mánadagur 21. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Ístaðin fyri at brúka
teir læknarnar vit hava
í Føroyum, verða dýrir,
útlendskir læknar fluttir
heim til Føroya at arbeiða
og tað er oyðsl.
Tað staðfestir Jenis av
Rana, kommunulækni.
Hann er ein av teimum
kommunulæknum, sum
ger nógv burtur úr at vísa
sjúklingum til urologiska
viðgerð
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
- Bíðitíðirnar eru styttri
og bara tað sparir almanna
verkinum og samfelagnum
fyri nógvar pengar í styttri
sjúkrameldingum.
- Sjálvt um einasti uro
logur í Føroyum arbeiðir á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, er
tað at undrast á, at hann
ikki verður brúktur til
fulnar, tí Heilsiverkið fær
heldur útlendskar urolog
ar hendavegin.
Jenis av Rana saknar
grundgevingar fyri hes
um, tí hann staðfestir, at
urologurin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi er ómetaliga
dugnaligur,
samstundis
sum at hann er væl út
gjørdur við tólum.
Men nú er ein grund
geving, at ongin urologisk
serdeild er skipað á Suður
oyar Sjúkrahúsi?
- Tað er rætt. Men
støðan er tann, at hann
er so har við øllum tí
serkunnleika, sum krevst.
Og eru tað viðgerðir,
hann ikki kann gera á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi,
átti tað at verið munandi
bíligari at fingið hann
norður á Landssjúkrahús
ið at arbeitt ávísar tíðir,
heldur enn at fáa læknar
úr Danmark hendavegin,
sigur Jenis av Rana.
- Tað átti at latið seg
gjørt
í
einum
felags
Heilsuverkið, leggur hann
afturat.
Jenis av Rana vildi
eisini mett, at tað var nóg
mikið við einum urologi
í Føroyum, verður hann
brúktur til fulnar.
- Vit mugu arbeiða
útfrá støðuni, sum hon
er, og tað er okkurt rav
ruskandi galið, tá ið vit
heldur brúka læknar úr
Danmark,
heldur
enn
í Suðuroy, leggur hann
afturat.
Urologi eru sjúkur í land
rásini og í mannligu kyns
gøgnum.
Hesar sjúkur eru so
vanligar at fyrr ella sein
ri fáa øll fólk tørv á uro
logiskari hjálp.
Nógv
tann
størsti
parturin kann viðgerðast
ambulant.
Áki Bertholdsen
Tað er ikki rætt at skipa ser
læknaøki á teimum smáu
sjúkrahúsunum.
Tað heldur Tummas í
Garði, læknastjóri á Lands
sjúkrahúsinum.
Hann er slett ikki samdur
við Jóan Petur Davidsen á
Suðuroyar Sjúkrahúsi um
at fleiri sjúklingar, sum hava
brúk fyri urologiskari við
gerð, eiga at verða sendir til
Suðuroyar.
- Tað er ongin serdeild fyri
urologi í Suðuroy. At ein ser
lækni í urologi ser í starv á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, merk
ir ikki, at vit fyri tað hava
eina serdeild fyri urolologi á
Sjúkrahúsinum.
Tummas í Garði sigur, at
eftir sjúkrahúslógini kunnu
sjúkrahús seta á stovn ser
greinar eftir góðkenning frá
landsstýrinum.
Sostatt hevur Suðuroyar
Sjúkrahús onga sergrein í
urologi.
Hann er heldur ikki samd
ur í, at tað sparir Heilsuverki
num nakað sum helst at hava
urologi á Suðuroy, tí tann út
gerðin, sum er útvegað, er alt
ov dýr, og har hava vit brúkt
nógvar pengar til onga nyttu.
Læknastjórin á Lands
sjúkrahúsinum leggur aftur
at, at nýmótans urologi er ein
sergrein, sum krevur nógva
og dýra útgerð, sum ikki er á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Eitt nú eru urologar stór
forbrúkarar av skannara,
sum ikki er í suðuroy.
Urologar
skulu
eisini
hava atgongd til serlæknar
í doyving, intensiva deild og
aðrar hentleikar og tað er
ikki til staðar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi ella í Klaksvík.
Tað merkir, at nógv tað
mesta av urologiskari við
gerð, verður gjørd á Lands
sjúkrahúsinum.
Gongdin er eisini tann,
at serøkini hava brúk fyri
hvørjum øðrum.
