Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Hvat útbúgving viðvíkur eru krøv­ ini til fótbóltsvenjararnar stór. Allir venjararnir í fremstu og næst­ fremstu deildini skulu hava prógv sum A venjarar. Ein ventilur er kort­ini hjá teimum, sum ikki hava prógv­ið. Tað ber til hjá venjarum, sum ikki hava prógvið, at hava ábyrgd av liðum í fremstu deildini. Tá er treytin, at teir eru í holtur við út­búgv­ingina. Fríggjadagin verður á fjórða sinni farið undir A venjaraútbúgvingina, sum er góðkend av europeisku fót­ bólts­samgonguni – UEFA. Fyrstu venj­ararnir tóku prógv í 2006, næsta ættarliðið tók prógv í 2009, og í summar var triðja liðið liðugt við út­búgvingina. Treytin fyri at taka lut í hægstu venjaraútbúgvingini er, at luttak­ ararnir hava staðið sokallaðu B út­ búgvingina. Í vavi er útbúgvingin 120 tímar. Kom­andi vikuskifti verð­ur skúla­ gongd fríggjadagin frá kokk­an 17 til 21, leygardagin verður skúla­ gongd klokkan 9 til 18 og sunnu­ dagin klokkan 9 til 16. Tað er Petur Simonsen, tekniskur stjóri í Fót­bólts­ sambandinum, sum fyri FSF hevur høvuðsábyrgdina av útbúgvingini. Í skrivi til luttakararnar sigur hann, at á skránni hesar fyrstu dagarnar er m.a. intro um útbúgvingina, nak­ að um fysiska venjing, um leiðslu og um at seta sær mál.Leygarmorgunin verður praktisk venjing. Um tað hesa ferð verður lagt soleiðis til rætti, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, so kann roknast við, at venjararnir fara til próvtøku á vári í 2014. Tað ber til hjá venjarum at út­ búgva seg meiri enn A útbúgv­inga. So er neyðugt at søkja uttanlands. Einasti føroyski venjarin, sum hev­ur lokið sovorna útbúgving, er Víkinga venjarin og fyrrverandi lands­liðs­venjarin Jógvan Martin Olsen, sum hevur proff licens út­ búgving, sum tað verður nevnt. Tann útbugvingin ber rætt við sær at standa á odda fyri liðum, sum eitt nú spæla í fremstu donsku og norsku kappingini. Luttakararnir Millum teir umleið fimtan venj­ ar­arnar, sum fríggjadagin fara á skúla­bonk, eru tveir venjarar, sum hava ábyrgd av liðum í Effodeildini. Teir eru TB venjarin Hans Fróði Hansen og ÍF venjarin Albert Ellefsen. Ein annar av størstu profil­unum í føroyskum fótbólti sein­astu fjórðingsøldina, er eisini i holtur við at fáa pappír uppá, at hann er skikkaður at standa á odda fyri liði í bestu deildini. Tað er Øssur Hansen, sum í ár hevur ábyrgd­ina av besta B68 liðnum, ið eftir niðurflytingina í fjør skal stríð­ast fyri at endurvinna plássið í bestu deildini. Fleiri venjarar, sum eru hjálpar­ venjarar í bestu deildini ella hava ábyrgd av liðum í næstbestu deild­ini, eru eisini á listanum. Teir eru Alexandre da Silva Braga, 07 Vestur, Dan Brimsvík, B36, Eliesar J. Olsen, Skála, Jóhan Petur Poulsen, B68, Jón Johannesen, FC Suðuroy, Símun Eliasen, HB, og Tummas Erling Djurhuus, EB/Streymur. Millum teir, sum undirvísa, eru Eli Hentze, Bjørn Krog, Petur Simonsen, Jens Tang Olsen, Bill Jacobsen, Pauli Poulsen og Jóannes Jakobsen. joannes@sosialurin.fo Toppvenjarar fara á skúlabonk Fótbóltur Hans Fróði Hansen, Albert Ellefsen og Øssur Hansen eru saman við fleiri venjarum í næstbestu deildini millum teirra, sum fríggjadagin fara undir A venjaraútbúgvingina Innihald Útbúgvingin byggir á somu fimm høvuðsevnini, sum B2- útbúgvingin fevnir um, men við øðrum innihaldi: Fótbóltur • Aktuellar leikskipanir • Fýra meginøkini í nýggja »spillestilsmodell« • Leikfatan • Umstilling Fysiologi • Grundleggjandi fysiologi og anatomi • Kanning av fysisku krøvunum • Úrslit av elituvenjing • Tilrættalegging av venjing/tesir • Kostur • Doping Leiðsla • Kenn teg sjálvan • Kenn onnur • At leiða og ávirka • Etikur og moralur Fair Play • Fyrireiking til dómaraprógvið Venjing og venjingarhættir • Dystargreining hjá egnum liði • Dystargreining av mótstøðuliði • Dystargreining við atliti at menning av fótbóltinum Skipan Útbúgvingin tekur samanlagt 120 tímar og fer fram í umleið eitt ár. Hon er skipað soleiðis: • Introduktión (tveir dagar, langt vikuskifti) • Lestrarferð (uml. ein vika) • Miðleingjan (7 dagar) • Endi (tveir dagar, langt vikuskifti) Umframt føstu skránna, fær luttakarin fýra vitjanir – supervisión – til venjing/dyst. Kelda: fsf.fo FSF A-venjarin U21 landsliðsvenjarin, Bill Jacobsen, er ein av undirvísarunum Albert Ellefsen, sum nú er ÍF venjari, er ein av teimum, sum í hesi vikuni fer undir A venjara útbúgvingina Savnsmyndir