Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað vóru oddaliðini í donsku lands­ kappingini, sum brustu saman í Odense Idrætshal í gjár, í donsku steypafinaluni. Holte, sum hevur Anju Sonnadóttir Danielsen í hóp­ inum, er fremst har, bara eitt stig meira enn Brøndby. Holte tapti steypa­finaluna í fjør fyri júst Brøndby, úrslitið tá var 3-2, men tað eydn­aðist teimum at fáa uppreisn hesa­ferð. Holte vann uppiborið Karmarnir um dystin vóru framúr, men sjálv finalan varð ongantíð so spennandi, sum fleiri áskoðarar helst høvdu væntað. Liðini løgdu held­ur varisliga fyri, og Brøndby tókt­ist eisini hava munin fyrstu løt­una. Tær úr Brøndby vóru eisini á sigurs­kós í fyrsta settinum, eitt skifti vóru tær á odda 20-17, men Holte stríddi seg aftur og vann fyrsta settið 28-26. Við tíðini øktist munurin mill­um liðini, og Holte rann undan mót­ støðu­liðnum. Anja og hinar vunnu hini bæði settini 25-20 og 25-16. NCC verður nú Steypasigurin verður ikki fagnaður stórvegis í spælarahópinum hjá Holte, tí longu komandi vikuskiftið verður Nordic Club Championship, norðurlendska meistaraheitið á skránni. Spælararnir eru longu farnar undir fyrireikingarnar til ta kapp­ingina. Holte, sum fekk Onnu Sonnadóttir Danielsen í hópin í november, kann tískil vinna heili trý gullmerki hetta kappingarárið. Í donsku landskappingini eru tær odda­lið, og nú skal norðurlendska meistara­heitið fáast til høldar. uni@sosialurin.fo Anja danskur steypavinnari Uni Holm Johannesen Tað eru gott og væl fýra ár síðan, at Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum flogbóltsspælari. Seinastu trý kappingarárini hevur hann virkað sum hjálparvenjari og talentleitari hjá Marienlyst, sum hann eisini umboðaði sum spælari. Og felagið er í viðgongd. Í gjár varð danska steypa­kappingin endurvunnin í Odense Idrætshal. Uppiborin sigur Mótstøðuliðið í finaluni var Spentrup, sum heldur óvæntað hevði varpað donsku meistararnar Middel­fart út úr kappingini í hálv­ finaluni. Eitt úrslit, sum kom sera óvart á danska flogbóltsheimin. Kortini varð ikki væntað, at Spentrup fór at endurtaka bragdið í final­uni. Tað lukkaðist heldur ikki. Marienlyst spældi við fullari megi frá byrjan og var eitt skifti á odda 8-1 í fyrsta setti. Verandi steypa­vinnararnir vunnu eisini fyrsta umfarið greitt 25-11. Spentrup fann fótafestið við tíðini og vann næsta sett 25-21. Tað var eisini um­reppið, at teir struku avstað við tí triðja, men tað vóru Bárður Bendix Mikkelsen og liðfelagarnir, sum høvdu neyðuga yvirskotið og royndirnar tá avtornaði. Settúrs­lit­ ini vóru 27-25 og 25-17. Aftur hetta vikuskiftið Marienlyst hevur nógv at spæla fyri í hesum døgum. Komandi viku­skiftið verður kappingin um norðurlendska meistaraheitið í Falken­berg í Svøríki, ein kapping, sum Marienlyst vann í fjør. Hini liðini vera Nyborg úr Bergen, sum er oddalið í Noreg, Falkenberg, sum er á øðrum plássi í Svøríki, og Gentofte, sum í løtuni er nummar trý í Danmark. Avbjóðingin hjá Bárði og hinum í venjaratoyminum er at fáa armarnar niðuraftur, so fyri­reik­ingarnar til ta kappingina verða so góðar sum tilber. Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum spælari í 2009. Hann var við á liðnum hjá Marienlyst, sum flutti upp í bestu donsku deildini í 2001. Eftir nøkur ár í Holte, skifti hann aftur til Marienlyst í 2008. Hann setti seinasta punktum sum elitu­ spælari árið eftir, tá hann og lið­ felag­ararnir vunnu heili trý gull­ merki – danska meistaraheitið, norður­lendska meistaraheitið og donsku steypa­kappingina. uni@sosialurin.fo Bendix situr á trónuni FLOGBÓLTUR Marienlyst, ið hevur Bárð Bendix Mikkelsen sum hjálparvenjara og talentleitara, endurvann donsku steypakappingina í gjár. Hetta er triðju ferð upp í slag, at Marienlyst er steypavinnari FLOGBÓLTUR Anja Sonnadóttir Danielsen og Holte eru danskir steypavinnarar eftir finalusigurin á Brøndby í gjár. Holte hevur verið í steypafinaluni seks ár upp í slag, men fyrsti steypasigurin síðan 2008 er nú loksins veruleiki Seinastu trý kappingarárini hevur Bárður Bendix Mikkelsen virkað sum hjálparvenjari og talentleitari hjá Marienlyst Savnsmynd