Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Vit eru ikki ein fornermaður tapari. Men vit skylda okk­um sjálvum at gera alt, ið stend­ ur í okkara makt, fyri at gera arbeiðið liðugt. Tað sigur Jóhan í Niðri­ stovu, sum eftir midnátt fríggja­kvøldið mátti stað­ festa, at hansara fyritøka tap­ti kappingina við SEV um før­oya størstu vind­myllu­ætl­ a­n. - Vit standa spyrjandi, hvus­su tað ber til at SEV nú fær prísin niður á 31,6 oyru fyri kilowatttíman, meðan vit við okkara besta vilja klár­aðu niður á 37,5 oyru fyri kilowatttíman, sigur Jóhan í Niðristovu, sum eftir­lýs­ir grundgevingar og útgreiningar. Hansara felag, Vind­røkt, hev­ur tí kært av­gerð­ina hjá Jarð­feingi til Vinnu­kæru­ nevnd­ina. - Vit krevja, at kæran fær steðg­andi virknað, tí málið má lýsast til fulnar, áðrenn verk­ætlan­in fer í gongd, sigur Jóhan í Niðristovu. Órímulig kapping Vindrøkt tók kappingina upp, tá SEV í fjørsummar søkti um loyvi at seta upp 13 vind­myll­ur í Húsahaganum. Men sambært stjóranum, Jóhan í Niðristovu, eru for­ treyt­ir­nar síðani grund­leggj­ andi broyttar. - Síðani tá hevur SEV fing­ ið loyvi at hækka elprísin fimm oyru, millum annað við tí grundgeving at hetta var eitt neyðugt stig fyri at SEV í framtíðini kann taka upp lán. Vit halda ikki, at tað er rímuligt at kappast á henda hátt, sigur Jóhan í Niðri­stovu. Hann reisir spurningin, hvørt kommunurnar eru kunn­að­ar um tað scenarie, at SEV møguliga ikki vann út­boð­ið. - So kundi SEV keypt vind­orku frá Vindrøkt, og har­við bæði sloppið undan einari stórari oljurokning, um­framt sloppið undan at taka upp nýggj lán til hesa vind­orku­útbygging, sigur Jóhan í Niðristovu. Stjórin í Vindrøkt reisir somu­leiðis spurningin, hvørt SEV nú hevur vunn­ ið kappingina, grundað á fíggjarstøðuna við hækk­ aða elprísinum ídag, ella um­sókn­in byggir á upp­ runa­æt­lan­ina við teimum elprísum, ið vóru galdandi í fjør­summar. - Hvat er tað, sum liggur til grund fyri útrokningunum um at SEV kann framleiða vind­orku fyri 31,6 oyru fyri kilo­watt­tíman, spyr Jóhan í Niðri­stovu. Stjórin í Vindrøkt er sann­ førd­ur um, at SEV hevur brúkt príshækkingina, sum kom í gildi á nýggjárinum, til at styrkja seg fíggjarliga og har­við trýsta prísin á verk­ æt­lan­ini í Húsahaganum nið­ur. - Eftir hasum leistinum kann SEV til eina og hvørja tíð undirbjóða allar kapp­ ingar­neytar, sigur Jóhan í Niðri­stovu. - Tí vilja vit hava Jarð­ feing­i at viðgera upprunaligu um­sóknina hjá SEV, soleiðis sum hon sá út áðrenn SEV hækk­aði elprísin, sigur Jóhan í Niðristovu. Jón Brian Hvidtfeldt Hjá SEV hevur olju­rokn­ing­ in í áravís verið ein trupul­ leiki, ið er vaksin í takt við gongdina á altjóða mark­ nað­unum. Í somáta er stóra verkætlanin í Húsa­haga­ num eitt fra­m­brot, ið skal bremsa oljurokningini til SEV, og í síðsta enda til før­ oyska brúkaran. - Vit koma at spara eini 10.000 tons av olju um árið, og við verandi oljuprísum sæst tað sjálvandi aftur í rokn­skap­artølunum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri. Tær 13 vindmyllurnar, ið SEV vil sleppa at seta upp í Húsahaganum, klára at framleiða í minsta lagi 41,4 milliónir kilowatttímar um árið. Á midnátt fríggja­ kvøld­ið boðaði Jarðfeingi frá, at SEV fær loyvið. SEV er bílig­ast og kann framleiða streym­in fyri 31,6 oyru fyri hvønn kilo­watt­ tíma, tað eru um­leið seks oyru bíligari enn felagið Vind­røkt, ið eisini bjóðaði seg fram. Men málið endar ikki her. Sunnukvøldið varð stjór­in í SEV kunnaður um, at Vinnu­kærunevndin hev­ ur mót­tikið eina kæru frá Vind­røkt. - Tað kemur sjálvandi tvørt fyri hjá okkum, sig­ur Hákun Djurhuus, og dregur ein parallel til drúgva kæru­ málið um vind­myll­ur­nar í Nes­haga­num. -Tað málið tók níggju mánaðir at avgreiða, og kost­aði SEV okkurt um 2,5 millión­ir krónur. Tá var talan um tríggjar vind­myllur, hesaferð er tal­ an um 13 myllur, ið skulu fram­leiða rættuliga nógv av streymi. - Okkara ætlan er at seta tær 13 myllurnar upp í summ­ar. Í ringasta føri kann eitt drúgt kærumál føra við sær, at