fríggjadagur 18. januar 2013síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 7 · 18. januar 2013
14
VIKUSKIFTI
Ótti
Janus av Ryggi
post@sosialurin.fo
Hóttanir eru objektivar støddir, ikki
so? Annaðhvørt er okkurt ella onkur
ein verulig hóttan, ella er talan um
fyrigyklan. Men veruleikin er helst
meiri politiskt litaður enn flestu okk
ara vilja ásanna. Í fleiri áratíggjur
livdi vesturheimurin við »reyðu
hóttanini« frá Sovjetsamveldinum,
hetta til hóttanin brádliga var horv
in, hóast objektiva hóttanin – hóp
oyðingarvápnini – ikki hvurvu. Og
halda vit fast við stórpolitikkin eina
løtu, so stendur Irak kríggið eftir sum
søguligt dømi uppá, at væl ber til at
manipulera við trygdarkensluni hjá
eini heilari tjóð við vanlukkuligum
avleiðingum. Eina løtu var Saddam
ein hóttan ímóti heimsfriðinum og
okkum øllum, men løtu seinni var
alt ein misskiljing. »War on terror«
var altíð ivasamt, munnu tey flestu
eftir hondini vera samd um.
Men ótti er eitt effektivt politiskt
vápn, tá politiskir aktørar skulu
tryggja sær vald. Tað verið seg lond,
politiskir flokkar ella einstaklingar.
Men okkum nýtist ikki at leita eftir
heimspolitiskum hóttanum, fyri
at skilja hvussu spælið fer fram.
Politiskur retorikkur er sum heild
ofta eyðkendur av royndum at mála
alternativi sum vissuligan undirgang.
Klassiska dømi úr føroyskum politikki
er samband vs. loysing kjakið.
Loysa vit, verður vissuliga bú
skaparskrædl og ræðulig armóð í ger
andisdegi føroyinga, hevur søguligi
boðskapurin verið hjá sambandsvong
inum. Sambandsvongurin livir av at
prædika um tryggleika, eins og trygg
ingarfeløg liva av framtíðaróttanum
hjá kundanum. Men loysingarsíðan
ger sær eisini dælt av óttanum, tí har
verður ávarað um, at ansa vit ikki
eftir hvørjum stjórnarskipanarligum
komma, er vandi fyri, at vit avreiða
okkara tjóðskaparfrælsið í allar ævir.
Okkara dagliga breyð og grundleggj
andi frælsið standa sostatt altíð bæði
uppá spæl, skulu vit taka klassiska
loysing vs. samband retorikkin í
álvara.
Ikki bangin fyri
rúmdarsteinum?
Men at eitthvørt fær støðu sum váði
fyri okkara eksistentiellu trygd,
frammum okkurt annað, hevur leingi
upptikið eygleiðarar. Men heldur
enn at spyrja, hvørt okkurt nú veru
liga er ein hóttan, ber til at spyrja
hvussu okkurt kemur á samfelags
ligu dagsskránna sum ein hóttan mót
vegis felagskapinum? Og hví okkurt
frammum annað?
Samfelagsgranskarin Barry Buzan
frá London School of Economics hev
ur lýst gátuna við at spyrja, hví ótt
in fyri at stórir rúmdarsteinar raka
jørðina, ikki hevur fingið somu støðu
á trygdardagsskránni sum nógv onn
ur trygdarmál? Hví taka heimsins
leiðarar ikki stig til at menna eina
felags tilbúgvingarætlan at fyribyrgja
heimsins undirgangi? Orsøkin er ikki,
at eingir seriøsir granskarar eru sum
tilmæla einari tilbúgvingarætlan á
økinum.
Vit vita til dømis, at rúmdarsteinar
regluliga ferðast tætt við jørðina.
Harumframt hava vit tøknifrøðina til
at menna eina verju á økinum. Við
øðrum orðum eru objektivu trygdar
atlitini til staðar fyri, at menna ein
heimspolitikk á økinum, eins tey eru
tá tað snýr seg um hóttandi veðurlags
broytingarnar. Men rúmdarsteinar
sleppa ikki at vera partur av heims
politisku trygdardagsskránni. Ikki
enn í hvussu er.
Dømi verður brúkt til at lýsa júst,
hvussu tilvildarligt úrvaldar »stórar
hóttanir« eru hóast alt. Við øðrum
orðum skal nógv meiri til, fyri at
einhvør hóttan skal fáa serstøðu sum
eksistentiell hóttan í kollektivu til
vitanini. Sjálvur hevur Barry Buzan
vígt stóran part av sínum lívið sum
granskara til at kannað »trygdargerð«
– ella hvussu okkurt verður góðtikið í
einum samfelag sum ein stór hóttan,
frammum okkurt annað.
Og sambært honum er frymilin
at skapa kollektivan ótta hesin: At
eitthvørt verður sætt sum ein eksi
stentiell hóttan mótvegis onkrum,
sum fyri tey flestu í einum samfelag
er heilagt. Tað vil elva til eina kenslu
av, at tað hevur stóran skund at seta
trygdartiltøk í verk fyri at bjarga tí
heilaga, sum nú stendur uppá spæl.
Heksir, reyðir kommunistar og »moralskt forfall« eru bert nøkur dømir
um tað, ið hevur fingið støðu sum samfelagshóttan ígjøgnum søguna.
Men júst hvat gerst ein hóttan ímóti sosiala felagskapinum, frammum
okkurt annað, er ofta ein spurningur um vald og um hvør rópar harðast
setir dags
skránna
Tá óttin
Ótti er effektivur, tí at trygdarátøk kunnu
rættvísgera so nógv. Betri fyrivarin enn eftirsnarin,
er ráðandi normur í modernaða samfelagnum