- Serøkini samvirka, tí tá
ið ein sjúka skal kannast og
viðgerðast er tað ofta eitt
samanspæl ímillum fleiri
serøki. Verður eitt serøki
tikið burtur úr og lagt á eitt
annað sjúkrahús, manglar
ein brikkur í pusslispælinum,
sum gevur eina effektiva
sjúkugreining og viðgerð.
Tummas í Garð sigur
eisini, at tað er ikki Lands
sjúkrahúsið, sum býtir sjúk
lingar ímillum tey trý sjúkra
húsini.
- Tað eru kommunulækn
ar, sum vísa sjúklingar til
sjúkrahúsini. Men har ið
bíðilistar hava verið drúgvir,
hava vit viðhvørt sent kom
munulæknunum ávísingina
aftur við boðum um, at vit
kunnu ikki taka sjúlingin
fyrrenn tá og tá.
Og so hendir tað viðhvørt,
at kommunulæknarnir so
vísa sjúklingarnar á eitt ann
að sjúkrahús.
Men sjúkrahúsini mugu
eisini sjálvi føra seg fram, tí
vit hava frítt sjúkrahúsval, so
sjúklingarnir kunnu sjálvir
gera av, hvørjum sjúkrahúsi,
teir vilja viðgerðast á.
- Tá ið sjúklingur verður
vístur á Landssjúkrahúsið,
ganga vit út frá, at tað er eitt
sjúkrahúsval, sum kommu
nulækni og sjúklingur eru
samd um og tískil kunnu vit
ikki bara vísa sjúklingarnar
víðari.
Miðsavnast í Havn
Annars er Tummas í Garði
sannførdur um, at allar ser
greinarnar í Føroyum eiga at
verða miðsavnaðar á Lands
sjúkrahúsinum.
Sergreinarnar verða smal
ari og smalari, sigur hann.
Hann nevnir eygnalækn
arnar á Landssjúkrahúsinum
sum dømi
- Eitt menniskja hevur
tvey eygu, sum eru ein tum
ma í tvørmát. Vit hava tríggj
ar eygnalæknar á Lands
sjúkrahúsinum, men teirra
sergrein er at kalla býtt
sundur í aftara part í eyga
num, nethinnuna o.s.fr. og
aftara part í eiganum, horn
hinnuni o.sfr.
- Magaskurðlæknar býta
eisini magan ímillum sín, so
at ávísir læknar taka sær av
ovara partinum í búkinum
og aðrir taka sær av niðara
parti.
Gongdin er eisini tann,
at serøkini hava brúk fyri
hvørjum øðrum.
- Serøkini samvirka, tí tá
ið ein sjúka skal kannast og
viðgerðast er tað ofta eitt
samanspæl ímillum fleiri
serøki. Verður eitt serøki
tikið burtur úr og lagt á eitt
annað sjúkrahús, manglar
ein brikkur í pusslispælinum,
sum gevur eina effektiva
sjúkugreining og viðgerð.
Sum skipanin er nú, hava
vit urologiskar viðgerðir á
øllum trimum sjúkrahús
unum og vit hava ortopedi
bæði í Havn og í Klaksvík.
- Tað er ikki at gagnnýta
tilfeingið til fulnar, sigur
Tummas í Garði, sum heldur,
at øll serviðgerðin eigur at
verða savnað á Landssjúkra
húsinum.
- Men so má støða takast
til, hvat tey smáu sjúkrahús
ini skulu brúkast til.
Sjálvur sær hann fyri sær,
at tey smáu sjúkrahúsini
kunnu verða eitt slag av
læknahúsi, sum hevur tað
akuttu tilbúgvingina í lokal
økinum.
Spurningurin
er
so,
hvussu hon kann verða sett
Serlæknar
nir skulu
miðsavnast
í Havn
HEILSUVERKIÐ Tað er hvørki gagnligt fyri sjúklingin ella
samfelagið at spjaða serlæknaøkini kring landið, sigur
Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum
Kundu spart
nógvar pengar
HEILSUVERKIÐ Tað er onki at
ivast í, at tað hevði verið ein
stór sparing at brúkt yvirlæknan
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur
Jenis av Rana, kommunulækni
Næstan
øll fáa
brúk fyri
urologi
Serlæknamanningin
á Landssjúkrahúsinum
hevði verið ein nógv
betri tænasta til suður
oyingar og norðoyingar
enn tað er at hava onkr
an hissini serlækna á
smáu sjúkrahúsunum
Tað er ongin serdeild
fyri urologi í Suðuroy