Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 9 VIKUSKIFTI úrs­liti, um leikararnir gjørdu, sum eg ynskti. So eg vil ikki siga, at afrikanskir leikarar ikki hava taktiskan sans, sigur Tom Saintfiet. Spælararnir, sum eru á yemenska landsliðnum, koma teir flestu frá heim­ligu kappingini, men ein spælir í Bahrain og tveir í Irak. – Men tá eg vandi Namibia arbeiddi eg saman við Colin Benjamin, sum spældi við Hamburger SV, onkur spældi við Werder Bremen, og aðrir við Istanbulspor og Trabzonspor í Turka­ landi. So talan er um eina blanding av leikarum úr heimligu kappingini bland­að við spælarum úr nøkrum av stóru feløg­unum í Europa, sigur Tom Saintfiet. Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum venjari uttan fyri Europa, so nær ætlar hann at venda nøsini heim aftur. – Tað veldst alt um tilboðini. Sein­ astu árini havi eg havt tilboð úr Europa, men eg má eisini hugsað um fíggjarligu síðuna, tí tað eru pengar í at arbeiða í Asia og Afrika. Og eg eri bert 39 ára gamal enn og má hugsað um framtíðina, men skuldi eitt gott tilboð komi, tað veri seg úr Týsklandi ella Onglandi, ella kanska sum landsliðsvenjari, so má eg umhugsa tað. Eisini, um talan suldi verið um okkurt ambitiøst felag í Malta ella Føroyum, bara eg kann betra um liðið og úrslitini, er tað ein spennandi avbjóðing, sigur Tom Saintfiet. Sum er fær hann tó fleiri tilboð úr Asia og Afrika í løtuni, tí navn hansara er meira kent har enn í Europa. Afrika undirmett Umstøðurnar at venja og spæla fótbólt eru góðar í Yemen. – Vit hava góðar umstøður við góð­ um stadion og góðum skriv­stovu­viður­ skiftum og øllum tí, ið hevur við fót­bólt at gera. Hinvegin eru politiska støðan ógreið, og útlendskar ambasadur mæla fólki til at far úr Yemen, orsakað av burturflytingum og politiskum ófriði, sigur Tom Saintfiet. Yvirhøvur hava umstøðurnar verið góðar, har sum hann hevur verið venj­ ari. – Í Namibia vóru umstøðurnar góð­ar við góðum stadion og góðum venj­ingar­umstøðum, og í Zimbabwe var tað enn betur. Í Ethiopia hinvegin, vóru umstøðurnar ikki á sama høga støði, men sum heild haldi eg, at folk hava hug at undirmeta asiatiskan og afrikanskan fótbólt. Vit mugu skilja, at talan er um eina aðra mentan, og at fólk ikki hava sama stóra áhuga fyri fótbólti, sum í Europa, og tí mugu vit stig fyri stig royna at broyta hugburðin, sigur Tom Saintfiet. Yemen hevur just tikið lut í Gold Cup, sum er asiatiska meistaraheitið, og sjálvt um liðið tapti allar tríggjar dyst­ ir­nar, er stór framgongd at hóma. – Vit spældu móti Kuwait og taptu 0-2, men eg var sera væl nøgdur við spæl­ið. Síðani møttu vit Saudi Arabia og taptu 0-2, men har plagar liðið at tapa 0-6 og meira, tí landið er ein av stór­makt­unum við Frank Rijkard á odda. Sein­asta dystin taptu vit eisini 0-2 móti Irak, og tað var eg hinvegin ikki so nøgdur við, sigur Tom Saintfiet. Leiða Føroyar víðari Hann hevur annars sera góð úrslit at visa á. – Áðrenn eg kom til Yemen vóru úrs­litini sera góð. Seinastu 10 árini sum venjari havi eg hagtøl sum venj­ari ið siga, at eg havi vunnið 47% av dyst­ unum og leikt 31% av dystunum javnt. Tað vil siga, at seinastu 10 árini havi eg bert tapt 22% av dystunum, sigur Tom Saintfiet. Í fjør vann hann eisini Champions League í Miðeystur Afrika. – So eg kann illa vera ónøgdur við úrs­litini, tí tey hava verið góð. Og í dag gera vit stór framstig í yemenskum fót­ bólti við munandi betraðum úrslitum, sigur Tom Saintfiet. Hann arbeiðir mest við smáum tjóð­ um og hevur megnað at ført fót­bóltin fram á leið. – Tað er eisini tí, at eg ein dag vón­ andi kann gerast landsliðsvenjari hjá Føroyum og byggja og betra um tey úrslit, sum Brian Kerr fekk, og tey úrs­ lit, sum føroyska landsliðið eisini fær í dag, sigur Tom Saintfiet. Navn: Tom Seinfiet Aldur: 39 ár Føðistaður: Mol, Belgia Starv: Landsliðsvenjari í Yemen Onnur feløg, hann hevur vant: FC Satelitte Abidjan, B71, Stormvogels Telstar, Al-Gharafa Sports Club, Qatar U17, BV Cloppenburg, FC Emmen, RoPS, Namibia, Zimbabwe, Shabab Al-Ordon, Etiopia, Nigeria (tekniskur stjóri), Young Africans SC Fakta Gott prát við Bobic, Nowotny og aðrar góð­ar menn Tom heilsar upp á Frank Rijkaard fyri dyst í Gulf Cup fyrr í ár Tom og Nobel-vinnarin Desmond Tutu Tom sum venjari hjá Namibia í 2010 Á tíðindafundi sum nýggjur venjari hjá Yemen