mánadagur 21. januar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Steintór Rasmussen hevur fullkomiliga rætt:
Miðlaetikkurin valdast hvør tað er
Vit minnast enn goragangin
seinasta heyst um fíggjar
kreppuna hjá kringvarpinum.
Her var neyðugt við meira av
peningi, tí annars var vandi
fyri føroyska fólkaræðinum.
Nú fór ikki at verða ráð til
“óheftan kritiskan journali
stikk”, sum kringvarpið var
fremsta trygdin fyri!
Taktikkurin eydnaðist og
tað fingust milliónir úr lands
kassanum. Sloppið var.
Public Service
sáttmálin – teori
og veruleiki
Ein grundgeving fyri tørvin
á eykajáttan var eisini kostn
aðarkrevjandi Public Service
sáttmálin.
Í hesum sáttmála er í
hvussu er ein grein, sum av
gjørt ikki kostar pening, og
tað er henda:
Samskifti við borgaran
1. Kringvarp Føroya virkar í
fólksins tænastu, og tí skal
Kringvarp Føroya virka fyri
støðugum
samskifti
við
borgaran.
2. Kringvarp Føroya skal
tryggja, at kjak verður við
jøvnum millumbilum um
innihaldið og endamálið hjá
Kringvarpi Føroya.
3. Góður møguleiki skal
vera fyri samskifti umvegis
heimasíðu stovnsins. Brúk
aranum skal á sjónligum
staði standa í boði at siga sína
hugsan um tíðindaflutning
og
programmvirksemi
í
Kringvarpi Føroya.
Ljóðar gott men
einki vert
Tað ljóðar ómetaliga gott.
Hetta kann skiljast sum at
borgarin nú skuldi virðast
sum ein javnbjóðis part
í samskifti við KVF, sum
ikki skuldi verið meira enn
rímiligt. Men soleiðis skal
tað sambært KVF eftir øllum
at døma ikki skiljast.
Til pkt. 3 kann viðmerkjast
at eina tíð endaði hvør før
oysk sjónvarpssending við
einum teksti um at viðmerk
ingar kundu sendast til ávísa
telduadressu. Men hetta varð
skjótt slept, og lýsingin á
heimasíðuni við møguleika
fyri ”rís og rós” kann ikki
vera meira ósjónlig enn hon
er. Men við royndunum av
KVF kann hetta eisini gera
tað sama.
Tann útmerkaða reglan
um kjak um innihaldið í KVF
tykist ikki at vera galdandi
fyri okkum ”borgarar”, sum
KVF er í tænastu hjá.
Hetta kjak er bert millum
journalistar
sjálvar.
Har
vita vit, at hesir halda seg
einsamallar vita alt um jour
nalistikk, og eingin ”borgari”
hevur
sambært
teimum
førleika á teirra øki. Tískil
avgera teir eisini, hvat ið er
viðkomandi evni fyri okkum
borgarar hjá teimum at kjak
ast um!!
Hesin hugburður kom
eisini týðiliga fram, tá ið
fjølmiðlanevndin gav KVF
álvarsama átalu fyri etikkin í
sendingunum um “brandfell
urnar”. Tað vóru eisini mong
“vanlig” fólk sum undraðust
um sýnda etikkin.
Men KVF gjørdi absolutt
ikki meira burtur úr enn teir
noyddust, hóast tað skuldi
verið so upplagt at tikið hesa
niðurstøðu hjá fjølmiðla
nevndini til eina breiða við
gerð.
Men
ein
teoretiskur
spurningur,
um
hvør
ið
fíggjar nýggjárssending hjá
KVF, ja, hann verður tikin
í størsta álvara, men tað er
eisini púra vandaleyst fyri
KVF. Hetta mál er bagatellir
í mun til annað, sum KVF
stendur fyri. Hetta mál er
eisini bert eitt dømi um, at
føroysku miðlarnir viðgera
ikki hvønn annan. Stóru
bløðini nevndu als ikki hesa
prinsippiellu átaluna hjá fjøl
miðlanevndini og enn minni
var hon viðgjørd.
