mánadagur 21. januar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Gongst sum Karsten Hansen
og samgongan ætla, so fáa
fólk nú rokning fyri at liggja
á sjúkrahúsi – altso tá tey ikki
kunnu verða útskrivað, tí tey
ongastaðni hava at fara. Tað
kann vera talan um sjúkling
ar, sum ikki klára seg sjálvi,
men sum Nærverkið einki
tilboð hevur til.
Hesir sjúklingar kosta
sjúkrahúsverkinum millum
200 og 400.000 krónur um
árið.
Sambært Portalinum so
fer Karsten Hansen at leggja
uppskot fyri tingið um at
samtykkja, at tað skal bera
til at krevja gjald frá hesum
sjúklingum, eins og gjørt
verður á psykiatrisku deild.
Sambært Karsteni Hansen
er talan um eitt stað ímillum
1.000 og 2.300 seingjardag
um árið.
– Jú helst er talan um ein
trupulleika. Men tað er ein
trupulleiki hjá tí almenna.
At júst Miðflokkurin gongur
á odda við soleiðis at leggja
gjald á tey á niðastu rókunum
prógvar helst fordómarnar
um, at Miðflokkurin ikki er
tann sosialt tilvitaði flokkur,
sum Jenis plagdi at erpa
sær av, men at hann, eins
og Sambandsflokkurin, er
í so »jørgenifiseraður«...
Tað er ein áhugaverd eygleiðing vit
fáa í blaðnum í dag, har tað verður
víst á, at vit høvdu kunnað spart
millióna upphædd, um vit nýttu
serlækna í urologi, sum er í starvi
hjá sjúrkrahúsverkinum – á sjúkra
húsinum á Tvøroyri, heldur enn at
keypa serfrøði heim úr Danmark at
nýta í Havn og í Klaksvík.
Myndugleikarnir
hava
gjørt
greitt, at sjúkrahúsverkið skal
spara. Og sparast skulu 20 milliónir
krónur bara í ár – og út við 50 milli
ónir krónur næstu fýra árini.
Tað tykist, sum um høgra hond
ikki veit, hvat vinstra ger í sjúkra
húsverkinum, tá slíkt kemur fyri.
Serlæknin, sum gongur á Tvøroyri,
har hann er partur av tilbúgvingini
á lokala sjúkrahúsinum, gremur seg
um, at hann einki hevur at gera –
og at hann saktans kann taka sær
so at siga øllum urologisjúklingum,
sum eru. Men tað sleppur hann ikki.
Hann sigur, at tað kemur ikki fyri, at
Landssjúkrahúsið ella Klaksvíkar
Sjúkrahús senda urologisjúkling
ar til hansara. Einastu sjúklingar,
hann fær norðanífrá, eru nakrir,
sum kommunulæknar vísa til hans
ara.
Tað tykist, sum um onkur duld
dagskrá er, tá slíkt kemur fyri.
Annaðhvørt vilja myndugleikarnir
partú leggja júst hesa sergrein á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ella líta teir
kanska ikki serlæknanum á Tvør
oyri hesa uppgávu til.
Tað skerst ikki burt, at vit mugu
húsast við tí, sum vit hava. Og tá
vit hava okkara egnu serlæknar, so
gevur tað sjálvandi onga meining at
keypa somu serfrøði úr Danmark
fyri at røkja uppgávuna á einum
øðrum sjúkrahúsi í Føroyum.
Kjakið um sjúkrahúsverkið og
tey trý sjúkrahúsini er altíð eld
fimt. Serliga tí, at útbyggingin av
samferðslukervinum hevur broytt
tørvin á tilbúgvingini. Hesi atlit
eiga sjálvandi at verða tikin við í
viðgerðina um sparingar og rati
onaliseringar. Tað er ikki rætt at
trýsta aðrar skipanir ígjøgnum,
sum ikki eru betri, men eru dýrari.
Er tað ein politisk avgerð við
undirtøku einum fólkaynski, at vit
skulu varðveita tey trý sjúkrahús
ini á sama støði, sum tey hava verið
á, tá tøvurin var øðrvísi, so er tað
sjálvandi ein avgerð, sum má virð
ast. Men tá skylda okkara ráðandi
fólk at siga okkum, hvussu nógv vit
gjalda fyri hesa skipan í mun til tað,
sum kundi verið gjørt.
Men at keypa serfrøði úr Dan
mark, tí hon til dømis ikki skal vera
á Tvøroyri, har læknin er. Tað ljóðar
ikki skynsamt og ikki bíligt.
Hví keypa serfrøði úr Dan
mark um hon er á Tvøroyri?
– fimm áhuga
verd týskvøld
í Mentanar
húsinum í vár
Eitt av tilboðunum hjá Fugl
afjarðar kvøldskúla í vár er
nýggja skeiðið »Samrøður
um List«, sum verður í
Mentanarhúsinum
fimm
týskvøld frá januar til mai
í vár.
Tað er leiðarin á Lista
savni Føroya, Nils Ohrt, sum
skipar fyri og sum hevur
lagt tilrættis skránna, har
hann fer at hava samrøður
við:
Trónd Patursson, týs
kvøldið 29. januar kl. 20.00
Edward Fuglø, týskvøldið
19. februar kl. 20.00
Bárð
Jákupsson
um
Tummas Arge, týskvøldið
19. mars kl. 20.00
Samrøðu
um
Ruth
Smith, týskvøldið 16. apríl
kl. 20.00
Nils Ohrt hevur fyri
lesturin »Fra Firenze til
Færøerne – um gamlar
meistarar í føroyskari list«,
týskvøldið 7. Mai kl. 20.00
Skeiðið byrjar týsdagin
29. januar kl. 20.00 í Ment
anarhúsinum.
Til ber at lesa meira um
kvøldskúlaskránna
hjá
Fuglafjarðar Kvøldskúla á
www.fuglafjordur.fo
Samrøður um list
øvugt sparing og serviðgerðir
Sambært
Fólkaheilsuráð
num, so gongur væl at fáa
fólk at leggja av at roykja við
at senda teimum sjálvvirk
andi sms'ar.
So væl hevur hetta virkað,
at 1.130 fólk hava teknað seg
til hesar sms'ar, og tað er í
meira lagi.
Í øllum førum hava hesir
royksveiptu sms'ar køvd am
bætaran hjá Fólkaheilsuráð
num, so hann ikki megnaði
at senda út royksíggjandi
sms'arnar um vikuskiftið.
Men hetta skuldi verið
komið í rættlag aftur um
vikuskiftið, og tí kunnu vit
bara vóna, at x-roykjaraasp
irantarnir hava klárað at
hildið sær – og megna
at koma á mál!
Rokning frá Karsten fyri
at liggja á sjúkrahúsi
Lands
uppgáva at
granska
Tórbjørn Jacobsen
Tíðindi á síðu 8
Steintór
Rasmussen
hevur púra
rætt!
Óli jaobsen
kjak á síðu 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uccelli-parafrasan hjá Ingálvi av Reyni, sum Nils Ohrt
millum annað fer at tosa um í fyrilestrinum í mai
Ambætari køvdur í royki