Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Føroyska Heilsuverkið kann akkurát sum einki spara minst eina millión krónur um árið, ella meir enn tað. Tað staðfestir Jóan Petur David­sen, yvirlækni á Suður­oy­ar Sjúkrahúsi. Hetta er ein sparing, sum ligg­ur beint til høgrabeinið, og sum enntá hevði verið eitt stórt framstig fyri sjúk­ling­ar­nar, heldur hann. Men hesin møguleikin verð­ ur ikki troyttur, sam­stundis sum lands­stýris­mað­ur­in í heilsumálum gongur runt við ljós og lykt og leitar eftir, hvar hann kann spara nøk­ur oyru í skipanini. Føroyska Helsuverkið skal spara næstan 20 millión­ir í ár og hesi næstu fýra árini skal Heilsuverkið spara útvið 50 milliónir krónur. Og Karsten Hansen hev­ur verið so altráður eftir spar­ingum, at hann hevur verið til reiðar at fáa alt á gos fyri at spara nakrar fáar hund­rað­túsund krónur. Seinast, hetta hendi, var tá ið hann ætlaði at taka Teist­an úr sjúkraflutningin úr Sand­oyn­n­i og ístaðin dúva upp á tyrluna, fyri at spara 400.000 krónur. Ov lítið at gera Jóan Petur Davidsen vísir á, at hann er einasti serlækni í uro­logi í Føroyum. Hann vísir eisini á, at sum yvirlækni á Suðuroyar Sjúkra­húsi hevur hann ov lítið at gera. - Eg kundi saktans átikið mær nógv fleiri sjúklingar, enn eg havi, sigur hann. Men samstundis sum ein­asti serlækni í uprologi í Føroyum hevur alt ov lítið at gera, brúka bæði Klaks­vík­ar Sjúkra­hús og Lands­sjúkra­húsið millión­ir av krónum upp á at fáa serlæknar í urologi uttanlands til Før­oy­ar at arbeiða við jøvnum millum­ bilum. Teir koma so til Føroya nakr­ ar ferðir um árið og eru eina viku, ella so, hvørja ferð, og fara so avstað aftur. Jóan Petur Davidsen sig­ur, at hetta eru sjúklingar, hann saktans kundi viðgjørt. - Hevði tú kunna átikið tær alla viðgerð innan urologi í Føroyum? - Tað vildi eg næstan trúð. Sam­ stundis havi eg gott sam­band við urologar aðra­stað­ni, so tá ið eg eri á skei, ella arbeiði aðrastaðni at dag­føra mína vitan, kundi eg sakt­ans tikið á mín kappa at út­ vega skikkaðar avloysarar ímeð­an, sigur hann. Hann leggur afturat, at út­gerð­ in á Suðuroyar Sjúkra­húsi er tipp- topp til enda­mál­ið. - Her manglar onki, so held­ur ikki i tí sambandinum er nakar vansi, Hann sigur, at haril kem­ur, at urologi er ein sergrein, sum saktans kann verða á ein­um lítlum sjúkrahúsi. - Men tað kemur ikki fyri, at Landssjúkrahúsið og Klaks­víkar Sjúkrahúsi vísa uro­log­isk­um sjúklingum til mín. Eg fái nakrar sjúk­ling­ar norðaneftir, men tað eru sjúk­lingar, sum kommunu­ lækn­ar vísa til mín, sigur jóan Petur Davidsen. Jóan Petur David­sen stað­ festir, at høvuðs­enda­málið og tilverurætturin hjá hjá Su­ ð­ur­oyar Sjukrahúsi er at vera vera akutt-tilbúgving fyri Suðuroynna, tí oyggin er avbyrgt frá meginøkinum, har Landssjúkrahúsið er. - Men skal tað yvirhøvur eydna­ st at fáa læknar á sjúkra­húsið at virka, er tað ney­ðugt at onkur sergrein er á sjúkrahúsunum, so at teir hava nakað at takast við um dagar­nar. - Læknar fáast ikki st støð­ ast á Suðuroyar Sjúkra­húsi, tá ið útlitini eru, at teir lítið og onki hava at gera utt­an at sita hendur og favn og bíða eftir at ein akutt- støða tek­ur seg upp. Jóan Petur Davidsen veit væl, at hann verður ikki ver­andi í allar ævir, men so at duga at leggja onkra aðra sergrein á Suðuroyar Sjúkra­hús og at fáa ein serlækna í starv til tað. - Hetta snýr seg rætt og slætt um, at hava eina smid­liga skipan, so at tað til­feingið, sum er í heilsu­ verki­num verður gagnnýtt til fulnar. Eftirsum vit hava eina akutt- tilbúgving á Suðuroyar Sjúkra­ húsi, átti politiska skipan­in at gagnnytt hana til fulnar við at leggja onkra ser­grein á sjúkrahúsið. - Tað er ikki lætt at for­svara, at ógvusligar spar­ing­a­r verða settar í verk, sum raka sjúklingarnar, sam­stund­is sum tað tilfeingi, vit longu hava, ikki verður gagn­nýtt til fulnar. Og Jóan Petur Davidsen held­ ur ikki, at tað er at gagn­nýta tilfeingi til góðar, tá ið milliónir av krónum verða brúkt­ar til at fáa urologar uttan­lands til Føroya at a­r­beiða, samstundis sum hann, ið er einasti urologur í landi­num, hevur alt ov lítið at gera. Hann sigur, at hann hevur roynt at gera vart við viður­ skiftini, men higartil hevur tað so verið til fánýtis. Fyrimunur fyri sjúklingin Yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkra­ húsi er sannførdur um, at hevði hann verði brúkt­ur meiri av heilsu­verki­num norðanfyri, hevði tað verið ein stórur fyrimunur fyri sjúklingin. Hann nevnir kann­ingar fyri bløðru­háls­kertli­num, pro­sta­ta. - At kanna fyri krabbmeini í bløðruhálskertlinum er eitt stórt øki innan urologi. Sum nú, bíða sjúklingar eina tíð eftir at sleppa til kann­ingar, tí tað má lagast eftir, nær ein urologur kemur henda­vegin. Tá ið kanningin er gjørd, skal sjúklingurin aftur bíða eftir svarinum, tí tað fær hann ikki, fyrrenn uro­log­ur­in kemur aftur næstu ferð. - Tað er ikki ein serliga góð tænasta og hetta kundi eg avgreitt upp á væl styttri tíð. Partvís hevði bíðitíðin at sloppið til kanningar neyv­an verið meiri enn eina viku og so hevði tað tikið eina, kanska tvær vikur at fáa úrs­lit­ið, sigur Jóan Petur David­sen. Meira á næstu síðu Kunnu spara milliónir um árið HEILSUVERKIÐ Serlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at Heilsuverkið kann spara eina milliónaupphædd um árið, samstundis sum tað hevði verið eitt stórt framstig fyri sjúklingin Tað kemur ikki fyri, at Lands­sjúkrahúsið og Klaks­ víkar Sjúkrahúsi vísa uro­log­ isk­um sjúklingum til mín Jóan Petur Davidsen er einasti serlækni í urologi í Føroyum, men hann sigur, at hann hevur ov lítið at gera, tí Heilsuverkið vil ikki brúka hann. Ístaðin verða útlendskit vikarar fluttir til Føroyar at arbeiða