Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sam­an. Men soleiðis, sum tær eru settar saman nú, eru tað alt ov dýrar, heldur Tummas í Garði. Ikki skilagott Fíggjarliga er tað ikki skila­ gott, at hava fulla tilbúgving á trimum støðum í landinum, tí tað er bara fáir minuttir á Lands­sjúkrahúsið við Tyrlu. - Tá er betri at flyta sjúklingin á Lands­sjúkra­ hús­ið, har sergreinarnar eru, legg­ur hann afturat. Í teimum føri, tað er neyðugt, ber til at fáa ráð­ geving frá ser­lækna­mann­ ing­ini í Havn. - Serlæknamanningin á Landssjúkrahúsinum hevði verið ein nógv betri tæn­asta til suðuroyingar og norð­ oy­ing­ar enn tað er at hava onkran hissini serlækna á smáu sjúkrahúsunum. Men vilja vit varðveita virk­semið á smáu sjúkra­ húsunum, eiga vit at skipa tað soleiðis, at ser­lækna­ toymi fara av Lands­sjúkra­ húsinum út á tey smáu sjúkra­húsini við jøvnum millum­bili í sambandi við ser­grein­ar, sum ikki krevja alt ov nógva útgerð. - Vit eru so lítil tjóð, at nógv av teirri útgerð, vit hava á Landssjúkrahúsinum krevur í veruleikanum størri fólkagrundarlag, enn vit hava. - Tí er tað ikki skilagott at spjaða tað enn meiri út á trý sjúkrahús, sum liggja í kapping, hvørt við annað, sigur Tummas í Garði. Áki Bertholdsen - Spurningurin um, hvus­ su virksemið á teim­um trimum sjúkra­húsu­num skal skipast, verður tik­in við, nú vit eru far­in undir ar­beiðið at endur­skoða bygn­aðin í heilsu­verki­ num. Tað sigur Kar­sten Han­ sen, lands­stýris­mað­ur í Heilsu­málum. Og fyrrenn tað arbeið­ ið er liðugt, vil hann ikki siga nakað um, hvussu urologi skal skip­ast í Heilsu­verkinum og, hvussu verður við ser­ grein­unum í heilsu­verki­ num. Landsstýrismaðurin hev­ur sett skjøtil á ar­beið­ ið at endur­skoðað bygn­ aðin í Heilsu­verki­num. Heilsuverkið skal spara næst­an 50 milliónir hesi næs­tu árini og tað krev­ ur eina grundleggjandi bygn­að­ar­broyting. Í tí sambandi skal eisini støðan takast til, hvussu virk­semið skal býtast ímill­um sjúkrahúsini. Og Karsten Hansen sigur, at í hesum arbeið­ num ætlar hann at tosa við allar partar í Heilsu­ verki­num, eisi­ni yvi­r­ lækn­ar­nar á Suður­oy­ar Sjúkra­húsi. - Meiningarnar eru ymisk­ar og ongin avgerð er tikin fyrrenn allir part­ ar eru hoyrdir. Men nú er ein yvir­ lækni á Suðuroyar Sjúkra­ húsi, sum er urologur. Hví kann hann so ikki brúkast til fulnar, heldur enn at fáa vikarar uttanlands. - Jóan Petur Davidsen er ikki settur í starv á Suður­oyar Sjúkrahúsi sum urologur, men sum van­lig­ur yvirlækni. Tað er ongin serdeild fyri urologi í Suðuroyar Sjúkra­húsi og Karsten Han­sen heldur, at tað ber illa til at stovna eina ser­ deild, sum er treytað av ein­um einstøkum lækna, tí hann kann vera burtur í morgin. - Skal ein serdeild stovn­ast á Suðuroyar Sjúkra­húsi, má tað leggj­ ast í fastar karmar, tí til­veru­grund­ar­lagið hjá deild­ini kann ikki verða treyt­að av einstaklingum og tað er vansin í dag, sig­ ur hann. Má liggja í fastari legu HEILSUVERKIÐ Spurningurin um virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður viðgjørdur í sambandi við ætlanina at broyta bygnaðin í heilsuverkinum sum heild