mánadagur 21. januar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Torbjørn Jacobsen ásannar,
at tað leingi hevur verið
greitt, at alstórur tørvur er
á, at føroyingar fáa ein av
loysara fyri gamla Magnus
Heinason.
Hann vísir á, at beinan
vegin, sum CHE-samgongan
tók við í 2008, varð málið tik
ið upp, og peningur settur
av til at projektera eitt nýtt
havrannsóknarskip
-
við
teirri greiðu ætlan, at skipið
skuldi smíðast skjótast gjør
ligt.
– Dentur varð eisini lagd
ur á, at best var, um skipið
kundi smíðast í Føroyum. Nú
eru ár gingin, síðani detail
projekteringin var liðug, og
kortini er einki hent. Málið
liggur nú meira í andaleypi
enn nakrantíð, og hetta er
eftir mínum tykki av polit
iskum kleyvarskapi.
Ongar rannsóknir
Torbjørn Jacobsen heldur, at
eitt samfelag sum hitt før
oyska, ið er so ovurhonds
tengt at tí, sum úr havinum
kemur, hevur skyldu til at
gera allar neyðugar vísinda
ligar rannsóknir.
– Magnus Heinason er nú í
so ringum standi, at umframt
at vera blivin ein ovurstór
fíggjarlig byrða, er tað bara
ein spurningur um, nær
klassafelagið missir tolið við
landsstýrinum sum eigara og
leggur skipið við alla.
Fyrrverandi
landsstýr
ismaðurin vísir á, at CHE-
samgongan byrjaði beinan
vegin at seta pening av til
rannsóknarskip.
– Eitt av krøvunum, sum
vit settu, tá vit samstarvaðu
við minnilutasamgonguna,
var eisini, at nú skuldi skil
fáast á hesum máli. Pen
ingur varð settur av og eyð
merktur til hesa bygging.
Ein verklagslóg varð sam
tykt, har smíðast kundi fyri
200 miljónir krónur og í
fíggjarkørmum, sum vórðu
samtyktir á vári 2011, er øll
fíggingin komin til høldar.
Men, eftir at hetta lands
stýrið, sum nú situr, tók við,
steðgaði málið fult og heilt
upp. Íløguætlanin er broytt
soleiðis, at so at siga einki ljós
sæst fyri nýggjum havrann
sóknarskipi og sonevndu
c-átekningarnar hava teir
tilvitað tikið av, soleiðis at
nú er ikki eitt reytt oyra eftir
til nakað sum helst hesum
viðvíkjandi. Hetta kann ikki
tulkast á annan hátt enn, at
fiskivinnupolitikkurin
hjá
landsstýrinum í fiskirann
sóknarmálum er, at ongar
rannsóknir skulu gerast.
Landsuppgáva
Vit spurdu eisini Torbjørn
Jacobsen, hvat hann heldur
um, at privat feløg møguliga
skulu smíða havrannsóknar
skipið, sum nú er upp á tal.
Men, hetta heldur hann lítið
um.
– Tað er ein landsuppgáva
at granska í egnum tilfeingi.
Vit eiga ein sera vælvirkandi
rannsóknarstovn í Havstov
uni, og fyri mær er tað óskilj
andi, at Havstovan nú so
brádliga ikki skal umsita og
reka hetta skipið, sum Føroya
fólk - landsstýrið - eigur.
Fyrrverandi landsstýris
maðurin heldur, at vanligur
fiskiskapur og rannsóknir
vera vavd saman við ongum
skili.
– Hóast hesi bæði seg
mentini liggja í sama høpi, so
hava tey kortini ógvuliga lítið
við hvørt annað at gera. Fiski
skapur eigur at vera kom
mersiellur, meðan fiski-og
havrannsóknir hava eitt heilt
annað og kent endamál. Tí er
tað umráðandi, at granskarar
á Havstovuni stýra hesum
parti - og sjálvandi í góðum
dialogi við vinnuna.
Ein trygg íløga
Kristian Martin Rasmussen,
reiðari í Klaksvík, hevur sagt
seg sinnaðan at smíða før
oyingum eitt nýtt havrann
sóknarskip. Hvussu ljóðar
tað í oyrunum á fyrrverandi
landsstýrismanninum í fiski
vinnumálum?
– Kristian Martin er ein
skilamaður, og hann hevur
dyggiliga prógvað sítt virðið
sum fiski-og útgerðarmaður.
Tá hann heldur seg til at
fara undir hesa verkætlan,
er tað haraftrat eitt prógv
um, at hann eisini er góður
handilsmaður. At smíða eitt
havrannsóknarskip
fyri
síðani at leiga tað út til tað
almenna, man vera tryggasta
íløgan, nakar yvirhøvur kann
gera. Um hann fíggjar íløguna
sjálvur ella ikki, er líkamikið.
Ein og hvør fíggingarstovnur
stendur bara og bíðar eftir
møguleikanum at fíggja eina
slíka verkætlan, har ein 25-30
ára langur sáttmáli við ein
almennan myndugleika er
fast knýttur at verkætlanini.
Torbjørn vísir á, at ein
slíkur
sáttmáli
sjálvsagt
fer at geva reiðaranum ein
beran vinning á eini 10-20%
um árið. Annars er sáttmálin
meiningsleysur fyri íleggj
aran.
– Frægari íløga kann
neyvan gerast, og samstund
is hevur tú fingið eitt eyka
bein at standa á. Í hesum
samanhangi er tað beinleiðis
komiskt at hoyra Jacob Vest
ergard siga, at onkur privatur
hevur sagt seg vilja “hjálpa”
landsstýrinum at smíða eitt
nýtt havrannsóknarskip, sig
ur hann.
Annað er skilaleyst
Torbjørn Jacobsen heldur, at
alt annað enn, at landsstýrið
smíðar skipið, er skilaleyst.
– Eiga føroyingar ikki
ráðini at smíða og fíggja eitt
nýtt
havrannsóknarskip,
hava vit ikki ráð til nakað
sum helst. Verkætlanin er
liðug, og klárt er at smíða.
Ætlaða skipið er hóskandi
til alt vanligt rannsóknar
arbeiði, men fyri at rakstrar
kostnaðurin kann haldast
á einum rímiligum støði, er
skipið projekterað til eina
stødd, sum kanska ikki røkk
ur til tær mest ekstremu
royndirnar, men har ber til,
sum Jákup Jacobsen - Dunga
Jákup - vísir á í Sosialinum í
vikuskiftinum, at leiga eitt
uppsjóvarskip í stytri tíðar
skeið - fyri at gera neyðugu
royndirnar, sigur fyrrverandi
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum.
Ein landsuppgáva at
granska í egnum tilfeingi
- Málið um havrannsóknarskipið liggur í andaleypi, nú meira enn nakrantíð, og tað av berum, politiskum
kleyvarskapi. Tað heldur Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum
- Alt annað enn, at landsstýrið smíðar havrannsóknarskipið, er skilaleyst, heldur
Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinnupolitikk
urin hjá landsstýrinum
er, at ongar havrann
sóknir skulu gerast