Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Boðskapurin hjá Anne Bamford er týdningurin av at børn fáa list og mentan sum fak í skúlanum. - Tað var Norður­landa­ráð­ i­ð, ið fyri árum síðani ynskti at nærri varð hugt eftir, hvat list og mentan høvdu at týða fyri børn í skúlanum, so eg havi kannað hetta í norður­ lond­um. Tann fyrsta kann­ ing­in var í Danmark, síðani Ís­land og Noreg, sigur Anne Bam­ford. Síðani stóð Finland á skrán­ni og nú Føroyar, sum Mentamálaráðið og Norð­ur­ lands­húsið standa aftan fyri. Hetta er nakað, sum lætt­ liga kann innførast í allar skúla­skipan­ir, eisini ta før­ oys­ku. - Ja, saktans. Hetta er ein heims­um­fatandi kanning, sum eg gjørdi í 2004 fyri UNESCO. Nú hyggja vit í smá­lut­um eftir hvørjum landi sær, hvat tey gera væl inn­an list og mentan, men eisi­ni at tí, sum londini hvør sær eiga at gera betri í mun til ta list og mentan, ið børnini fáa borðið, sigur Anne Bamford. Hon heldur, at list og mentan er at alstórum týdn­ ingi fyri børn í skúlanum. - Tað hevur stóran týdn­ ing fyri sosialu og sálarligu menn­ingina hjá børnum, men eisini um tú hevur hetta grund­ar­lagið, gerst hugflogið eisini betri, og tað hevur ávirk­an á hvat slag av starvi tú fært seinni í lívinum, sigur Anne Bamford. Og tað hevur eisini ávirk­ an á búskapin í landinum, eins væl og á einstaka barnið. Føroyska kanningin fór fram í sugust og september í fjør. - So eg veit meira um før­ oys­ka mentan og list nú, enn áðr­enn eg gjørdi kanningina, tí eg visti satt at siga ikki so nógv um føroyska ment­an áðr­enn eg kom hig­ar. Tað hev­ur verið ein fram-úr­ skar­andi møguleiki at síggja list­ina og hondverkið hjá fólki, og ikki minst at hoyra frá­líka tónleikin, sigur Anne Bam­ford. Mentan og list í skúlunum stóran týdning Anne Bamford hevur gjørt eina kanning um týdningin av mentan og list í skúlunum í fleiri londum, og í fjør heyst gjørdi hon líknandi kanning í Føroyum Anne Bamford helt í morgun fyrilestur í Norðurlandahúsinum um týdningin av mentan og list í føroysku skúlunum Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen - Ætlanin var tó ikki at norð­ari endi skuldi standa óbygd­ur. Longu í 2004 var far­ið undir at gera nakrar skits­ur og byggiskrá til eina bygging til fimleikin í Havn­ ini har á staðnum, tí vi­sión­in hjá býráðnum var, at savna sum mest av allari ítrótt í Gundadali, so hetta gjørd­ist ein kraftdepil fyri alla ítrótt í kommununi og í landinum, segði Heðin Morten­sen, tá spakin varð sett­ur í í morgun Í 2009 var so umsíðir sátt­máli undirskrivaður við byggifelagið MT Høj­gaard Føroyar, og var norð­ari endi lokaður tá bygg­ing­in stóð liðug á vári 2010. Bygningurin er so­leið­is konstrueraður, at hann er fyrireikaður til at byggja tvær hæddir oman­á, so har liggja eisini stór­ir møgu­leikar í at bygg­ja út, so­leiðis at Fimi gerst ein fult integre­r­aður part­ur av tí samlaða stadion­an­legg­ ing­um. Í okt. 2010 hevði kommun­ an fund við umboð fyri UEFA og FSF, har avtal­að var at fáa gjørt eina heild­ar­ætlan (masterplan) fyri Tórsvøll. - UEFA vísti á, at einasta rætta staðið at hava eitt tjóðar­stadion í Føroyum, var á Tórsvølli. Og UEFA var sinnað umvegis FSF at veita stuðul til íløguna at lið­ugtgera Tórsvøll, soleiðis at Tórsvøllur lýkur galdandi UEFA og FIFA krøv. Semja varð um, at heita á spanskt arkitekta­virkið, sum hevur arbeitt nógv saman við UEFA, um at gera ein slíkan