Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið stiga­lvuni í dag, sær út til, at Kyndil hevur megnað at tett holið eftir ís­ lendsku kempuna. Kyndil hevur nú fýra vikur at fyrireika seg til komandi dyst, sum er 16. feburar móti Team Klaksvík. – Brúka vit hesa tíðina rætt, so kunnu vit fáa nógv burtur úr, sigur Finnur Hansson. StÍF skal í eldin aftur longu hós­dagin, og Alexandur Johansen vónar, at spælararnir hava fokus á rætta stað til tann dystin. – Vit hava klárað okkum illa í Vestmanna í hesum kappingar­ár­ inum. Blivnir hólvaðir av faktist, so eg vóni at spælararnir hava fok­ us á rætta stað, sigur Alexandur Johansen at enda. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge KÍF spældi ikki við fullari ferð í høllini í Hoyvík í gjár, men tað tek­ ur ikki nakað frá hoyvíkingur, sum megnaðu at reisa seg eftir lemjandi ósigurin í fyrru hálv­finaluni. Sermerkt fyri dystin var, at Bogdan Florea skoraði tíggju mál. Hann er helst týdningarmiklasti spælarin á H71 liðnum, men hev­ ur verið óstøðugur í sínum spæli í seinastuni. Hann hevur havt ein skaða í rygginum, og í steypa­dyst­ inum í farnu viku skoraði hann bara tvey mál. Bæði upp á brots­ kast. Hóast vónin um at spæla nakra steypafinalu er burtur, so kemur óvia væl við, at Bogdan nú sær út til at verða komin fyri seg. Gestirnir úr Kollafirði, sum skiftu nógv út, fóru annars á odda allan fyrra hálvleik. Støðan í hálv­ leik­inum var 15-12 til KÍF. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði H71, men so var KÍF eitt fet frammanfyri til tíggju minuttir vóru eftir. Tá avgjørdi H71 dystin, hóast Bogdan Florea fekk eina útvísing fýra min­ uttir fyri tíð. Rógvi Sørensen avgjørdi dyst­in í seinasta minuttinum við tveim­ um málum. Endaliga úrslitið varð 27-25. Neistin gjørdi sítt Neistin er eftirbátur í mun til H71, Kyndil, VÍF og StÍF, sum øll kempa fyri at koma í FM finalurnar. Neistin hevði um vikuskiftið vitjan av Team Klaksvík, sum framvegis ikki hevur fingið nakað stig. Gestirnir úr Klaksvík megnaðu at fylgja væl við í fyrra hálvleiki, men taptu dystin tíðliga í seinna hálvleiki, tá Neisitin sett ferðina upp og kom á odda við níggju mál­um. Tað endaði við, at Neistin vann 31-21. Terji Mørk og Teitur Magnusson vórðu toppskjúttar hjá heima­liðnum, meðan Sámal á Tjaldra­fløtti Olsen varð toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum. Sámal hevur skotið sætt flest mál í før­oysku kappingini í ár. 79 mál hevur hann skotið. Tað eru bara tjúgu færri enn Filip Jojic úr VÍF, sum ligur ovast við 99 málum. trondur@sosialurin.fo atlantic airways deildin Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 15 442 346 96 23 2 H71 15 418 374 44 20 3 VÍF 14 380 345 35 17 4 Kyndil 15 383 367 16 17 5 StÍF 15 369 342 27 15 6 Neistin 14 332 350 -18 10 7 Team Klaksvík 14 263 463 -200 0 Kyndil - StÍF 27-17 (12-9) Kyndil: Ludvík Súnason 7, Finnur Hansson 6, Andrias Sólsker 5, Birgir Poulsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Josef Abrahamsen 2, Frank Askildsen 1, Thorvald Abrahamsen 1 StÍF: Sveinur Justinussen 4, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Jørmund Joensen 2, Pætur Joensen 2, Allan Norðberg 2, Fríði R. Djurhuus 1 H71 - KÍF 27-25 (12-15) H71: Bogdan Florea 10, Bogi G. Davidsen 6, Rógvi Sørensen 4, Hans Kári Hansen 3, Rúni Højgaard 2, Ári J. Olsen 2 KÍF: Andrias Nielsen 5, Tony Weyhe 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 4, Ási Dam 3, Poul Finnur Egholm 2, Teitur Joensen 2, Regin Petersen 1 Neistin - Team Klaksvík 31-21 (14-10) Neistin: Terji Mørk 6, Teitur Magnusson 5, Kristian Dulavík 3, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 3, Rógvi Nolsøe 2, Andrias Joensen 2, Jugoslav Djumic 2, Grímur Petersen 2, Ári Roch 1, Rói Berg 1, Sjúrður Thomassen Sigrar til havnarliðini Hondbóltur Bæði Neistin og H71 vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Neistin vann 31-21 á Team Klaksvík, meðan H71 heldur óvæntað vann á KÍF Myndir: Álvur Haraldsen