Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið rein­ur og ósekur, tá vit nú í mong ár hava sæð, at allar stjørnurnar mill­ um heimsins fremstu súkklarar hava brúkt doping. Og tá vit tosa um mannin, sum altso vann Tour de France sjey ferðir á rað, var tað bara ein spurningur um tíð, til alt kom fram í ljósið. Afturfyri noyðist Armstrong í dag helst at liva við, at hann er ein hin mest hataði maðurin í samlaða ítróttar­heiminum, og tað kemst fyrst og fremst av, at hansara søga er so ótrúlig. Hann kom fyri seg eftir krabbameinið, og umframt at súkkla og vinna stórar kappingar, setti hann á stovn vælgerandi felags­skap­in, Livestrong, sum bleiv ein marg­millióna­fyritøka, ið hevur hjálpt krabbasjúklingum. Hetta glæstribílætið fór í knús, nú hann sum gestur hjá Oprah Win­ frey valdi at leggja nøkur av sínum kort­um á borðið. Har var nógv, ið hann einki valdi at siga um, men sum rætt er, heldur hann óivað, at fræg­ast er sjálvur at koma fram við ein­um parti av søguni, tí tað kanska tek­ur broddin av tí, ið annars hevði ver­ið væntandi. Alt tað, sum nú er komið fram og kemur fram, avdúkar tí bara ein persón, ið ikki hevur frægari uppi­ borið, enn at øll hansara skitnu klæði verða hongd út á snór og víst øllum. Hann stendur til at missa millum nógvar hundraðtals millión­ir og helst milliardir av krón­ um, nú sannleikin langt um leingi er komin á borðið, men fyri at fáa ilt av honum nú, krevst óivað, at ein er bæði býttur og blindur, tí hetta er alt tað bera svik, og tí liggur Arm­ strong nú, sum hann sjálvur hevur reitt. Eftir stendur hann við einum dálk­aðum eftirmæli og er kanska klár­a­ri enn nakrantíð í lívinum ein greiður vinnari, nú tað ráddi um at velja heimsins størsta lygnara í ítróttarsøguni. Og enn bíðar tað ring­asta helst, tí tey mongu, ið hava tapt sakarmál ímóti honum, kunnu nú venda kanónunum, umframt at spon­sor­ar og onnur, sum í góðari trúgv blaðaðu við dollarseðlum, fara helst eisini at krevja sítt. hilmarjan@sosialurin.fo Nakrar ákærur Á heysti 1995: Lance Armstrong fer undir samstarv við um­ stríd­da italska læknan, Michele Ferrari 27. oktober 1996: Sjúkur av krabba­meini viðgongur Arm­ strong fyri tveimum læknum, at hann hevur brúkt ólóglig, stim­ brandi evni Á sumri 1998: Í bókini »L.A. Confidential« fortelur vødda­ mýkj­arin hjá Armstrong, Emma O’Reilly, um ein posa við sproyt­ um, hann vildi hava hana at beina burtur fyri seg Mai 1999: Armstrong skal hava biðið O’Reilly koyrt til Spania eftir einum glasi av tablett­um til sín 4. juli 1999: Ein dopingroynd eftir fyrstu etapu í Tour de France vísir spor av einum for­ bod­num evni, syntetiskum korti­koste­roidi, men ov lítið av evninum er í royndini, til at hetta verður roknað sum ein po­ si­tiv dopingroynd Juli 1999: Tá bar ikki til at finna EPO í landinum, men fleiri landroyndir frá Armstrong un­d­ir Tour de France hetta árið vórðu frystar niður, og tá tær blivu kannaðar aftur í 2004, varð EPO funnið í seks av royndunum Juni 2001: Floyd Landis for­tel­ ur í samrøðu við The Wall Street Jour­nal, at Lance Armstrong hevði eina positiva dopingroynd í eini kapping í Sveits, men at Armstrong og liðleiðarin, Johan Bruyneel, rindaðu ein­um um­boði fyri altjóða súkklu­sam­starv­ið, so hesin fjaldi positivu EPO- royndina Juni 2002: Sambært Landis, so fær hann ein pakka við testos­ teron­tablettum frá Armstrong 2003: Landis vil vera við, at hann hevur fingið dopingevni frá Armstrong, og eisini sigur hann seg hava ansað eftir ein­ um køliskápi, sum stóð inni í ein­um klædnaskápi í íbúðini hjá Armstrong í spanska Girona. Í skápinum var blóð frá bæði Lan­dis, Armstrong og George Hin­capie Mars 2004: Aftur vil Landis vera við, at einar 60 súkklur, sum liðið hjá Armstrong hevði fing­ið frá Trek, blivu seldar, tí tær skuldu fíggja dopingina hjá lið­num 12. juli 2004: Landis sigur seg hava sæð, at bæði Lance Arm­strong og aðrir súkklarar á liðnum fingu blóð í einum egn­ um rúmi á gistingarhúsinum, sum var fullkomuliga avbyrgt. Royk­varn­ararnir vóru sløktir og klistur­band var fyri lyklarholið í hurð­ini Juli 2004: Eisini er tað Landis, ið fortelur, at bussurin hjá US Postal-liðnum steðgaði í ein hálvan tíma á einum avvegis fjalla­vegi undir Tour de France, so alt liðið av súkklarum, Lance Arm­strong íroknaður, kundi fáa blóð í ein tíma. So glaður var Lance Armstrong, tá hann 22. juli í 2004 fór um málið á 17. etapu í Tour de France-kappingini tað árið, sum var eitt av árunum, súkklararnir hjá US Postal gjørdu nógv við doping Mynd: Jasper Juinen/Polfoto Lance Armstrong í sjónvarpssamrøðuni við Oprah Winfrey, har hann fyri fyrstu ferð alment váttaði, at hann dopaði seg øll tey gyltu Tour de France-árini Mynd: Oprah Winfrey Network/Polfoto