Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tríggjar ferðir er arbeiðið at byggja nýggja stóra húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag út. Húsið skal byggjast á horn­inum Tinghúsvegur- Bøkj­ara­brekka. Nú verður tað. Í seinastu viku vórðu tilboðini latin upp, og lægsta tilboð átti Búsetur. Tilboðið var smáar 40 mió. krónur. Hini tilboðini vóru umleið 44 og 46 mió. krónur. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannfelag sigur, at nú verður farið til samráðingar um at taka okkurt kanska ikki so neyð­ ugt burtur úr byggi­ætlanini fyri at fáa prísin longur niður. Hann hugsar sær, at prísurin kemur niður á 35 mió. krónur. Tað hevur eydnast at fáa avtaluna soleiðis, at byggi­ felagið ikki kann koma aftur um aftur við eyka­rokn­ing­ um. – Vit hava sæð nógv keðilig dømi um eykarokningar, sum hava dýrkað byggiarbeiði nógv, sigur Hans Joensen. Felagið hevur fingið øll neyðug loyvi, og longu í februar verður farið und­ir at taka verandi hús nið­u­r. Tað arbeiðið er við í byggi­ kostnaðinum. Húsið verður í fimm hæddum, og felagið sjálvt fer at brúka hæddina inn frá vegnum til skrivstovur og høli, har limirnir kunnu hittast. Samlaða gólvvíddin verð­ ur um 1500 fermetrar. Havnar Ar­beiðs­manna­ felag eigur eisini húsið beint niðanfyri, og tað husið leigar Landsverk. Hans Joensen væntar, at Landsverk eisini fer at leiga í nýggja húsinum, tí Lands­ verki vantar høli. Hann væntar ikki, at nak­ ar trupulleiki verður at finna leigara til stór og nýggj høli mitt í býnum. – Fyri felagið er hetta ein góð íløga, tí lánini verða niður­goldin við leigu. Húsið fer at hava stórt virði, sigur Hans Joensen. Tað fer at nerva granna­ lagið nakað, at eitt so stórt arbeiðið verður gjørt mitt í býnum, og húsið fer at standa næstan beint út til vegin. Hans Joensen rósar teim­ um í Ebenezer fyri stórt for­ stáilsi í hesum samband­in­ um. Meðan húsið verður bygt, fer onkuntíð at vera neyðugt at steingja Tinghúsvegin av. Tí slepst ikki undan. – Ætlanin er at hava vegin opnan so nógv, sum til ber, sigur Hans Joensen. Havnar Arbeiðsmannafelag væntar, at nýggja stóra húsið hjá felagnum verður liðugt næsta ár Fáa ongar eykarokningar Húsið til vinstru í myndini skulu takast niður, og í staðin verður reist eitt hús í fimm hæddum Randi Jacobsen Fjør vár varð ein 17 ára gamal drongur tikin fyri at hava ver­ið í song við eini gentu und­ir 15 ár. Ta ferðina fór málið ikki í rættin. Hann slapp við eini ávaring. Men tað gingu bara nak­rir fáir mánaðir, so varð drong­urin tikin fyri sama brots­verk við eini aðrari gentu, og fríggja­ dagin í seinastu viku var hann fyri rættinum. Hann segði, at hann ikki visti, hvussu gomul gentan var, men onkur hevði sagt honum, at hon var fimtan ára gom­ ul. Tað hevði hon eis­ini sagt. Men gentan var bara 14 ára gomul. Drongurin játtaði at hava verið í song við gent­uni, eis­ini eftir at hava fingið at vita, hvussu ung hon var. Tey komu bara saman í nakrar mánaðir. Ólógligt Hann segði, at tað mest var gentan sjálv, sum vildi. Men tað hevði ongan týdn­ing, fekk hann greitt at vita frá dómaranum. Tað er ikki lógligt. Tá ið hann fyrstu ferð varð tikin, varð honum eisini gjørt púra greitt, at slíkt mátti ikki henda aftur. Tann nú 18 ára gamli mað­urin var eisini ákærd­ur fyri at hava ver­ið við til tveir bil­ stuldrar og eitt innbrot. Dómurin var tríggjar mán­aðir treytað fong- suls­revsing, 5000 krón­ur í bót og at gjalda sakar­ málsútreiðslurnar. Dómurin var treyt­ að­ur út frá persónligu viður­skift­unum hjá mann­inum, sum stríðist við sálarligar trupul­leik­ ar. Av tí sama skuldi hann í viðgerð og vera undir eftirliti hjá Krimi­ nal­forsorgini í eitt ár. Dómarin hevði fremsta­fingur á lofti og segði, at hetta var fyrstu ferð, maðurin hevur verið í rættinum, og hon vónaði ikki at síggja hann aftur har. – Um tað hendir aftur, skalt tú inn at sita, segði dóm­arin. Foreldrini fingu eisini at vita, at tey eiga ikki at gjalda bótina, sum er ætlað sum ein læra. Tað ber til at gera avtalu um at rinda eina bót í smá­um. Fór við ov ungari gentu Ein 18 ára gamal maður fekk í Føroya rætti fríggjadagin treytaðan dóm fyri at hava verið í song við eini gentu undir 15 ár. Tað er ólógligt, uttan mun til um gentan er við upp á tað ella ei