Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Leygardagin fara Ransin N. Djur­ huus, fótbóltsdómari, An­drew Christ­ian­sen og Andreas Joseph­ sen, linjudómarar, og Niklas á Líðar­enda, dómaraeygleiðari, av landi­num við kós ímóti La Manga í land­synn­ings­p­artinum av Spania, har teir skulu á eina venjingarlegu, sum er partur av góðum samstarvi mill­um norska og føroyska fót­ bólts­sam­bandið. – Vit steðga har niðri í eina lítla viku, og eru vit bjóðaðir at døma tríggj­ar venjingardystir, sum eru mill­um lið úr trimum londum, har­ av onkur dystur sjálvandi er meira áhuga­verdur enn annar, sigur 31 ára gamli Ransin N. Djurhuus, ið ikki dylur fyri, at størsta uppgávan verð­ur at døma dystin millum odda­lið­ini í Ukraina og Russlandi, sum eru ávikavist Shakhtar Don­ etsk og CSKA Moskva. – Hetta er tann seinasti dysturin á ferðini og verður hann spældur hós­dagin í næstu viku. Eg kann so fyri mítt viðkomandi siga, at eg havi ikki havt størri uppgávu enn tað sama, so hetta er mín higartil størsta avbjóðing og mín lívs dyst­ ur. Frá øðrum havi eg so eisini frætt, at hetta man vera størsti dystur, nak­ar føroyskur dómari yvirhøvur er settur at døma. Hinir báðir dystirnir, ið føroyski dómara­trí­bólkurin skal avgreiða, hava norðurlendska íblanding, tí mána­dag­in er talan um dyst millum sloven­ska oddaliðið, Olimpija Ljubli­jana, og mest vinnandi svens­ ka liðið IFK Göteborg, og mikudagin spæl­ir norska Tromsø IL ímóti pols­ ka Widzew Lodz. Vil taka nógv til sín At hesin møguleikin nú stingur seg upp, er Ransin sera fegin um, og hann heldur sjálvur, at tað kennist, sum at hann er í eini uppbyggjandi fasu, har tað fyrst hevur verið norður­lendsk døming, síðani dómara­menn­ing í UEFA-høpi og nú henda síðsta avbjóðingin á La Man­ga. – Um vit hyggja uppá tað sum eitt átak fyri føroyska døming, so kann hetta vera ein gluggi úteftir, har vit fáa víst, at vit hava fleiri skikk­að­ar dómarar í Føroyum. Vit trígg­ir eru heldur ikki óvanir við at døma saman, tí eg og Andrew hava dømt øgiliga nógv saman, og eisini nakr­ar ferðir saman við Andriasi, sig­ur Ransin, ið yvirhøvur er fegin um, at dómaratríbólkarnir ikki long­ur eru so fastir, sum teir plagdu at vera. – At vit skifta ímillum, so tú ikki alla tíðina dømir saman við teimum somu, ger tað heila eitt sindur meira sosialt, umframt at vit altíð kunnu læra eitt sindur av hvørjumøðrum. Og tað haldi eg vera ein vinning, tá alt kemur til alt, tí hesum mennast vit øll av. Sjálvur hava teir tríggir ikki havt meira enn steðg í venjingini síða­ni landskappingina upp á kanska slakar tveir mánaðir, og nú teir hava vant einar fýra ferðir um viku­na allan desember mánað ella sum teir nú hvør sær leggja sær tað til rættis, er formurin á góðari leið und­an fráferðini til Spania. – Hetta má sigast at vera tann full­kom­na upptaktin til komandi kapp­ing­ar­árið, tí tað er ógvuliga moti­ver­andi at sleppa avstað og fáa seg royndan, men minst líka stutt­ligt verður at koma heimaftur og vísa, at okkurt gott er komið burtur­úr. Eg taki tað sum eitt stórt upp­livil­si, har eg skal royna at taka so nógv til mín, sum eg kann, sigur Ran­sin N. Djurhuus. hilmarjan@sosialurin.fo Ransin N. Djurhuus fær seg saman við Andrew Christiansen og Andriasi Josephsen rættiliga royndan, tá hann um hálvaaðru viku skal døma venjingardyst millum Shakhtar Donetsk og CSKA Moskva Savnsmynd: Álvur Haraldsen »Mín lívs dystur« – At døma dyst millum fremstu lið í Ukraina og Russlandi, ið hartil eru so stór og kend, er helst tað størsta, ein føroyskur dómari kann døma, sigur Ransin N. Djurhuus, sum í næstum dømir venjingardyst millum Shakhtar Donetsk og CSKA Moskva