Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Ítróttarstubbar Tróndur Arge Føroysku judofólk luttóku í gjár í altjóða judokapping í Íslandi, sum íslendska judosambandið skipaði fyri í samband við 40 ára stovningardag teirra. Hjá monnum í vektbólkinum undir 81 kg. luttók Áki Davidsen. Hann megnaði at koma heilt fram til bronsufinaluna, sum hann tapti. Í vektbókinum undir 100 kg. luttóku Edvard Johannesen og Petur Sigurð Johannesen. Hóast fleiri javnar dystir, so tapti Edvard allar sínar. Petur Sigurð hinvegin kom heilt til bronsufinaluna, sum hann tó tapti. Hjá kvinnum luttók tann bert 15 ára Rebekka Johnsdóttir. Vanliga er hon í vektbólkinum undir 52 kg., men av tí at bert hon var tilmeldað til tann vekt­bólkin, varð hon flutt upp í bólkin undir 57 kg. Rebekka var væl yngst av luttakarunum í hes­um vektbólkinum, men hóast tað striddist hon væl, og dyst­irnir vóru sera javnir, men Rebekka tapti allar tríggjar dyst­ir­nar. Edvard, Petur Sigurð og Áki luttóku eisini í opna bólkinum. Allir taptu sín fyrsta dyst, men tað bar so á, at Petur Sigurð og Áki fingu ein dyst afturat hvør, og báðir vunnu hesar dystir, men í næsta umfarinum aftur taptu teir sínar dystir. Judosambandið er sera væl nøgt við føroysku luttøkuna í hesi kappingini. Hóast vit ongi heiðursmerkir fingu, so høvdu vit nógvar javnar dyst­ ir, har onkur fór í umdyst fyri at finna vinnara, og okkara leik­arar hava lært nógv av hesi kapp­ingini, skrivar Judo­sam­ bandið í tíðindaskrivi. Føroyska og íslendska judo­ sambondini hava gott sam­ band sínámillum, og avtala er gjørd um felags venjingarlegu í Reykjavík í seinnu hálvu av apríl í ár sum lið í fyri­reik­ing­ unum hjá báðum judo­sam­ bond­unum til NM í judo, sum verður í Danmark síðst í mai. trondur@sosialurin.fo Góð judo­ úrslit í Íslandi Judo Føroysku judoleikararnir megnaðu at koma í tvær bronsufinalur í altjóða kapping í Reykjavík 17 ára gamli rennarin Marnar Djurhuus vann í gjár bronsu í altjóða kapping í Reykjavík, og hann setti eisini nýtt føroyskt innanduramet í 3.000 metra renning. Reykjavík International Games er stór altjóða kapp­ ing, sum umfatar 18 ítróttar­ greinar. Seinnapartin í gjár var Marnar Djurhuus við í 3.000 metra renningini, og hann fekk sera gott úrslit í síni fyrstu veruligu kapping, eftir at hann er komin fyri seg eftir drúgvan skaða. Fyri kappingina segði Marnar Djurhuus við Rás2, at hann kendi seg at verða í besta formi, hann nakrantíð hevur verið í, hóast hann í eina tíð hevur vant upp eftir skaða. Marnar rann teinin í tíðini 8:53,03 og endaði á 3. plássi, og tað var hann sera væl nøgdur við. Marnar verður verðandi í Íslandi og skal komandi viku­ skiftið verða við kappingini Stórmót ÍR. eydun@sosialurin.fo Marnar setti føroyskt met Savnsmynd Leo Poulsen Hølisviðurskiftini eru ikki nøktandi hjá FSF, og tí verður farið undir nýggjan bygning, sum skal hýsa Fóbóltssambandinum VIP-arum og umsitingini hjá FSF. – Verandi hølisviðurskifti eru ov tronglig. Verandi hús skal hýsa bæði miðlum, VIP-arum og umsitingini, og hølisviðurskiftini eru stutt sagt ikki nøktandi, sigur Christian Andreasen. Plássið í verandi bygningi er ikki nóg gott, eisini tá hugsað verður um teir aktivitetir, ið eru knýttir at FSF, tað verið seg skeiðvirksemi, venj­ ara­útbúgvingar og líknandi. – Við hesum fáa vit eisini nøkt­ andi VIP umstøður, og vit fáa 900 áskoðarapláss undir tak, so alt í alt verður talan um munandi betri umstøður, sigur Christian Andreasen. FSF skal í fyrsta umfari bert nýta niðastu og ovastu hæddina. – Miðhæddin verður í fyrsta lagi leiga út. Tað er ikki tikin støða til, hvønn leigast skal út til, men hetta er so ein møguleiki, sigur Christian Andreasen. Hann sigur, at fasilitetirnir í sær sjálvum eru ein trupulleiki hjá FSF. – Vit hava koyrt nógv uppá undan­taks loyvir í fleiri ár. Talan er um rættiliga teknisk krøv, eitt nú hvar áskoðararnir skulu sita, hvar miðlarnir skulu vera, hvar leik­ arar­nir ferðast og hvar VIP-arnir skulu halda til. Men upp á longri sikt verður tað eisini eitt krav frá UEFA og FIFA, at áskoðaraplássini verða yvirdekkað, sigur Christian Andreasen. Atlitið til áskoðarazrnar er rætt­ iliga stórt og somuleiðis eisini til VIP-ararnar. – Samanlagt er hesin bygn­ing­ urin neyðugur, skulu vit uppfylla hesi krøvini í framtíðini, sigur Christian Andreasen. Verandi bygningur skal fram­ haldandi nýtast til virksemi hjá FSF. – Skiftirúmini verða verandi í hesum bygninginum, og væntandi fer hann eisini at hýsa miðlunum fram­eftir, sigur Christian Andreasen. leo@sosialurin.fo Fylgja altjóða krøvum Fótbóltur Christian Andreasen og Heðin Mortensen settu í morgun spakan í fyri nýggja FSF-húsinum, sum skal byggjast við sunnara enda av Tórsvølli Nýggi bygningurin verður eitt krav frá UEFA og FIFA, sigur FSF forsetin, Christian Andreasen Myndir: Álvur Haraldsen