master­plan. Kommunan og FSF samdust um at deila kostn­aðin fyri hesa heildar­ æt­lan millum sín, segði Heðin Mortensen. Masterplanurin var liðug­ur á vári 2011, og hevur verið eitt sera hent amboð í víðari arbeiðinum við at liðugtgerða Tórsvøll. Kom­ mu­nan og FSF samdust um bein­an­vegin at fáa sett í verk arbeiðið at gera ljósan­ legg­ið. Nógvar góðar kreftir fóru undir hetta, og tað gin­ gu júst tveir mánaðir frá at spakin var settur í jørðina, til mastrarnar vóru tendraðar. Tað vóru nógv sum ikki trúðu at hetta kundi latað seg gera, men tað eydnaðist, tí at allir partar hjá kom­ mu­nuni, FSF, ráðgevum og arbeiðstakarum sam­starv­ aðu um at náa málinum. Góðir fasilitetir Næsta stig var so at fáa skift grasvøllin út við gras­ líki. Hetta bar til, tí graslíkið eftir­hondini er blivið so gott, at UEAFA og FIFA umsíðir góðkenna hetta til altjóða dystir. Hetta gev­ur samstundis víðkaðar møgu­ leik­ar fyri nýtslu av Tórs­ vølli, tí vøllurin er nú ikki so viðbrekin sum tá tað er vanligt gras. Arbeiðið var fyri­reikað á vári 2012, og var gjørt á sumri 2012, og stóð liðugt til minniligu steypa­ final­ur­na á Tórsvølli í fjør, og seinni landsdystin móti Svøríki. - Umframt landsdystir og aðrar dystir, hava vit nú eitt undirlendi sum eisini kann nýtast til eitt nú stór­ ar konsertir og annað. Bert hug­flogið setir markið, og tað er okkara vón, at eisini onn­ur duga at síggja møgu­ leikarnar her, soleiðis at vit kanska á hvørjum ári fáa okkurt stórt tiltak fyri allar Føroyar á Tórsvølli. Og tað var ikki minni hugaligt, at sjálvur FIFA-forseting, Sepp Blatter, kom higar at hátíð­ar­halda stóru tøkini sum tik­in eru á Tórsvølli saman við okkum í fjør, segði Heðin Morten­sen. Nú verður so farið undir 3. stig. Og hesuferð er tað sunn­ari endi sum stendur fyri tørn. FSF og kommunan fara her at byggja ein stási­ lig­an bygning, sum um­ framt at hýsa virksemi hjá FSF, eisini kemur at verða andliti á Tórsvølli oman móti býnum. Og her kemur eisini at verða nógv útvent virk­semi í niðastu hædd, tá lands­dystirnir ella onnur størri tiltøk verða her. Hend­ an byggingin skal eftir æt­lan standa liðug seinni í hes­um árinum. Og vit støðga ikki her. Býráðið og FSF hava longu avtalað næsta stig, og fyrireikingarnar eru farn­ar í gongd. Tað verður at gera yvirdekking og áskoð­ara­ um­støðurnar við sølu­búð­ um, toilettum og líknandi á eystaru langsíðu. Hetta verð­ ur væntandi sett í verk í 2014. - Tá Tórsvøllur er liðugt út­bygd­ur, hevur FSF, kommun­an og alt Føroya land fingið nakrar virðiligar og góðkendar karmar til al­tjóða fótbólt í Føroyum. Hetta er ein neyðug íløga, um vit framhaldandi skulu fáa loyvi at spæla okkara lands­dyst­ir her á landi, tí krøv­ini gerast bara fleiri og fleiri, og strangari og strang­ ari. Men vit fáa eisini eitt an­legg sum ger, at vit hava møgu­leika aftur at hýsa Oyggja­leikunum í 2019, og Gunda­dal­ur verður størsti ítróttar­depil her á landi, øll­ um føroyingum til frama, segði Heðin Mortensen, borgar­stjóri, tá spakin varð sett­ur í fyri nýggja FSF-bygn­ ing­in­um. Heðin Mortensen setti saman við FSF forsetanum, Christiani Andreasen, spakan í fyri nýggja FSF húsinum Mynd: Álvur Andreasen Gundadalur rætta staðið til tjóðvøll Tórsvøllur bleiv bygdur í 1996, men bleiv ongantíð gjørdur heilt liðugur. Millum annað var onki bygt við ovara enda á vøllinum, og har stóðu tí ein rúgva av bingjum og líknandi í nógv ár