myllurnar ikki koma upp fyrr enn móti sumri í 2014, og tað gevur okkum eina eyka oljurokning uppá 15 milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus. SEV-stjórin vísir á, at vind­myllurnar kunnu ikki set­ast upp á vetrartíð, og tí kann seinkingin gerast so ógvuslig. Tær 15 milliónirnar roknar hann seg fram til við at rokna út munin á kostnaðinum at framleiða streymin úr vind­ orku, heldur enn við olju á Sundsverkinum. Eingin undirskrift Hákun Djurhuus vísir á, at fyrireikingararbeiðið held­ ur fram, sjálvt um ein kæra liggur í Vinnu­kæru­nevnd­ ini. Men felagið kann ikki binda seg til nakað sum helst, áðrenn loyvið enda­ liga er komið uppá pláss. - Nei, vit kunnu ikki binda okkum til nakað sum helst, og vit kunnu heldur ikki skriva undir nakran sátt­mála um at keypa vind­ myll­ur, so leingi sum nakar vandi er fyri, at ein kæra kann rykkja teppið undan ætlan­ini, sigur Hákun Djur­ huus. Vísir aftur Stjórin í Vindrøkt leggur SEV undir at brúka sein­astu príshækking, ið varð sam­ tykt fyri jól, sum grundarlag fyri at dumpa prísin í kapp­ ingini við Vindrøkt um Húsahagan. Eisini vísir Jóhan í Niðristovu á, at SEV í 2010 segði seg kunna fram­leiða vindorku fyri 44 oyru fyri kilowatttíman. Og tí undrast hann á, hvussu SEV í dag sigur seg kunna fram­leiða vindorku fyri góð 31 oyru fyri kilowatttíman. Stjórin í SEV vísir øllum aft­ur. -Hatta hevur einki við hvørt annað at gera, tað er bein­leiðis skeivt og hartil ósak­ligt, sigur Hákun Djur­ huus. Stjórin í SEV grundgevir við, at vindmylluætlanin í Húsa­haganum verður løgd í eitt serskilt felag við egnum rokn­skapi, ið skal hanga sam­an við tí inntøku, sum felag­ið selir vindorkuna fyri. Um samanberingina við prísirnar í 2010 sigur Hákun Djur­huus: - Tá var talan um tríggjar vind­myllur, meðan vit hesa­ ferð tosa um 13 myllur. Vit fáa ein fyrimun við at keypa stórt inn, og hartil duga vit betri í dag enn tá. Vit hava lært av okkara royndum, sig­ur Hákun Djurhuus. Verkætlan fyri 100 mió Saman­lagt er talan um eina rættuliga stóra verk­æt­lan í Húsahaganum. Vind­myll­ur skulu setast upp, og har­um­ framt skulu battarí­skipan­ir mennast, ið kunnu goyma og harvið gagnnýta vind­ orkuna sum best. Við øllum liggur ætlanin, sambært SEV-stjóranum, um 100 milliónir krónur. Gongst sum SEV vil, so verða vind­ myll­ur­nar settar upp í summar, og kunnu tá longu byrja at framleiða streym. Men samlaða verkætlanin fer at taka eini tvey ár. SEV og Magn standa í felag fyri verkætlanini, og ætla í næstum at stovna eitt felag, sum skal standa fyri og reka vindmyllurnar í Húsahaganum. Hetta felag­ ið skal so gera eina prís­av­ talu við SEV um at keypa streym­in. Enn stendur opið, hvørt aðrir íleggjarar koma aftur­at. Latum okkum nú sleppa í gongd Stjórin í SEV óttast enn eitt drúgt kærumál, sum í ringasta føri kann kosta orkufelagnum einar 15 milliónir krónur í eyka oljuútreiðslum. –Vit vóru bíligast, og eiga tí at sleppa at seta tær 13 myllurnar upp í Húsahaganum, sigur Hákun Djurhuus FAKTA Elveitingarlógin um kapping: § 5. 1) Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til framleiðslu av ravmagni úr jarðrunnum brennievnum, vindorku ella úr vatnorku, skal hann taka atlit til orkupolitikk landsins, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna og til orkutørv landsins, sbrt. § 11, stk. 3. Stk. 2. 2) 1) Tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá ið loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verður veitt. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, ella áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3. Stk. 3. 1) Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð. Órealistiskt tilboð frá SEV Stjórin í Vindrøkt trýr snøgt sagt ikki uppá tilboðið hjá kappingarneytanum, sum bjóðar sær til at framleiða vindorku í Húsahaganum seks oyru bíligari enn Vindrøkt. –Arbeiðið má steðga, meðan tilboðið hjá SEV verður lýst og greinað út í æsir, sigur Jóhan í Niðristovu, sum hevur kært avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina