mánadagur 21. januar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Indiska fótbóltslandsliðið
spældi uttan skógvar!
Fótbóltur Tá indiska fótbóltslandsliðið tók lut á teimum olympisku summarleikunum í London
í 1948 spældu teir berføttir. Tað gjørdu teir aftur á summarleikunum í Helsinki í 1952
Heri Simonsen
Greinskrivarin fer at endurtaka
ein setning allarfyrst: fótbóltur
hevur nakrar sjáldsamar og origi
nalar hendingar, sum eru at ringar
at finna í líkan stóran mun í øðrum
ítróttargreinum. Ein tann mest
sjáldsama og originala hendingin
í altjóða fótbóltsøguni, er søgan
um tað berføtta indiska fótbólts
landsliðið, sum spældi ímóti øðrum
fótbóltslandsliðum, aftaná India
hevði fingið sjálvstýri í 1947. Allur
fótbóltsheimurin stóð nærmast og
gapaði til teir olympisku summar
leikirnar í London í 1948. Norður
lendingar minnast fótbóltskapp
ingina við serligari gleði, tí Svøríki
vann gull, og Danmark vann bronsu,
men tað vóru ikki tey framúr
skarandi norðurlendsku avrikini, ið
stjólu yvirskriftirnar, tá skjøtil varð
settur á ta olympisku fótbóltskapp
ingina í London á sumri í 1948.
11 spælarar
– eingin skógvur
Allir spælararnir á tí indiska fót
bóltslandsliðnum spældu berføttir,
har var ikki somikið, sum ein av
teimum 11, ið byrjaðu ein dyst fyri
India, ið hevði fótbóltsskógvar.
Onkur av teimum indisku spælar
unum hevði av illum hosur, men
teir flestu høvdu ikki eingong hos
ur. So skuldi ein trúð, at teir blivu
bankaðir sundur og saman, og
sendir heim til India aftur við ein
um risatapi, men soleiðis bleiv tað
slettis ikki. Innleiðandi dysturin
hjá tí indiska liðnum á teimum
olympisku summarleikunum varð
ímóti Fraklandi. Av tí, at India
hevði fingið sjálvstýri árið fyri, so
sóust nógvir áskoðarar, og nógv
altjóða tíðindafólk til hendan fót
bóltsdystin. Altjóða tíðindamenn
irnir, sum høvdu fyrireika seg uppá
at skriva eina grein um tann fyrsta
endaspælsdystin hjá einari nýggj
ari,
sjálvstøðugari
fótbóltstjóð
fingu nakað heilt annað at skriva
heim um.
Taptu í 89. minutti
17.000 áskoðarar á Lynn Road
Stadium í London sóu fyri fyrstu
ferð í lívinum eitt heilt lið spæla
uttan fótbóltsskógvar. Teir berføttu
indarnir góvu fraklendingum ein
skarpan gang. Støðan varð 1-1 til 89
minuttir vóru farnir, tá tað eydn
aðist teimum fronsku stórfavoritt
unum at skora sigurs
málið, so teir vunnu
dystin 2-1. Tað var tó ikki
úrslitið, sum fylti tað
stóra í ítróttarpressuni
dagarnar aftaná. Tað
gav endurljóð í øllum
heiminum, at eitt heilt
lið frá einari nýggjari
fjarskotnari fótbóltstjóð
høvdu berføttir staðið
fraklendingum kurl, inn
til bert ein minuttur var
eftir av dystinum.
Áskoðararnir á Lynn
Road Stadium fagnaðu
indisku
spælarunum
stórliga,
sum
kortini
vóru úti av kappingini,
tí tá á døgum brúkti man
»knock out« dystir, og
einki bólkaspæl á teim
um olympisku summar
leikunum.
Møttu ikki til HM í 1950
Tað vóru menn í leiðsluni í altjóða
fótbóltssamgonguni, FIFA, sum
ikki hildu tað verða so sjarmerandi
og forkunnugt, at eitt limaland í
FIFA møtti upp til eina altjóða fót
bóltskapping, og ikki hildu vanligan
sið við at spæla við fótbóltsskóm,
sum øll onnur »normal« lið. Tað
hoyrdist, at FIFA áðrenn heims
meistaraskapið í fótbólti í Brasil
kravdi, at indiska landsliðið skuldi
spæla við fótbóltsskóm, og hetta
førdi til, at India noktaði
at taka lut í heimsmeist
araskapinum
í
1950.
Viðurkenda amerikanska
blaðið,
Los
Angeles
Times hevur tó granskað
í málinum, og teir hava
við hjálp frá indiskum
ítróttarjournalistum og
indiskum ítróttarsøgu
frøðingum funnið fram
til, at fótbóltsskógvarnir
vóru bert ein evarska
lítil partur av orsøkini
til, at India ikki tók lut
í
heimsmeistaraskap
inum í Brasil í 1950. Tað
var langt og dýrt at
ferðast til Brasil, og tá
indisku spælararnir vóru
amatørar, so hevði tað
nógv størri raðfesting
hjá tí indiska fótbólts
sambandinum at savna
pening til eina luttøku á teimum
olympisku
summarleikunum
í
Helsinki í 1952.
Taptu stórt í 1952
Indarar møttu aftur upp berføttir
til teir olympisku summarleikirnar
í Helsinki í 1952. Tá máttu teir
sanna, sum tað føroyska lands
liðið mátti sanna 39 ár seinni í
Beograd, at Jugoslavia er ikki
tað besta liðið at møta hjá einari
undirtippaðari
fótbóltstjóð.
11
jugoslaviskir
bóltsnillingar
við
góðum fótbóltskóm vunnu ein
knúsandi 10-1 sigur á tí berføtta
indiska liðnum. 20.000 áskoðarar
vóru møttir fyri at síggja berføttu
fótbóltsspælararnar úr fjareystri,
og tey reistust og góvu liðnum eitt
sympatiskt klapp, tá Ahmed Khan
reduseraði til 1-10, tá 89 minuttir
vóru farnir. Í 1952 varð heldur einki
bólkaspæl, og India var aftur úti,
aftaná fyrsta umfar, hesaferð tó
við einum lúsingi, sum Jugoslavia
gjøgnum árini dugdi væl at deila út
til minni fótbóltstjóðir.
India hevur gjørt lítlar skreytir
í fótbólti síðani 1952. Indarar hava
kasta seg útyvir cricket, har teir
eru ein stórtjóð, og so hava teir
gjørt okkurt sprell í landhockey
eisini. Ùrslitini í tí asiatisku undan
kappingini í fótbólti hava tó verið
frægari, síðani aldarskiftið.
heris@sosialurin.fo