mánadagur 21. januar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hóast Fleyr og TB hava runnið
aftaná í nógvar mánaðir ovastu
liðunum og somuleiðis varðveitt
spenningin í kappstríðnum um
at røkka finalunum um føroya
meistaraheitið, so er tað nú alsamt
meira sum bendir á, at Mjølnir, sum
tó er einaráðandi í kvinnukapp
ingini, og SÍ verða finaluliðini í hes
um kappingarárinum.
Flogbóltskvinnurnar úr Sørvági
vunnu hesaferð greitt og einfalt á
Ternuni. Úrslitið var 3-0. Við sigr
inum stevna tær beint í finalurnar
um føroyameistaraheitið, har tær
skulu spæla ímóti ósigraða Mjølnir,
sum hevur verið í serflokki í hesum
kappingarárinum.
KÍF snávaði
Síðsta vikuskiftið vunnu kollfirð
ingar á Ternuni. Tá var KÍF aftanfyri
0-2, men tað eydnaðist at snara
øllum á høvdið seinastu trý settini.
Hesaferð var støðan tann øvugta.
KÍF var á odda 2-0 á Drátti, men tað
lukkaðist heimaliðnum at reisa seg
og vinna 3-2. Hetta var fimtu ferð í
hesum kappingarárinum, at Dráttur
fer av vøllinum sum vinnari.
Í Trongisvági greiddi TB sín
setning leygardagin, tá botnpropp
urin ÍF var á vitjan. Úrslitið var 3-0.
Hóast kvinnurnar úr Fuglafirði
enn einki stig hava skavað saman í
hesum kappingarárinum, so royndu
tær seg sum frægast. Munurin var
heldur ikki so stórur, sum stiga
talvan annars hevði lagt upp til. TB
spældi aftur í gjár, mótstøðuliðið tá
var Dráttur, og eisini hesaferð vann
TB. Úrslitið var 3-1.
Spennandi vika hjá Fleyr
Hóskvøldið hevur SÍ ein gyltan
møguleika at mest sum staðfesta
sítt finalupláss, tá Fleyr, sum er
nummar trý, vitjar í Sørvági. Um
eina viku verða stigini býtt í helvt,
men hetta er kortini millum sein
astu møguleikarnar hjá havnar
kvinnunum at leggja trýst á SÍ, tí
sørvágskvinnur snávað sjáldan.
Komandi sunnudag verður upp
gávan eisini møtimikil hjá Fleyr,
sum fær vitjan av TB. Tí fara kom
andi seks dagarnir at vera avger
andi fyri finalustríðið hjá Fleyr.
Vinnur liðið ikki báðar dystirnar,
so skal ganga sera illa í hond hjá SÍ
næsta mánaðin, um liðið ikki skal
vinna seg í finalurnar um føroya
meistaraheitið.
Uni Holm Johannesen
Um fuglfirðingar ikki vera føroya
meistarar í mansflogbólti í 2013,
so er kappingin ikki rættvís. ÍF er í
serflokki í hesum kappingarárinum,
og tað er einki av hinum liðunum,
ið er nærnámind at røkka teimum
úrslitum, sum fuglfirðingar hava
fingið seinastu mánaðirnar. Teirra
greiða oddastøða er samstundis ein
av orsøkunum til, at kappingin hjá
monnum er mest sum einkisigandi
í løtuni. ÍF hevur fult stigatal eftir
11 dystir.
Tað eru ábendingar um, at SÍ
verður mótstøðuliðið í báðum final
unum um føroyameistaraheitið. Vil
tað so, at fuglfirðingar tapa stríðið
um gullið tá, er tað ikki ein rættvís
mynd av kappingarárinum. Tað
staðfestu teir aftur hetta viku
skiftið, tá teir knógvaðu júst SÍ í
Sørvági.
Heimaliðið legði annars bragd
liga fyri og vann óvæntað fyrsta
settið. Gestirnir úr Fuglafirði ress
aðust kortini skjótt og staðfestu
sína støðu sum nógv tað besta
flogbóltsliðið í Føroyum. Úrslitið
varð 3-1.
Í Klaksvík var eingin ivi, tá Fleyr
vitjaði hjá Mjølnir. Gestirnir úr
høvuðsstaðnum vunnu 3-0.
uni@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
Mjølnir
14
14
0
42
2
40
42
SÍ
13
11
2
34
7
27
33
TB
14
10
4
30
18
12
28
Fleyr
13
8
5
28
17
11
25
Dráttur
14
5
11
20
29
-9
15
Ternan
14
4
10
17
34
-17
12
KÍF
13
2
11
10
36
-26
7
ÍF
13
0
13
1
39
-38
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
ÍF
11
11
0
33
2
31
33
SÍ
11
6
5
20
18
2
17
Fleyr
11
5
6
18
18
0
16
Mjølnir
11
0
11
0
33
-33
0
Mjølnir - Fleyr 0-3
(18-25, 20-25, 14-25)
SÍ - ÍF 1-3
(25-20, 11-25, 20-25, 16-25)
Ternan - SÍ 0-3
(10-25, 21-25, 16-25)
Dráttur - KÍF 3-2
(19-25, 21-25, 25-22, 25-15, 15-13)
TB - ÍF 3-0
(25-16, 25-20, 25-18)
Mjølnir - Ternan 3-0
(25-17, 25-20, 25-8)
Dráttur - TB 1-3
(25-15, 21-25, 21-25, 23-25)
ÍF er í serflokki
Flogbóltur Hóast sørvingar løgdu bragdliga fyri
og vunnu fyrsta settið, so eydnaðist tað ikki at arga
oddaliðið meira enn tað. ÍF vann sum vant og økti
aftur um stóra munin millum seg og hini trý liðini
Vil tað so, at fuglfirðingar
tapa stríðið um gullið tá, er
tað ikki ein rættvís mynd av
kappingarárinum
Eik-ligan menn
Eik-ligan kvinnur
Oddaliðini renna undan
FLOGBÓLTUR Ábendingarnar gerast
greiðari fyri hvørt vikuskifti. Tað verða helst
Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla finalurnar
um føroyameistaraheitið hjá kvinnum.
Bæði oddaliðini vunnu aftur hesaferð
Myndir: Álvur Haraldsen