Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 8 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tom Saintfiet hevur eitt rímiliga langt cv sum fótbóltsvenjari, men tað eru eis­ ini rættiliga frálík hagtøl, hann hevur at vísa á. Og sambært hagtølunum, var B71 fyrsta veruliga venjarastarvið, hann hevði. – Eg kom til Føroya í 1996 og spældi við KÍ og seinni við TB. Eg gjørdist púra bergtikin av landinum, og sjálvt um eg havi ferðast í ógvuliga nógvum lond­ um, meti eg framvegis Føroyar sum eitt av mest hugtakandi londunum, eg havi verði í, sigur Tom Saintfiet. Hann var venjari í Belgia og í veru­ leikanum yngsti venjari nakrantíð í land­inum, tá hann 24 ára gamal varð útbúgvin. – Í 2001 var eg vorðin 28 ára gamal og hevði hug at leita uttanlands at venja, og tí setti eg meg í samband við nøkur føroysk feløg. Har kom eg í sam­band við Eli Hentze, sum tá var for­mað­ur í B71, og á tann hátt endaði eg á Sandi í 2002, og tað angri eg ikki, sigur Tom Saintfiet. Hann sigur, at tað var ein góð tíð á Sandi, og at hann framvegis hevur nógv­ar góðar vinir í Føroyum, og at Før­oyar framvegis telist millum mest berg­tak­andi londini. – Eg havi vitjað eini 22 lond í Afrika, eini 25 lond í Europa og umleið 15 asiat­ isk lond, men Føroyar liggja fram­vegis sum nummar eitt saman við Mali, sigur Tom Saintfiet. Í dag er hann venjari hjá Yemen, sum er eitt arabiskt land við marki til Saudi Arabia og Oman, og í farnu viku luttók landið í Gold Cup, sum er asiat­ iska meistaraheitið. Av Sandi til Yemen Tom Saintfiet hevur eisini vant fleiri afri­kansk lond, og tað fyrsta var Namibia í 2008. – Har var eg tvey og eitt hálvt ár, áðr­enn eg fekk starv sum venjari í Zimbabwe, og í fjør varð eg útnevndur sum tekniskur stjóri fyri fótbólt í Nigeria. Men politisku myndugleikarnir nokt­aðu mær arbeiðsloyvi í tveimum um­før­um, og tí mátti eg gevast í tí starv­inum, sigur Tom Saintfiet. Hann hevur tó drúgvar royndir sum venjari í afrikanskum londum. Men hvussu er so munurin at venja B71 og so venja landsliðið hjá Yemen. – Tað finnast sjálvandi líkheitir, men í øllum londum, har tú byrjar at venja, mást tú byrja frá grundini av. Men sjálvandi er munur á at venja B71 í bestu føroysku deildini og at vera lands­liðs­venjari. Í síðstu viku leikti móti Frank Rijkard og Saudi Arabia, eg havi leikt móti Carlos Queiros, móti Calderon, sum var á sama liði sum Maradona og móti Luiz Felipe Pereira, sum var landsliðsvenjari hjá Suður­ afrika og vann HM við Brasilia. So tað má sigast at vera eitt stig upp eftir, sigur Tom Saintfiet. Men harfyri metir hann tíðina í B71 sum sera týdningarmikla. – Eg fekk eina rúgvu av royndum. Eg var 28, 29 ár tá, og eg havi lært eina rúgvu av teimum mistøkum, ið eg gjørdi tá, sigur Tom Saintfiet. Veldst um venjaran Belgiski venjarin vísir á ongan hátt aft­ ur, at hann ein dag kann venja aftur í Føroyum. – Tað hevði dámað mær ógvuliga væl. Eg havi sum nevnt framvegis góðar vinir í Føroyum, ikki minst Jóannes Jakobsen, sum nú er hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum, og sum tá var venjari hjá KÍ. Eg kenni eisini væl Odd Færø úr Klaksvík og Eli Hentze, umframt onnur, sum eg javnan havi sam­band við, sigur Tom Saintfiet. Somuleiðis fylgir hann framvegis væl við føroyskum fótbólti. – Mín stóri dreymur er at koma aftur til Føroya og venja føroyska lands­liðið. Eg havi nú upparbeitt mær stór­ar royndir sum landsliðsvenjari, og eg havi fingið rættiliga góð úrslit, um eg sjálv­ur skal siga tað. Mær hevði dám­að sera væl at ført Føroyar til góð úrslit. Tað stendur á mínum ynskilista, sigur Tom Saintfiet. Sagt verður ofta um afrikanskar fót­ bólts­leikarar, at teir eru tekniskt sera góðir, men vanta taktiskt snildni, men tað er Tom Saintfiet ikki treytaleyst samd­ur í. – Eg haldi, at tað í stóran mun eru upp til venjaran. Sjálvur eri eg ein ógvu­liga verjukendur venjari, og har­ við heilt mótsatt vanliga afrikanska leik­háttinum. Men tað er rætt, at afri­ kanskir leikarar ofta eru ógvuliga góðir tekn­iskt og kropssterkir, sigur Tomn Saintfiet. Hinvegin eru afrikanskir venjarar sjáldan taktiskt sterkir. – Men fert tú hagar við góðari tak­tisk­ari vitan og tekur út teir røttu leik­arar­nar, kanst tú saktans spæla taktiskan fótbólt, sigur Tom Saintfiet. Tilboðini gera av Hann vísir á, at hann leikti taktiskt við Namibia og við Etiopia. – Tað havi eg í veruleikanum gjørt alla­staðni, har eg havi verið við eini 4-2-3-1 skipan við sonuverju við góðum – Eg havi altíð verið bergtikin av Føroyum, sigur belgiarin Tom Seintfiet, sum byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsvenjari á Sandi. Nú er hann landsliðsvenjari í Yemen – men droymir um føroyska landsliðið er at gerast føroyskur lands­liðsvenjari Mítt størsta ynski Vinnari av Miðeysturafrikanska Champions League í 2012