Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hóast teir royndu øll síni kynstur - bæði lóglig og ólóglig - høvdu tunes­ar ongan møguleika í átt­ anda­parts­finaluni ímóti dønum í gjárkvøldið. Tað var bara ta fyrstu løtuna, at tunesararnir megnaðu at fylgja við, og sum frá leið var tað bara ein spurningur, hvussu nógv danir fóru at vinna. Úrslitið gjørdist 30-23. Í hesum dystinum hevði danska verjan fingið styrk. Jesper Nøddes­ bo fekk skaða ímóti makedonum, og Ulrik Wilbek gjørdi av at senda boð eftir gomlu verjukempuni Kasp­er Nielsen. Tað var eitt gott val, tí Kasper vístu longu frá byrjanini, at hann er ein styrki fyri verjuna, sama hvønn hann kemur fyri. Tí var tað ikki so løgið, at teir donsku við­merkjararnar vóru á einum máli um, at tann danska verjan spældi sín besta dyst i gjárkvøldið. Í kvøld fáa danir at vita, hvørj­ um teir skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. Tað verður vinn­ ar­in av dystinum millum Ungarn og Pólland. Ísland fall við æru Úrslitini í bólkunum lagaðu tað so, at íslendingar sluppu at spæla ímó­ti teimum fronsku heims­meist­ ar­un­um í fjórð­ings­finaluni. Men lat tað verða sagt beinanvegin, at hóast ís­lendingar ikki hava allar sínar bestu menn við í Spania, megnaði liðið at geva fransmonnum ein skarp­an gang í gjárkvøldið. Í hálvleikinum vóru fransmenn á odda 15-14, og íslendingar hildu væl tørn aftan á steðgin. Men ímóti endanum gjørdu teir nøkur mis­ tøk, og tað var nóg mikið til at geva fran­s­monnum sigurin við úrs­liti­ num 30-28. Íslendski venjarin, Aron Kristjáns­son, segði aftan á dystin, at hann hevði givið sínum monnum boð um at leggja bæði lív og sál í dyst­in, og at tað høvdu teir gjørt. Kort­ini var hann vónsvikin av, at nøk­ur fá mistøk skuldu avgera dyst­in. Eftir stendur spurningurin, hvussu langt Ísland hevði komið, um liðið møtti við sterkastu mann­ ing. Fransmenn fáa í kvøld at vita, um teirra fjórðingsfinala verður ímóti Kroatia ella Hvítarusslandi. Týskur outsidari Tað kom púra óvart á tey flestu hond­bóltshugaðu fríggja­kvøld­ ið, tá Týskland megnaði at vinna tann seinasta dystin í bólki A ímóti teimum fronsku heims­meist­ar­ unum. Undan kappingini í Spania vístu viðmerkjarar á, at tað týska lið­ið møtti ikki við sínari sterkastu mann­ing, tí onkrir stuðulsleikarar eru skaddir, og at liðið tí ikki kundi met­ast millum teirra, sum fóru at koma langt í kappingini. Men í gjár vístu týskararnir aft­ur, at teir eru ikki at spæla við. Í áttandapartsfinaluni smurdu teir Madedonia av við 28 málum ímóti 23, og Týskland bleiv sostatt tað fyrsta landið, sum spældi seg í fjórð­ings­finalurnar. So er spurningurin, hvussu langt tað røkkur hjá týskarunum. Í fjórð­ings­finaluni skulu teir møta vinnara­num av átt­anda­parta­ finalu­ni millum Spania og Serbia, sum verður í kvøld. Tepurt hjá russum Ikki óvæntað bleiv Russland ann­ að liðið at tryggja sær pláss í fjórð­ ingsf­inalunum. Russar møttu í áttanda­partsfinluni seinnapartin í gjár Brasil, men hetta gjørdist ein nógv størri uppgáva fyri russar, enn tey flestu høvdu væntað. Tá tíð­in fór, høvdu russar vunnið sera tepu­rt 27-26. Úrslitið kom óvart á tey flestu, tí júst tað russiska liðið hevur verið mett sum eitt spennandi lið, ið spæl­ir eitt annað slag av hondbólti, enn Russland hevur gjørt tey sein­ astu mongu árini. Russland skal møta annaðhvørt Slo­ven­ia ella Egyptalandi í fjórð­ ings­finaluni. Tey bæði liðini spæla í kvøld. Danmark beina kós í HM HM hondbóltur 2013 Spania Hondbóltur Tað gongur sum eftir ánni hjá dønum í HM-kappingini í manshondbólti. Seks sigrar í seks dystum er úrtøkan higartil. Ísland fall, men við æru nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig Bólkur a 1 Týskland 5 4 0 1 148-126 8 2 Frakland 5 4 0 1 154-124 8 3 Brasil 5 3 0 2 122-127 6 4 Tunesia 5 3 0 2 123-123 6 5 Argentina 5 1 0 4 116-138 2 6 Montenegro 5 0 0 5 117-142 0 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig Bólkur b 1 Danmark 5 5 0 0 184-136 10 2 Russland 5 3 1 1 151-131 7 3 Ísland 5 3 0 2 153-136 6 4 Makedonia 5 2 1 2 142-143 5 5 Qatar 5 1 0 4 139-166 2 6 Kili 5 0 0 5 121-178 0 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig Bólkur c 1 Slovenia 5 5 0 0 151-130 10 2 Pólland 5 4 0 1 134-110 8 3 Serbia 5 3 0 2 150-128 6 4 Hvítarussland 5 2 0 3 135-120 4 5 Saudiarabia 5 1 0 4 95-145 2 6 Suðurkorea 5 0 0 5 116-148 0 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig Bólkur d 1 Kroatia 5 5 0 0 148-99 10 2 Spania 5 4 0 1 160-98 8 3 Ungarn 5 3 0 2 147-120 6 4 Egyptaland 5 1 1 3 130-123 3 5 Algeria 5 1 1 3 123-126 3 6 Avstralia 5 0 0 5 66-208 0 Bestu málskjúttarnir higartil 1 Kiril Lazarov, Makedonia . . . . . 44 2 Siarhei Rutenka, Hvítarussland 42 3 Gudjon V. Sigurdsson, Ísland . . 41 4 Timur Dibirov, Russland . . . . . . 40 5 Anders Eggert, Danmark . . . . . 38 6 Ivan Cupic, Kroatia . . . . . . . . . . 35 7 Ahmed El Ahmer, Egyptaland . 32 7 Dragan Gajic, Slovenia . . . . . . . 32 9 Rodrigo Salinas, Kili . . . . . . . . . 31 10 Momir Ilic, Serbia . . . . . . . . . . 30 Fjórðingsfinalurnar mikudagin 1. fjórðingsfinala: Danmark - Ungarn ella Pólland 2. fjórðingsfinala: Frakland - Kroatia ella Hvítarussland 3. fjórðingsfinala: Serbia ella Spania - Týskland 4. fjórðingsfinala: Slovenia ella Egyptaland - Russland Mikkel Hansen og liðfelagar hansara hava alla orsøk til at fegnast um gongdina hjá dønum Tað týska HM- liðið hevur víst fleiri dygdir, og spurningurin er bara, hvussu langt tað røkkur