Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Fríggjanáttina og leygarnáttina hevði amerikanska talkshow- drotn­ingin, Oprah Winfrey, eitt tað størsta súkklunavnið nakrantíð, Lance Armstrong, sum gest í sínum ný­stovn­aða sjónvarpsfelag, Oprah Wi­n­frey Network, OWN, ið annars hevði fingið eina ringast hugsandi byrjan­ina, men við Armstrong sum skrift­andi gesti fekk eina nýggja byrj­an og ógvuliga góða anda­drátt­ ar­hjálp. Øll vistu frammanundan, at skuldi henda samrøð hava nakað sum helst virði, so mátti Armstrong krúpa til krossin og viðganga, at hann øll árini við doping svikaði seg til sjey sigrar í Tour de France-kapp­ ingini og øðrum við, tí um hann enn einaferð avnoktaði alt, var hetta einki vert. Og hann viðgekk eisini eina rúgvu, men segði í grundini øgi­liga lítið. Spurdur, um hann hevði dopað seg árini frá 1999 til 2005, tá hann vann sínar skjey fronsku sigrar á rað, svaraði Lance Armstrong játt­a­ndi, men burtursæð frá tí, so virk­aði hann ikki stórvegis erligur ella iðrandi um alt tað, hann hevur snýtt og svikað sum ítróttarmaður. Tvørt­ur­ímóti viðgekk hann, at hann angraði, at hann aftur í 2009 og 2010 koyrdi Tour de France, tí hevði hann ikki gjørt tað, segði hann, at hann neyvan hevði verið av­dúk­aður ella verið noyddur at við­gingið dopingsvik sítt. Vorðið sum ítróttarmaður, ið fekk túsundtals fjepparar at lippa av samkenslu, tí hann jú hevði havt sítt krabbamein at dragast við, men hevði bart seg aftur til lívið og síðani vunnið størstu sigrar, ið vinn­ast kunnu í altjóða súkkling. Ein dupultmoralur uttan líka, og í søguni hevur valla nakar einstakur ítróttar­maður verið so stórur lygnari sum Lance Armstrong. Spilti vinirnar út Fleiri ferðir hevur verið um reppið, at Armstrong hevur mist fótafestið og er blivin avdúkaður, men hann hevur hvørja ferð gjørt nógv burtur­úr at svína tey til, ið hava sagt, at hann ikki var so reinur, sum hann lætst, men var líka so dopaður sum nakar annar. Súkklingin hevur líka­sum sett standardin fyri, hvat er besta dopingin, ið er torførast at av­dúka, og Lance Armstrong hevur verið í fremstu røð á júst hesum øki. Liðfelagin hjá US Postal, Floyd Landis, var ein hin fyrsti súkklarin, ið vildi vera við, at Armstrong dop­aði seg, men hann var nóg illa liðugur at siga frá hesum, so hevði hann fingið eina lortaspann niður yvir seg, tá Armstrong fegin for­ taldi øllum, hvussu sjúkligur og sálar­liga illa fyri Landis var. Og so var tað Betsy Andreu, kona ein annan starvsfelaga, hjá Armstrong, Frankie Andreu, sum undir eiði fortaldi, at Lance Arm­ strong hevði brúkt doping. Hetta kundi hon fortelja, tí hon var sjálv við Armstrong á einum sjúkrahúsi, tá hann krabbameinssjúkur á heys­ti í 1996 viðgekk fyri tveimum lækn­um, ið sjálvandi høvdu tagn­ar­ skyldu, at hann hevði brúkt anabol steroid, vakstrarhormon, EPO, korti­son og testosteron. Sum altíð, noktaði Armstrong og vísti øllum skuldsetingunum aftur, meðan hann kallaði Betsy Andreu eina »svaka kelling«, um­ framt at hann seinni tveitti mann hennara av liðnum – helst, tí hann ikki vildi dopa seg. Nú skal Arm­ strong so hava roynt at biðið um umbering, men í samrøðuni við Oprah Winfrey sást lítil til, at hann veruliga legði so nógv í tað, hóast Betsy og Franki Andreu høvdu verið millum hansara bestu vinfólk og hollastu stuðlar, tá hann var sjúkur. Hevur gott av tí Fyrrverandi vøddamýkjarin hjá Arm­strong, Emma O’Reilly, telist millum teirra, ið longu langt síðani hevur roynt at víst á, at hann als ikki var so reinur og ósekur, sum hann ferð eftir ferð royndi at billa øllum inn. Hennara illgruni vakn­ aði, tá Armstrong á sumri í 1998 bað hana beina fyri einum posa við sproytum, sum ikki máttu finn­ast nær­hendis kamari hansara á gist­ ing­ar­húsinum, har liðið búði. Tá hon kom fram við hesi søguni og annars fortaldi um, hvussu Armstrong dopaði seg, fekk eisini hon alt aftur í gráum kálvsskinni, tá hann dúgliga fortaldi fyri øllum heim­sins fjølmiðlum, at eingin orsøk var til at trúgva einari »alko­ holi­seraðari horu«. Mong onnur dømi eru um tey, ið hava staðið Lance Armstrong nær og hava arbeitt tætt saman við hon­um, men sum fingu hansara døkkaru síðu og skitna atburð at kenna, tá tey valdu at stíga fram og siga sannleikan um, hvussu »heim­ sins bestu súkklari« bar seg at og vann sínar sigrar. – Eg hevði tað ikki gott, tá hesi fólkini komu fram við sínum skuld­ setingum, tí hetta vóru hóttanir ímóti liðnum og ímóti mínum góða rykti, so eg hevði einki ann­að at gera, enn at leypa á, sigur Arm­ strong nú, uttan annars at virka so øgiliga tyngdur av, at hann hvørja ferð brendi brúgvar og særdi menn­ iskju, ið høvdu staðið honum við lið og høvdu ofrað seg fyri hansara skyld. Hvørja ferð, onkur fjølmiðil dittaði sær at bera fram tíðindini um, at Lance Armstrong hevði brúkt doping, ella læt onkran ann­ an bera fram henda boðskap, vóru sak­før­ara­rnir hjá Armstrong skjótir úti við stevningum og sakarmálum. Og hvørja ferð Armstrong og hansara herur fingu viðhald í rætti­ num, staðfesti hetta følsku mynd­ ina av honum sum reinum og rætt­ skafn­um ítróttarmanni. Men tá amerikanska doping­ eftir­litið, Usada, í heyst al­manna­ kunn­gjørdi eina túsund síðu drúgva frágreiðing við hópin av prógv­um, vitnifrágreiðingum og øðr­um fellandi tilfari, skiltist á øll­ um brøgdum, at hetta kundi bara vera byrjanin til endan. Henda frá­ greið­ing elvdi so eisini til, at Lance Arm­strong eftir stuttari tíð – við ein­um pennastroki fyri og øðrum eftir – misti stórt sæð allar týðandi sigr­ar, hann annars hevði vunnið gjøgn­um árini. Tann størsti lygnarin Í áravís hava dopingsøgurnar hin­ vegin verið so nógvar, at tað bar ikki til hjá Lance Armstrong at billa øll­um inn meira, at hann veruliga var tann einasti á ovastu rók, ið var Størsti lygnari av øllum Lance Armstrong sólaði sær í sigrum og gullheiðursmerkjum, men noyddist nú at viðganga, at alt var ein stór lygn: Í áravís var hann dopaður og svikaði seg tí til sigrarnar. Á leiðini hevur hann svínað bæði vinir og starvsfelagar so til, at nógv av opnu sárunum í kjalarvørrinum á heimsins størsta ítróttarlygnara ongantíð lekjast