fríggjadagur 18. januar 2013síða 56
Tekstur á síðuni
nr. 7 · 18. januar 2013
Mánadagsblað hvønn dag?
Vit hava trupulleikar við at fáa
mánadagsblaðið út til haldararnar,
men væntandi verður hetta loyst
í vikuni, sigur blaðstjórin
Vágaportalurin
Gamlar frágreiðingar
Búskaparfrágreiðingar á høkjum
Sosialurin
Eksplosivur fiskiskapur
Fiskaðu við 130 kilo av
spreingievni á dekkinum
Dimma
So vita vit tað!
Innrás úr Danmark á páskum
Sosialurin
Stórtíðindi
Leiðin úr Havn til Klaksvíkar styttist
Norðlýsið
Onkur fær eitt sjokk!
Hamferð fyllir Dómkirkjuna
Planet.fo
Í ranga
strúpan
Hvonn Live
Leygarkvøldið verður ársins fyrsta Hvonn Live. Tað
er sending, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í
Havn. Gestur í sendingini hesaferð verður eitt nú
Bjørn Ihler, sum yvirlivdi yvirgangsálopið á Utøya.
Hann fer at greiða frá sínari dramatisku søgu.
Eisini verður sangur, sum varð sungin til Utøya-
minningarhald framførdur í føroyskari týðing.
Hvonn Live
Hvonn/Rás2
Leygarkvøldið 19/1 kl. 20.00
Erligt portrett
Frits Helmuth var ein av best umtóktu donsku
sjónleikarunum í nógv ár, men familjan upplivdi
hann fráverandi og stundum truplan at hava
við at gera. Hetta portrettið gevur innlit í lívið
hjá Frits Helmuth, og upptøkur er eisini við
honum, har hann seint í sínum lívi greiðir frá,
hvussu hann uplivdi ymsar støður
Frits – sonur ølhundin
SvF
Sunnukvøldið 20/1 kl. 22.00
Stórdystir
í Onglandi
Sunnudagurin verður ein stórur
fótbóltsdagur í Onglandi. Tá hitta
nøkur av fremstu feløgunum í týðandi
dystum í toppinum í Premier League.
London-feløgini Chelsea og Arsenal
bresta saman, og Tottenham fær
vitjan av oddaliðnum Manchester
United.
Premier League
Chelsea - Arsenal 20/1 kl. 13.30
Tottenham - Man. Utd. 20/1 kl. 16.00
Rockur
í kirkju
Fríggjakvøldið fer tungmálmsbólkurin Hamferð at hava konsert í Havnar Kirkju.
Hamferð spælir doom metal og vann í fjør altjóða tónleikakapping á Wacken
festivalinum. Eisini var bólkurin kosin ársins bólkur á Planet Awards. Tórshavnar
Manskór luttekur eisini á konsertini.
Hamferð konsert
Havnar Kirkja
Fríggjakvøldið 18/1 kl. 20.30
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Eg eri hugtikin
av fólki, sum fram-
vegis varðveita elegans-
una, tá ið tey eldast,
men eg vil heldur hava
tað stuttligt
Sjónleikarin
Heather Graham
– Eg bleiv bilsin, tá ið
landsstýrismaðurin ringdi til
mín og segði, at eg skuldi hava
mentanarheiðurslønina í ár. Eg
helt fyrst, at hann skemtaði
Yrkjarin Tóroddur Poulsen, sum fekk
mentanarheiðursløn landsins
– Tú skalt hava
sjálvsálit fyri at fara út
og vísa tíni listarverk, tí tey
eru stórur partur av tínum
persóni. Og ein heiðurs-
løn sum hendan
gevur sjálvsálit
Myndlistakvinnan Silja Strøm,
sum fekk virðisløn til
ungt listafólk