væl at royna nýggjar rættir. Tað er umráðandi við fjølbroyttum mati, so tað ikki gerst ov einstáttað. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Tað er lítið, eg hyggi eftir í sjónvarpi. Havi ofta ikki stundir til tess, men tá tíðin er har, so er tað oftast ítróttur. Annars so brúki eg »video eftir umbøn« tæn­ astur, Netflix og líknandi, tí eg meti ikki, at sjónvarp skal hava valdið yvir mær og mínari tíð, men heldur at tað eri eg, sum velji nær eg havi tíð og hug til sjónvarp. Hvør bók liggur á náttborðinum? Beint nú er tað ein bók um yndis-fótbóltsfelagið hjá mær, Liverpool. Bókin nevnist »Liverpool: historien om the reds«. Annars er tað oftast iPaddin, ið verður brúkt sum bók, har lesnaðurin m.a. er yrkislesnaður. Kona og maður koma inn í mat- og ølstovuna. Tey hava ein hund við sær. Friðardýr, ikki ein av hesum lorthundunum, sum eru forbodnir í Føroyum, men kortini ikki forbodnir, tá teir bíta. Hesin var ein fittur hundur at síggja. Men tey bæði, ella øll trý, fáa at vita, at ikki er loyvt at hava hund inni har, so tey noyðast at fara av stað aftur uttan at fáa nakað at eta ella drekka. Sambært heilsufrøðiligu myndug­leikunum eru djór í mat­ stovum stórur heilsuvandi, ikki fyri djórini, men fyri fólk. Fólk kunnu ivaleyst blíva illa sjúk ella doyggja av tí, at ein hundur ligg­ ur undir borðinum. Hatta við hundinum var í Keypmannahavn, men her í Føroy­um renna vi skjótt aftaná, tí Dan­mark sigur tað tí ES sigur tað. Um 20 ár ella so eru fólk vorðin so væl vard móti sær sjálvum og øllum øðrum við skerjingum, forboðum, av­ markingum og krøvum, at einki mótstøðuføri er eftir og so doyggja øll av meinaleysum krími, uttan at nøkrum hundi nýtist at vera í nánd. Mótstøðuførið hevur onga avbjóðing longur og viknar so líðandi og hvørvur so heilt. Longu nú er helvtin av fólk­ inum sjúk í heilum, tí alt er vorð­ið so kliniskt, gullreint og sótt­reinsað. Vit eru øll langt síðani deyð og horvin med alla, tá sólin fer at grilla heimin í nýggjari frituru, vistfrøðiligari og svanamerktari og løggildari og alt humbukkið. Tá eg var smádrongur, tað er ikki so øgiliga langt síðani, bara stívliga hálv øld, fingu vit altíð at vita, at skóru vit okkum ella duttu vit, vóru bestu ráðini at lata hund sleikja sárið, so var einki órent eftir. Hundur var altíð í nánd, tá vit spældu úti. Karl Nolsøe, sáli, sum var ferða­leiðari í Egyptalandi, segði við okkum, at fyri at verða viður­ kendur sum rættiligur ferða­ leiðari í Egyptalandi, ferða­leiðari millum ferðaleiðarar, skuldi tú drekka eitt glas av vatni úr Nilánni. Tann áin hevur neyvan nakrantíð verið rein ella sótt­ reinsað ella klorað ella UV-við­ gjørd ella forboðin sum drekki­ vatn. Haldi Karl segði, at tað hevði hann gjørt, drukkið eitt glas av Niláarvatni. Nei, tað ræður um at ansa sær og ikki eta og drekka hvat sum helst. Forbiðin forboð. Men lívið er eittans. Livst so spyrst, men tá er ov seint. Meginreglan er, at alt, sum smakkar væl og gagnast væl, er heilsuskaðiligt. So einfalt er tað. Eini sera góð heilsuráð frá mær, ikki ES-løggild kortini, eru at strika og jarða jólini. Tað hevði bjargað nógvum mannalívum og heils­uni hjá fleiri. Hoyrdi annars nú ein dagin um eina nýggja venjing. Tær koma alla tíðina, nýggjar venj­ ingar, tí vikubløðini koma hvørja viku. Haldi tað var ein minuttur um dagin, sum ger stórt gagn og leingir lívið ein mansaldur minst. Snildin er, sigst, at snýta sín egna heila. Har fái eg ikki verið við. Eg eri ikki nóg gløggur til at snýta mín heila. Hallalujafólkið er nú farið at klandrast so illa um gleði­ boðs­kapin, at neyðarkall er sent verðsliga valdinum. Kristin­ dóm­urin fær treytaleysan dóm á dóma­degi. Hann kann tó appellerast. Annars er revsilógin ein fitt barnabók samanborin við Bíbliuna, so ongum nýtist at stúra fyri æviligari glatan í myrkr­ inum, hóast Føroya rættur talar. Hví fara ikki øll sendifólk Harr­ans til Føroya eina námsferð til Heilvitis fyri at vita, hvussu til stendur í ríkinum, tey sjálvi hava upp­funnið og skapt? Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Rúni Friis Kjær lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Sjónvarp hevur ikki valdið á mær Hóast Rúni Friis Kjær í nógv ár hevur fingist við at framleiða films- og sjónvarpstilfar, vil hann á ongan hátt hava, at sjónvarpið skal hava vald á honum og hansara tíð. Tí brúkar hann næstan bara Netflix og aðrar tílíkar tænastur Lumpa heilan