Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 7 · 18. januar 2013 15 VIKUSKIFTI Og nærum alt kann vera heilagt og har­við ein spurningur um trygd. Við øllum frá likamligari og materiellari trygd til frælsið, moral og samleika. Afturat hesum skal sjálvandi onkur við trú­virði í sosiala felagskapinum mana óttan fram. Og her rennur polit­ iska skipanin til hugs. Ótti tryggjar vald Moralski boðskapurin við øllum hes­ um er sjálvandi, at kenslan av, at okk­ ara einamest heiløgu virðir standa uppá spæl, rættvísgerð ofta óvan­ lig valds- og trygdarátøk, ið kunnu tæna áhugamálunum hjá valds­harr­ unum. Tá dansk folkeparti megnar at sann­føra veljaran um, at út­lend­ingar »af anden etnisk bag­grund« seta donsku vælferðina, tjóðar­sam­leikan og trygdina í vanda, elvir hetta til óvanliga harðar treytir til uppi­halds­ loyvið og ríkisborgaraskap. Rokna vit so »war on terror«, ið Dan­mark eis­ini var partur av, sum eina trygdar­kon­ struktión afturat, rætt­vís­gerð henda konstruktión bæði avlurting og onnur inntriv í persónsfrælsið omaná. Ótti er effektivur, tí at trygdarátøk kunnu rættvísgera so nógv. Betri fyrivarin enn eftirsnarin, er ráðandi normur í modernaða samfelagnum. Og nógvar hóttanir seta okkara heiløgu virðir uppá spæl. Hóttanir mót­vegis sosiala felagskapinum hava sína egnu longu søgu. Ígjøgnum mið­ øldina og tíðina aftaná vóru tað tey sum onkunsvegna viku frá »sonnu trúnni« ið vóru sædd sum hóttan ímóti sosialu skipanini og trúnni, sum tá var límið ið helt samfelagnum og felags­ moralinum saman. Heksir, frí­kirkjur og religiónsskeptikarar vóru ofta á kirkjupolitisku trygdardagsskránni – hesi máttu fyribyrgjast og í summum før­um fyribeinast. Ógvusligu heksabrenningarnar teljast millum meiri víðgongdu døm­ ini um, hvussu sterk politisk drív­megi óttin kann vera. Eygleiðarar brúka tí ofta hugtakið »modernað heksa­ jagstran«, tá onkur ávísur samfelags­ bólk­ur brádliga fær serstøðu sum ein hóttan ímóti trygdini og friðinum í sam­felagnum. Stingur djúpt At ótti og hóttanir eru munagóð polit­ isk vápn, er nú kanska ikki ein so stór gáta hóast alt. Ótti er uni­ver­sellur og partur av okkara egnu lív­frøði. Øll kenna til ótta viðhvørt. Upp­runin til ótta er nevnliga at finna í okk­ara evolutioneru fortíð, har ótti var ein neyðug fortreyt fyri at yvir­liva, tí alneyðugt var at vera vakin fyri møgu­ ligum hótt­anum í nærum­hvørv­inum. Men heilagranskarar vísa á, at størsti mun­urin á menniskjum og øðrum djór­um eru evnini og førleikarnir til at óttast fyri framtíðini. Tí øll djór vísa beinleiðis hóttanum ans – um eitt annað djór ætlar at eta tey til dømis – men tað serstaka við menn­iskjanum er okkara árvakna og høgt menta tilvitan. Vit, í mun til onn­ ur djór, eru tilvitað um framtíðina og ikki bert núverandi løtuna, og óttin eigur tí sín greiða part tá vit hugsa um framtíðina. Trupuleikin við okk­ ara innbygda og nátúrliga ótta er bert, at hann langt frá altíð er eins ratio­ nellur og tí altíð eitt lætt offur fyri kon­struer­aðum framtíðarhóttanum, hóast hesar ofta verða blástar útum allar proportiónir. Men ikki allar hóttanir eru eins effektivar sum politisk vápn. Okk­ ara innbygdi evolutioneri ótti leggur størsta dentin á yvirlivingina. Hóttanir um at okkara lív so ella so kunnu vera í vanda, eru tí serliga effektivar. Hesin grund­leggjandi óttin er grundarlagið fyri øllum hernaðar og trygdarpolikki, og hevur ferð eftir ferð verið brúktur til at fáa undirtøku fyri kríggi. Men yvir­living er eitt breitt hugtak. Okkum tørvar eisini ein samanhangandi sosialan felagskap til at yvirliva, og skal sosiali felagskapurin yvirliva, tørv­ar honum ofta moralsk virðir. Og megnar ein politiskur aktør­ ur at sannføra eina fjøld um, at hesi kærkomnu felagsvirðir eru í vanda – tað verið seg frá fremman­dum, funda­ mentalistum ella øðrum uttanfyri felags­kapin – kann óttin rættvísgera øll hugs­andi trygdarpolitisk inntriv og átøk. Rúmdarsteinar regluliga ferðast tætt við jørðina, men teir sleppa ikki at vera partur av heimspolitisku trygdardagsskránni. Ikki enn í hvussu er Moralski boðskapurin er, at megnar onkur at sannføra okkum um, at okkara einamest heiløgu virðir standa uppá spæl, rættvísgerð tað ofta óvanlig valds- og trygdarátøk, ið kunnu tæna áhugamálunum hjá valdsharrunum