Eingin áhugi fyri etikki
Journalistikkur er als ikki
nakað fyri okkum vanligu
fólk. Hetta kom eisini týðu
liga fram, tá ið felagið Før-
oysk Fjølmiðlafólk seinasta
heyst hevði eitt seminar
um fjølmiðlaetikk, eitt evni,
sum er viðkomandi fyri
hvønn einasta av okkum
borgarum. Fingin var ein
norskur miðlaserfrøðingur
at viðgera hetta evnið. Hann
fekk nøkur dømi úr føroyska
tíðindaflutningini,
sum
hann skuldi meta um, m.a.
um jagtstranina av Heðin
Mortensen í samband við
“Brandfellurnar”.
Men so hoyrdist einki
meira. Tað kom út onkurs
vegna, at 10! fólk høvdu
verið á skeiðinum. Men hvat
kom burtur úr og hvørja nið
urstøðu norski serfrøðing
urin kom til, var ikki mett av
hava áhuga hjá okkum ”borg
arum”.
Nú skulu journalistar aftur
komandi vikuskifti til at geva
hvørjum øðrum herðaklapp.
Teir hava nógv meira brúk
fyri sjálvrannsakan. Eitt upp
skot kundu verið at staðfest
vánaligasta avrikið!
Gamla pávakirkjan helt
onga grund vera fyri at
týða Bíbliuna til mál, sum
fólk skilti. Hetta var púra
óneyðugt, tí tað vóru bara
prestarnir sum kundu út
leggja Guds orð. Samstundis
kundu teir tryggja sær rættin
til einsamallir at gera av hvat
ið var rætt ella skeivt. Úrslitið
var eisini hareftir.
Tíðindaflutningurin
í KVF valdast
hvør tað er
Tað er eingin ivi um, at í
KFV eru mong dugnalig og
heiðurlig fólk, sum gera góðar
og
heiðurligar
sendingar,
sum Steintór eisini ásannar.
Men sum kunnugt er eing
in keta sterkari enn veikasta
liðið, og tað er hetta sum
leggur støðið og trúvirðið.
Eg havi í mong ár verið
aktivur brúkari av KVF og
havi royndir, sum eru væl og
virðiliga
dokumenteraðar.
Hetta kunnu áhugað kunna
seg um við at krevja alment
innlit hjá KVF!
Tað mest ófrættakenda við
KVF er, at tíðindaflutningurin
fullkomiliga valdast, hvønn
málið snýr seg um. Summi
útvald sleppa at verða end
urgivin ”sum teimum lystir”.
Hetta seinasta er, so ótrúligt
tað ljóðar, eitt beinleiðis sitat
úr brævi frá KVF. Her sæst
eisini hvørjar kreftir tað er,
sum KVF roynir at tekkjast.
Tað er próvfast, at KVF
himprast ikki við at fremja
grov brot á allar fjølmiðla
reglur við at móti bertri
vitan at bera ærumeiðandi
og ósonn tíðindi um fólk,
sum ikki sleppa at svara fyri
seg. Eitt greitt brot á grund
leggjandi fjølmiðlareglur.
Samskifti við borgaran
valdast eisini
Tað lýsir ikki minst KVF,
hvussu
leiðslan
umsitir
ásetingina í Public Service
sáttmálan um “samskifti við
borgaran”.
Her hevur KVF tað prin
sipp, at stovnurin bert sam
skiftir við borgara, um KVF
heldur seg kunna vísa á,
at borgarin hevur órætt.
Setur borgari KVF spurn
ing, har stovnurin ikki kann
rættvísgera seg, so svarar
KVF snøgt sagt als ikki aftur.
Tá ber ikki til at fáa svar
uppá
einfaldan
spurning
t.d. um, hvussu ávís tíðindi
kunnu vera í samsvar við
teirra leiðreglur fyri fjøl
miðlaetikk.
Orsøkin er sjálvsagt tann,
at her er ikki samsvar. Tá
kundi KVF rætta síni skeivu
tíðindi. Men hetta kemur
yvirhøvur uppá tal. Tað er
eisini almennur fjølmiðla
etikkur, at skeiv tíðindi verða
ikki rættað. Í hvussu er ikki,
tá ið talan er um “offur”, sum
ikki kunnu verja seg sjálvi.
Tað, sum umræður er
at tiga í hel tey, sum hava
undirbygdar spurningar til
KVF. Hetta eydnast eisini í
flestu førum.
