fríggjadagur 18. januar 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 7 · 18. januar 2013
10
VIKUSKIFTI
List
Jákup Mørk
patur@sosialurin.fo
Tað var ein ordans føðingardagsgáva,
sum Silja Strøm fekk frá mentamála
ráðharranum týskvøldið.
Silja fylti 26 ár mikudagin, men
longu týskvøldið kom kanska størsta
gávan av øllum, tá hon fekk virðis
lønina fyri ung listafólk. Ein kekk
upp á 50.000 krónur, sum eru ætlaðar
at stuðla henni í framhaldandi virki
hennara sum listafólk.
Og tað var ovurfegin Silja, sum
týskvøldið tók ímóti virðislønini.
Ein virðisløn, sum hevur stórt virði
sambært listakvinnuni.
– Sjálvandi hevur hetta nógv at
siga, tí tú skalt jú tora at fara út at
vísa tað, sum tú ger. Tað, sum tú gert,
er ein stórur partur av tínum persóni.
Eg vildi í øllum førum gjarna hitt tað
listafólki, sum sigur, at listin hjá við
komandi ikki er persónlig. So tú sýnir
í veruleikanum nakað av tær sjálvum
fram, so fólk kunnu meta um tað, og
tað er ikki bara-bara.
– Og tað kann kennast eitt sindur
avdúkandi. Eg vil ikki siga, at tú
kennir teg einsamalla, men kanska
heldur nakna, sigur Silja.
Progressiv samtíðarlist
Eitt er herðaklappi og sjálvsálitið,
sum slík virðisløn gevur. Annað er
fíggjarligi stuðulin, sum liggur í
hesum, og eisini hetta kemur væl við
hjá Silju, sum var liðug útbúgvin á
Glasgow School of Art í 2011.
Útbúgvingin er liðug, men enn býr
Silja í Skotlandi, har hon roynir at
vinna seg fram sum listafólk, og eisini
tað er nakað, sum tekur sína tíð.
– Eg má hava eitt vanligt starv,
so eg kann gjalda mína húsaleigu og
annars yvirliva, men eg havi so eisini
eitt atelier, og har royni eg at brúka so
nógva tíð, sum eg yvir høvur kann.
– Og Skotlandi er eitt øgiliga
spennandi land at virka í sum listafólk.
Seinastu 10-15 árini hevur talan verið
um eitt progressivt rák innan bretska
list. Tað var eisini viðvirkandi til, at eg
valdi at koma júst her at nema mær
útbúgving. Skúlin er væl kendur fyri
sína samtíðarlist, og eg kann bara
staðfesta, at eg eri glað fyri at eg havi
havt møguleika at ganga á skúlanum
í fimm ár.
Heldur tú, at listin hjá tær er merkt
av progressiva samleikanum, sum
eyðkennir skúlan?
– Sjálvandi verður hon tað. Mann
virkar jú mitt í hesum umhvørvinum,
sum jú eisini fyriheldur seg kritiskt
til tað, sum tú gjørt. So tað er ikki
soleiðis, at tú sleppur bara at virka í
tínum egna hugaheimi.
– Tað at fáa kritikk ger eisini, at tú
veksur og mennist allatíðina, og tað er
sjálvandi eisini eitt av endamálunum
við slíkari útbúgving.
Men hevur tú so kanska eisini
tikið nakað av føroyskari list við tær
til Skotlands?
– Sjálvandi havi eg tað. Eg havi
jú búð í Føroyum, til eg var 17 ára
gomul, so Føroyar hava avgjørt eisini
verið við til at myndað mín persón.
Riggar ikki í Føroyum
Tað eru væl altíð ymsar metingar
um, hvussu góðar karmar og ræsur
listafólk hava at virka í heima í Før
oyum. Summi siga seg finna íblástur
í villu náttúruni, meðan onnur siga,
at treingir fíggjarkarmar og vantandi
politiskur vilji gera tað næstan
ótolandi at virka sum listafólk í
Føroyum.
Silja tykist tó ikki hella á nakran
bógvin av hesum, tá hon verður spurd,
um hon kundi virkað sum listafólk
heima í Føroyum.
– Eg haldi bara ikki, at umstøðurnar
eru ikki tær somu, og her hendir ikki
líka nógv. Tað er væl eisini so, at um
tú ætlar tær at arbeiða á heimsplani,
um eg so má siga, so mást tú eisini
vera partur av heiminum. Føroyar
eru rættiliga isoleraðar, og tí er held
ur tvørligt at fara ymsa staðni, um tú
skalt av landinum. Tað er dýrt at ferð
ast, og skalt tú til dømis eitt vikuskifti
út at hyggja eftir nøkrum ávísum, so
er tað eisini tíðarkrevjandi, um hetta
skal gerast úr Føroyum.
– Tí hevði tað verið sera trupult
hjá mær at virkað í Føroyum. Og sam
stundis haldi eg, at tað ræður um at
uppliva sum mest, meðan mann er
ungur, so mítt val er búgva í Skotlandi.
Hinvegin veit eg ikki, um eg altíð
verði búsitandi uttanlands, men her
og nú havi eg ikki nakrar ætlanir um
at flyta heim til Føroya.
Sum listafólk kanst tú ofta kenna teg nakna, tá verk
tíni verða skoðað. Tí er tað eitt týdningarmikið skump til
sjálvsálitið, tá tú fært slíka viðurkenning, heldur Silja
Strøm, sum týskvøldið fekk Mentunarvirðisløn Landsins
alt at siga
Sjálvsálitið
Navn: Silja Strøm
Fødd: 16/1-1987
Útbúgvin á Glasgow School of Art
í Skotlandi í 2011.
http://siljastrom.tumblr.com/
Í grundgevingini fyri at lata Silju virðis
lønina til ungt listafólk varð sagt:
Virðislønin til ungt listafólk varð í ár latin
Silju Strøm, listakvinnu, fyri serliga góðu
evnini innan myndlist. Í myndum sínum
skapar Silja Strøm ein ævintýrkendan heim,
har djór og menniskju koma saman í smáum
dreymakendum søgum um tilveruna. Sterkur
persónligur framburður og stórur tøkniligur
kunnleiki eyðkenna listina hjá Silju Strøm.
Virðislønin er 50.000 kr.
Fakta