Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tveir dystir hava verið í fremstu deildini hjá kvinnum um viku­ skiftið. Í báðum førum endaði tað við javnleiki. Kyndil og StÍF deildu stigini í høllini á Hálsi, meðan Stjørnan og VB deildu stigini í KÍ høllini. Øll fýra liðini kunnu iðra seg um, at tey ikki fingu fult, men helst eru tað tær úr Kyndli, sum hóast alt eru fegnast um at einki broytist á stigatalvuni. Kyndil liggur greitt á øðrum plássi, og tað gera tær framvegis. Kyndil á odda Kyndil var á odda meginpartin av dystinum móti StÍF. Rebekka Justinussen, sum er næst topp­ skjútti í føroysku kapp­ingini, sat nógv uttanfyri og fekk einki mál. Helst hevur talan verið um skaða. Fyri Kyndil stóðu Tomma Petersen, sum hevur brotið hond­ liðið, og Jórun Ludvik á áskoðara­ plássunum og stuðlaðu sín­um liðið. Júrun hevur sum skilt trupul­leikar við rygginum. Kyndil var á odda 11-9 í hálv­ leikinum. Í seinastu sekundinum av dystinum fekk StÍF brotskast. Paula Høgnesen, sum var topp­ skjútti hjá StÍF við átta málum, tók ábyrgdina á seg, men skotið fór við síðuna av. Randi Wardum var sjónlig á liðnum hjá Kyndil og fekk eisini seks mál, meðan Paula Høgnesen var toppskjútti við átta málum. Stjørnan tók heldur ikki av Í Klaksvík var aftur dystur mill­um Stjørnuna og VB, sum dagin fyri høvdu spælt fyrru hálv­finaluna í steypa­kapp­ingini. Í fyrra dystinum var púra javnt allan dystin ígjøgnum, með­ an tað í seinna dystinum var VB, sum næstan allan dystin var eitt fet frammanfyri. Í hálvleikinum var VB á odda við fýra málum, og tað var eisini munurin, tá níggju minuttir vóru eftir. Men eins og í steypadystinum, so megnaði VB ikki at halda tørn seinastu løtuna. Frá at verða á odda 21-17 til tveir minuttir seinni at hava mist leiðsluna og fingi ein spæl­ara útvístan. Í seinasta minuttinum skor­ ar Stjørnan og VB, umfram at Stjønan fær ein gyltan møgu­ leika at avgera dystin, tá dóm­arin bríkslar fyri brotskasti til heima­ liðið. Simona Petersen, sum var greiður toppskjútti við tólv málum, tók avgerandi kast­ið, men Guðrun í Lágabø bjargaði í VB málinum. Bæði Stjørnan og VB hava langt upp til annað plássið, og tí er steypakappingin stytsti veg­urin til eitt heiðursmerki. Tí er ong­in ivi um, at tað verð­ur eitt brak av einum dysti, leyg­ar­dagin, tá VB tekur móti Stjørn­uni í seinnu hálvfinaluni í steypa­kapp­ingini. trondur@sosialurin.fo Fremsta deild kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 11 349 255 94 22 2 Kyndil 13 293 283 10 16 3 VB 11 256 271 -15 8 4 VÍF/Tjaldur 10 237 265 -28 8 5 Stjørnan 12 275 297 -22 7 6 StÍF 11 263 302 -39 7 StÍF og Stjørnan tóku ikki av gyltum møguleikum Hondbóltur Bæði StÍF og Stjørnan høvdu brotskast í evstu løtu, men felags fyri bæði liðini var, at stórskjúttin á degnum brendi. Paula Høgnesen fyri StÍF og Simona Petersen fyri Stjørnuna fremsta deild kvinnur Kyndil - StÍF 18-18 (11-9) Kyndil: Randi Wardum 6, Turið Arge 3, Anna Brimnes 3, Anja Heinadóttir 2, Simona Iacob 2, Bára Hansen 1, Anja Eliasen 1 StÍF: Paula Høgnesen 8, Fríðrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Odrún Danielsen 2, Bára Berthelsen 2 Stjørnan - VB 23-23 (10-14) Stjørnan: Simona Petersen 12, Lovisa Lassen 4, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 1, Bára Klakstein 1, Durita Chrisophersen 1 VB: Gurið Mortensen 7, Tamara Radic 6, Helga Eyðunsdóttir 5, Mirijana Trbojevic 2, Christina Holm 2, Rannavá Johannessen 1 Myndir: Álvur Haraldsen Toppskjúttar Barbara Brauer, Neistin . . . . . . . . 92 Rebekka Justinussen, StÍF . . . . . . 81 Gurið Mortensen, VB . . . . . . . . . . 51 Nicoleta Radu Hansen, Neistin . . 50 Ema Bezanovic, Stjørnan . . . . . . . 46 Adina Petrea, VÍF/Tjaldur . . . . . . 46 Rannvá Johannesen, VB . . . . . . . . 42 Marijana Trbojevic, VB . . . . . . . . . 41 Ása Dam á Neystabø, Neistin . . . 38 Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur . . . . 37