Ber ikki til at tiga málið
burtur, so skal kávast útyvir
tað. Hetta sást nú undan
jólum, tá ið kelda til ósonn
og skaðandi tíðindini slapp
aftur framat í KVF sum
”honum lysti” fyri at káva
yvir rættarbrot, sum KVF
saman við kelduni hevur
framt! Tað kann eisini stað
festast, at tað nervar ikki
KVF tað allar minsta, hvønn
skaða ella fortreð teirra brot
á grundleggjandi fjølmiðla
reglur gera teirra offur.
Tað er ironiskt, at hesin
bólkur, miðlafólk, sum gera
nógv burtur úr at krevja
fult innlit hjá teimum í stórt
sæð øllum viðurskifti hjá
øðrum, ikki vil geva teimum
brúkarum, sum fíggja teirra
virksemi, somu rættindi, tá ið
tað ræður um tey sjálvi.
“Etikkurin” hjá KVF kom
eisini til sjóndar í teimum
báðum átalum, sum stovn
urin í fjør fekk frá Fjølmiðla
nevndini.
Tann fyrra var eitt uppá
seg ”lítið” mál um myndir
av deyðum persóni. Her bað
KVF á heimasíðuni umbering
fyri mistakið.
Hitt málið var um brand-
fellurnar var eitt ”stórt” og
kensluborið mál. Her var
eingin umbering! Sjálvt við
umbering valdast hjá KVF
hvør tað er!
Kundi verið í einum
totaliterum stati
KVF virkar sum ein miðil
í einum totaliterum stati.
Fremsta
endamálið
tykist
at vera, at makthavararnir í
landinum kunnu kenna, at teir
sleppa framat tíðindaflutn
inginum nærum soleiðis sum
”teimum lystir”. Eisini skal ans
ast eftir, at eingin makthavari
skal kenna seg at vera fyri
vanbýti í mun til aðrar.
Eydnast
hetta
kann
KVF gera fullkomiliga, sum
teimum lystir fyri politisku
myndugleikunum.
Møgulig loysn: Fáið
ein ”seernes og
lytternes redaktør”
Fyri nøkrum árum síðani
fingu vit eina fjølmiðlanevnd.
Hon ger hvørki frá ella til.
Men í Danmark hava teir
stóru
fjølmiðlanir
nakað
sum eitur ”læsernes redak
tør” og “seernes og lytternes
redaktør”. Hetta er ein óheft
ur persónur, sum í stundini
kann tala at, um tað er grund
til at finnast at viðkomandi
fjølmiðli. Borgarin kann eis
ini venda sær til hansara í
øllum málum.
Uppskotið kundu verið at
avtikið fjølmiðlanevndina og
seta ein slíkan eftirlitsmann
við óavmarkaðum heimild
um. Her krevst ikki annað
enn vanligt skil og tann rætt
vísiskensla, sum skal til fyri
at fáa álítandi fjølmiðlar.
Við tí hugburði, sum
Steintór Rasmussen hevur,
kundi hetta verið eitt jobb
fyri hann.
Tað var áhugavert at lesa greinina hjá Steintór Rasmussen um ”fjølmiðlaetikk” í Føroyum. Tað ringasta
er, at hann hevur so fullkomiliga rætt, og veruleikin er enntá verri enn Steintór lýsir hann
Om
redaktøren
Lytternes og seernes
redaktør bliver ofte be
skrevet som en 'brug
ernes
ambassadør',
som 'DR's interne om
budsmand' eller som
'DR's vagthund'.
Jobbet
varetages
af Jacob Mollerup, der
er ansat af DR's be
styrelse og arbejder
således uafhængigt af
DR's daglige ledelse.
Jacob Mollerup følg
er løbende med i hvad
der klages over og om
der lyttes til kritikken.
I halvårlige rapporter
beskrives udviklingen
og de største sager.
Jacob
Mollerup
er DR's ankeinstans,
når det gælder klager
over brud på DR's
Programetik. I første
omgang skal alle pro
gramklager
besvares
af de relevante redak
tioner. Men når det
omhandler væsentlige
brud på god presseskik
og DR's programetik,
kan man klage videre
til lytternes og seernes
redaktør, der så kan
indstille til general
direktøren at DR's af
gørelse ændres.
Óli Jacobsen