Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Eftir aldraskiftið var StÍF steypalið burtur av. Frá 2001 til 2008 var liðið í steypafinaluni hvørt ár. Heilar seks ferðir stóð StÍF eftir við steypinum. Nú eru fýra ár síðani, at strandingar hava verið annað enn áskoðarar til steypafinaluna. Seinastu fýra árini hevur Neistin vunnið gullið hvørt ár, men í ár eru teir úti. Við 27-17 ósigrinum í Høllini á Hálsi eru fimm stig upp til hoy­vík­ ingar, sum liggja á øðrum plássi. Millum har liggja bæði Kyndil og VÍF við seytjan stigum, og vest­ menn­ingar hava spælt ein dyst færri. Tí er vegurin til FM finalur­ nar bæði langur og torførur at røkka. – Ja, nú er størri trýst á okkum til steypakappingina, ásannar ein vón­brotin Alexandur Johansen eftir dystin í Gundadali. Venjarin hjá StÍF er alt annað enn nøgdur við avrikið hjá sínum monnum, sum at kalla allan dystin runnu aftaná kyndlamonnum. – Spæla vit fleiri dystir upp á henda mátan, so skrambla við niður eftir stigatalvuni, sigur Alexandur Johansen. Lítið og einki riggar hjá teimum hvítu og reyðu av skálafjørðinum. Sjálvt Sveinur Justinussen hevur ilt við at koma til skot og raka málið. – Fokus hjá monnum var so ikki til hendan dystin, Ert tú ikki uppsettur, so verður tú hólvaður av, er staðfestingini hjá venjaranum. StÍF vann fyrru hálvfinaluna á Skála við tveimum málum. Tann dystin kundi strandingar havt vunn­ið við fleiri málum, men tað er nokk ongin ivi um, at tað verður eitt brak av einum dystin hóskvøldið í Vest­manna. FM møguleikin hjá strand­ingum er lítil, meðan vest­ menn­ingar ikki hava verið í steypa­ final­uni síðani 2007, og ikki vunnið steypa­gull síðani síðast í farnu øld. – Mær nýtist ikki at tosa við stór­um bókstavum, eg vóni at mín­ir spæl­arar skilja støðuna teir eru í, leggur Alexandur Johansen afturat. Ludvík toppskjútti Fyri Kyndil kom sigur væl við. Teir eru úti av steypakappingini og ein ósigur hevði sett teir í støðuna hjá StíF, har tað eru fimm stig upp til nummar tvey, og tvey lið í vegin við 17 stigum. Nú eru trý stig upp til annað plássið. Kyndil skal ikki spæla aftur fyrr enn miðskeiðis í kom­andi mánaði. – Hetta var ein týdningarmikil sigur, tí nú verður hugurin at venja komandi vikurnar betri, ásannar spæl­andi venjarin hjá Kyndil, Finnur Hansson. Hann er sjálvur toppskjútti á lið­num við 63 málum, men tað var ein annar spælari, ið fekk flest mál fyri Kyndil. Talan er um Ludvík Súnason, sum við sínum 52 málum í hesum kappingarárinum er næst topp­skorari hjá teimum grønu úr Havn. Hann skoraði sjey mál í dag. Ludvík er eitt rímiliga óskrivað blað í føroyskum hondbólti, men spælir hann líka væl, sum hann gjørdi eitt nú í dag, so verður helst meiri at hoyra til fjølbroytta spæl­ aran við tí stóra skegginum. Hann tykist kunna spæla á næst­an øllum plássum, er skjótur og hevur eitt hart skot. Hann tykist eis­ini vaksa við uppgávuni í løtuni. Tveir aðrir, sum komu væl frá uppgávuni í gjár vóru Birgir Poulsen og Andrias Sólsker. StÍF hevði gott nokk ein ringan dag, og tí sá tað eisini nakað lætt út hjá Kyndli í løtum, men halda hesir menn­inir fram við at mennast, so kunnu teir blíva drúgvir í før­ oyskum hondbólti. Kyndil óstøðugt Málið og dreymurin hjá Kyndil er at røkka FM finaluni. Tað er framvegis ein møguleiki, men helst mugu teir grønu spæla meiri støðugt um tað skal bera á mál. Eitt er óstøðugu av­ rikini hjá tí einstaka spælaranum, men Kyndil hevur eisini ein annað trupul­leika at dragast við. – Vit hava ongantíð teir somu tíggju spælararnar klárar til tveir dystir. Vit hava spælarar sum ar­ beiða í Noreg, vit hava nakrar skað­ ar og so er ikki lætt at spæla eitt lið saman, greiður Finnur Hansson frá. Fyrr í kappingarárinum misti Kyndil íslendska Hørður Fannar Sigtórsson, sum var drúgvur á strik­uni. Vandin var, at hetta fór at merkj­ast á avrikunum hjá Kyndli, men bæði á vøllinum í gjár og á atlantic airways deildin Toppskjúttar Filip Jojic, VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . 73 Hans Eli Sigurdbjørnsson, KÍF . . . 72 Sámal á Tj. Olsen. Team Kl. . . . . . 64 Rúni Højgaard, H71 . . . . . . . . . . . 64 Niclas Selvig, KÍF . . . . . . . . . . . . . . 64 Teitur Magnusson, Neistin . . . . . . 63 Sveinur Justinussen, StÍF . . . . . . . 59 Bogdan Florea, H71 . . . . . . . . . . . 58 Pætur Joensen, StÍF . . . . . . . . . . . 51 Beinur Heðinsson, Team Kl. . . . . 48 StÍF lagt óneyðugt trýst á steypa­ kappingina Hondbóltur Við einum knúsandi ósigri fyri Kyndli í landskappingini, hava strandingar lagt stórt trýst á seg sjálvar undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini Ludvík Súnason (4) Strandingar skræddir sundir í høllini á Hálsi Myndir: Álvur Haraldsen